Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 21 – Mann fekk tey at skriva ein manual. Eina uppslagsbók til, hvussu vit kundu konkret kundu fremja Visjón 2015 í verki. Hetta løgdu vit stóran dent á, tá arbeiðsbólkarnir fingu teirra arbeiðssetningar. Men tí eru uppskotini eisini sera ítøkilig og kunnu enn takast fram og fremjast í verki, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Fekk blandaða móttøku Tá embætisfólk og fólk við servitan innan teirra øki vóru liðug at skriva teirra tilmæli, tók mann enn eitt stig til at tryggja, at visjónsbólkarnir ikki høvdu monopol uppá visjón­ ina. Tá gjørdi mann eisini eitt so­ kall­að »Visjónstorg«, har man legði upp­skot fyri áhugabólkar og onn­ur við­kom­andi, og sostatt fekk møgu­ leika at avprøva tilmælini og justera uppskotini, áðrenn bókin varð givin út. Sostatt høvdu tilmælini eisini rót í tí breiðara samfelagnum, og ikki fyrr enn hetta var komið upp á pláss, varð bókin skrivað. Kortini fekk Visjón 2015 eina rættiliga blandaða móttøku. – Summi vildu tillátursgera pro­ jektið. Nógvir av politikarunum vildu heldur tosa um dagin í morgin, enn nakað, sum lá fleiri ár úti í framtíðini. Og hetta er enn galdandi í dag. Summi høvdu eisini hug at speireka, at hetta arbeiðið við Visjón 2015 var bara at flyta fokus frá teimum aktuellu trupul­leikunum, vit stóðu við, og heldur tosa um okkurt abstrakt sum á 10 ár úti í framtíðini, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Reint politiskt var tað sjálvsagt eisini ein blandað móttøka, Visjón 2015 fekk, tá tað nú ikki var eitt parta­politiskt arbeiði. Heldur ikki flokkurin hjá Jóannes Eidesgaard tók undir við øllum tí, ið stóð í Visjón 2015. – Og júst tí skuldi arbeiðið ikki byggja á ideologi, men á fornuft. Eg havi ofta upplivað í politikki, at ein samgonga fer ein veg við teirra politikki, og so kemur ein onnur sam­ gonga til, sum fer beint øvuta veg. Og tað kann verða rættiliga frustrerandi fyri fólk. Men eg haldi, at í dag eru vit meira von við slíkar langsiktaðar ætlanir. Eitt nú í Danmark, har hevur leingið verið tosað um 2020-ætlanir, vísir hann á. At arbeiðið ikki hevur verið reint politiskt, og at fleiri av uppskotunum enn kunnu nýtast, er Jóannes Eidesgaard ikki í iva um. – Eg veit, at bókin Visjón 2015 enn stendur á hillunum hjá fleiri av aðal­ stjórunum, og at hon eisini verður tikin fram og brúkt, eitt nú tá nýggir lands­stýrismenn biðja um uppskot til loysnir á onkrum konkretum máli. Neyðugt við nýggjari visjón Tá prátið við fyrrverandi løgmann fellur inn á framtíðina, leggur Jóannes Eidesgaard heldur ikki fingrar­nar ímillum. Tá hann verður spurdur, um tíðin og politiska skipan­ in er búgvin til eina nýggja visjón fyri Føroyar, er svarið greitt. – Tað er ikki ein spurningur, um man er búgvin ella ei. Eg haldi tað er neyðugt við einari nýggjari visjón. Og nú er tað heldur ikki so fremm­ ant, sum tað var tá. Nú hevur tú lang­ tíðar­ætlanir innanfyri øki sum klima, CO2-útlát og so framvegis. Fólk eru meira von við langtíðarætlanir, sigur Jóannes Eidesgaard. Sambært honum er tað eis­ini neyðugt fyri at hála teir før­oysku politik­ararnar við nakka­num burtur­ úr tí dagliga trummerumm­inum. – Eg sat nú ein dagin í Tinganesi og hugleiddi um politiska arbeiðið. Tú kennir kanska hatta, at tú fer til ar­beiðis um morgunin og hugsar, at í dag ætli eg mær at gera hetta ella hatta. Men so verður tú forstýraður av onkrum, og áðrenn tú veit av, er komið út á seinnapartin, og tú ert ongan veg komin. Í politikki er tað kanska okkurt lítið mál, ið hevur stungið seg upp, ella sum miðlarnir hava tikið upp, sum órógvar teg, og so verður tú stýrdur av miðlunum. Tað vísir seg tíverri soleiðis, at mangir politik­arar, sum – og orsaka at eg sigi tað soleiðis – sum ikki hava serliga nógvar visjónir við nøkrum sum helst, elska at vera supermálsviðgerðar. Teir elska at blaka seg niðuryvir smámál, og arbeiða sum eitt slag av super­ máls­viðgerðum, har tú fær avgreitt eitt mál her og nú. Tað sama kanst tú ikki, tá tú arbeiðir langsiktað, kanska 10 ár úti í framtíðini. Tú má tvinga teg sjálvan til at arbeiða langsiktað, og ikki lata teg forstýra av smámálunum hvønn dag. Men hvussu fingu tit so tvingað tykkum sjálvar til at hugsa meira lang­siktað afturi í 2005? Krevur tað ein sterkan leiðara ella politikara, sum tekur í nakkan á hinum og fær teir at arbeiða meira langsiktað? – Tað var mítt egna hugskot, at vit máttu hava eina longri visjón. At nú tvinga vit okkum til at arbeiða meira lang­siktað, við at fara undir Visjón 2015, sigur Jóannes Eidesgaard. Um framtíðarútlitini fyri einari nýggjari visjónsætlan tykist Jóannes Eidesgaard rímuliga bjartskygdur. – Hvør veit, tað kann jú vera at vit fáa eina nýggja visjón, tá nýtt lands­ stýri verður skipað eftir Løg­tings­ valið í oktober, staðfestir hann. Livst so spyrst. rogvi@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard ■ Formaður í Javnaðarflokkinum 1996 – 2011 ■ Býráðslimur á Tvøroyri 1980 – 2000 ■ Løgtingslimur 1990 – 2004, (feb.) 2011 – (okt.) 2011 ■ Fólkatingslimur 1998 – 2001 ■ Landsstýrismaður 1991 – 1996, 2008 – 2011 ■ Løgmaður 2004 – 2008 »Eitt tað mest fantastiska við Visjón 2015 er, at mann fekk mobili­ serað so nógv fólk at arbeiða við einari yvirskipaðari ætlan fyri alt føroyska samfelagið« – Eg havi ofta upplivað í politikki, at ein samgonga fer ein veg við teirra politikki, og so kemur ein onnur samgonga til, sum fer beint øvuta veg. Og tað kann verða rættiliga frustrerandi fyri fólk. Men eg haldi, at í dag eru vit meira von við slíkar langsiktaðar ætlanir, sigur Jóannes Eidesgaard savnsmynd