hósdagur 4. juni 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
22
KJAK
KLUMMAN
Reytt og
blátt er
líka flott
H
óast eg var fluttur til Danmarkar áðrenn
seinasta fólkatingsval, so legði eg ikki
so nógv í, hvør fór at ráða í Danmark.
Tey reyðu søgdu eitt og tey bláu tað
sama. Onkur heilt lítil munur var tó kanska. Eg helt
tað kanska vera fínasta slag, at ein kvinna slapp at
ráða í Danmark, men hatta við, at mann skal rinda
fyri at koma inn til Keypmannahavnar gjøgnum
sokallaða betalingsringin var altso ikki nakað serliga
kul hjá fyri ein bygdamann. Tað endaði tó við, at
mín atkvøða ikki bleiv brúkt, tí eg var til arbeiðis
í Kringvarpinum í samband við Fólkatingsvalið.
Hinvegin. Ongin betalingsringur kom kortini, hóast
danskararnir valdu hann. Mín atkvøða hevði ikki
gjørt mun handan dagin og um mín atkvøða hevði
gjørt, at tey bláu vunnu, so hevði tað eisini verið
líkamikið, tí í tí løtu Helle fekk lykilin frá Løkke
byrjaði hon eisini at gera tað, sum Løkke hevði lovað.
Hesaferð hugsaði eg, at innan komandi valskeið
er av, so eri eg vónandi fluttur til Føroya, og eg
leggi í øllum førum nógv meira í, hvørjir føroysku
fólkatingslimirnir verða. Tað frægasta hevði verið
ein grundlógarbroyting, so mann slapp av við
sessirnar, men til tað er gjørt, kunnu føroysku
fólkatinglimirnir gera ein ávísan mun. Tí spurdi
eg ríkisumboðið, um eg ikki kundi velja í Føroyum,
men tað kundi eg ikki. Eg eri jú »bara« ein danskari,
sum hevur búð í Føroyum til fyri nøkrum árum
síðan og nú býr í Keypmannahavn. Hetta tykist
mær bakvent sum føroyingur – ikki minst tí eg
kann velja til løgtingsvalið í Føroyum. Yvirvøldin
fortaldi tó, at búði eg ikki í ríkinum, so slapp eg at
velja ein føroying, um eg uppfylti ávísar treytir.
Men so krevur tað bara líka, at eg eri skrásettur á
vallista 18 dagar fyri valið. Tað er sjálvandi góð tíð at
skráseta seg, tá valstríðið er beint yvir 20 dagar – ella
ikki. Men tað stuttligasta av øllum er, at persónur
í ríkisfelagsskapinum kann stilla upp í tí valdømi,
hann vil stilla upp. Eg kundi sostatt prinsipielt búð
á Bornholm og stilla upp í Grønlandi, men so kundi
eg ikki valt meg sjálvan. Eitt sindur undarligt, haldi
eg í hvussu so er. Hví kunnu føroyingar ikki sleppa
at velja føroyingar á Fólkating, tá vit kunnu stilla
upp í Føroyum, um vit vilja? Eg veit, tað er nakað
seint at koma við tí nú, og tað verður aktuelt aftur
um 4 ár, tá mann aftur hevur gloymt alt um tað. Ja,
hetta er nokk líka líkamikið sum, at føroyingar hava
fólkatingssessir. Men tað er kanska ikki nógv meira
líkamikið enn um danir velja reytt ella blátt. Tey fáa
umleið tað sama, og í báðum førum ljóðar tað líka
flott.
Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til
Løgtingsvalið
Tað vísir seg
at vera sterkar
kreftir í polit
isku skipanini,
sum framvegis
royna at leggja
forðingar í vegin
fyri at menna høvuðsstaðin,
her
útbyggingina
av
Tórshavnar havn.
Tað seinasta er, at verk
ætlanin nú skal undir luppin
hjá landsstýrismanninum í
Mentamálum, Bjørn Kalsø, og
at hann vil hava ein dialog við
Tórshavnar kommunu.
Landsstýrismaðurin
í
Mentamálum, Bjørn Kalsø,
heldur fram at sáa mistreysti
og leggur upp til at draga
byggiverkætlanina út, soleiðis
at hon skal fara fyri bakka.
Hetta ger hann tí hann veit,
at hann hevur uppbakning
í samgonguni til at leggja
forðingar í vegin.
Hví tekur landsstýris
maðurin sær ikki av tí hann
er settur í verðina til, sum
landsstýrismaður í Menta-
og Skúlamálum, nevnliga
at styrka mentanarlívið og
útbúgving í Føroyum. Knapp
liga so blandar hann seg í
mál, sum hann onki hevur
við at gera, t.e. fiskivinnumál
og heilsumál. Í hesum føri er
tað vinnuliga verkætlanin hjá
Tórshavnar havn, sum hann
roynir at steðga.
Komi ongantíð at góð
taka, at kommunali sjálvs
avgerðarrætturin soleiðis
verður tikin frá høvuðsstaðar
kommununi, serliga tá talan er
um ein útjaðarapolitikara, sum
stendur aftanfyri, umframt
onnur, sum ikki vilja Havnini
nakað gott.
Meiningar og kjak
Landspolitiski ágangurin
á Havnina stendur við
KJAK
Eirikur
í Jákupsstovu
Heri Mohr
Oman Stóragarð 9
Í gjár, 1. juni 2015,
var eg á skriv
stovuni hjá bý
ráðnum í gamla
posthúsinum
í Havn og gav
mína brævatkvøðu til kom
andi fólkatingsval.
Av tí at eingin stongdur
ella plomberaður kassi var at
koyra konvoluttin við mínari
atkvøðu í, og eg fekk at vita, at
ein slíkur kassi ikki var, loyvi
eg mær ar spyrja, um hetta
ikki er álvarsligt brot upp á
galdandi reglur um avgreiðu
av atkvøðum til alment val ella
fólkaatkvøðu. Um so er, tekur
spurningurin seg upp, um eg
og onnur ikki eiga at atkvøða
av nýggjum samstundis sum
atkvøðuseðlarnir, sum vit hava
givið, verða makuleraðir.
Øll, við valrættaraldri,
hava krav upp á loyniliga at
kvøðu. Hvussu fram verður
farið á øðrum valstøðum í
Føroyum, veit eg ikki. Kanska
átti landsstýrismaðurin við
kommunumálum at tikið
sær av hesum álvarsliga máli:
Handfaring av almennum
atkvøðuseðlum frá fyrst til
síðst.
Vónandi fái eg alment svar.
Opið bræv til formannin
fyri Tórshavnar valstýri
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo