hósdagur 4. juni 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
23
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Sambandsflokkurin
á Christiansborg
hevur eina krystalklára missión á
Fólkatingi.
Ríkisfelagsskapurin
skal
útviklast við nýggjum samstørvum
og innihaldi. Vit vilja verja og
menna føroysk rættindi – og vit
skapa ítøkilig úrslit fyri Føroyar.
Týðilig ábending er um, at før
oyskt fólkatingsumboð kann fáa
avgerandi ávirkan á næstu ríkis
stjórnina, og tann støðan skal
sjálvandi brúkast konstruktivt fyri
Føroyar – men ikki misbrúkast.
Um fólkatingslimur Sambands
floksins á Christiansborg kemur í
hesa lyklastøðu, vilja vit virka fyri
at hækka støðið í heilsuverkinum í
Føroyum munandi.
Hetta treingir til, tí vit kenna
øll støðuna t.d. við nógv dýrkandi
heilivági, stórum akuttum lækna
tørvi og væntandi viðgerðartilboð
um.
Stutt sagt: føroyska heilsuverkið
skal upp á umleið sama støði sum
tað danska.
Vit vilja øll hava trivna og at
føroyingar koma heim aftur til
Føroya. Men hvør trívist, og hvørji
koma heim aftur, uttan at tað finst
eitt heilsuverk á høgum støði?
Onkur spyr, hvat ið hetta hev
ur við Fólkatingið at gera. Stutta
svarið er, at heilsuverkið er felags
mál, ið Føroyar og Danmark fíggja
í felag.
Støðan er, at reyða stjórnin –
sum føroyski Javnaðarflokkurin
sigur seg eiga lívið í – ikki í nóg
stóran mun vil vera við til at fíggja
føroyska heilsuverkið saman við
landsstýrium.
Í tíðarskeiðinum 2004-2014 er
tað vorðið góðar 400 mió. kr. dýrari
at reka okkara heilsuverk. Lands
kassin hevur goldið næstan alla
príshækkingina einsamallur. Part
urin hjá statinum er bert øktur 9,2
mió. kr.
Samstundis síggja vit, at stat
urin setur milliardaupphæddir í
danska heilsuverkið.
Her má vend koma í.
Heilsuverkið er, sum nevnt, fe
lagsmál í Rikisfelagsskapinum, og
her eiga vit at krevja okkara rætt
sum ríkisborgarar.
Veljarar vita, hvar ið tey hava
Sambandsflokkin á Christiansborg,
og vit helma ikki í, fyrr enn rættindi
okkara eru viðurkend.
Heilsuverkið í Føroyum skal
hava nógv betri umstøður til at
lofta teimum mongu, sum hava
brúk fyri fyribyrging, viðgerð og
hjálp.
Betri heilsuverk er tín
ríkisborgararættur
FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar
Bárður S. Nielsen
Løgtingsmaður og valevni
Sambandsfloksins til fólkatingsvalið
Allir
politiskir
flokkar í Føroyum
vilja hava sæti á
Fólkatingi – men
tað er bert tann eini,
ið fult út gongur inn
fyri, at Føroyar eru í Ríkisfelags
skapinum.
Tað er Sambandsflokkurin.
Vit fara ongantíð á Fólkating
fyri at krevja eina føroyska grund
lóg ella rópa um loysing. Slíkt
hoyrir ikki heima á Christians
borg, og vit føroyingar hava longu
eina haldgóða grundlóg at líta á.
Sambandsflokkurin
byggir
upp, har hini vilja bróta niður.
Vit vilja halda fram við at verja
og menna ríkisborgararættindi
hjá føroyingum og arbeiða fyri at
tryggja vælferð fyri hvønn ein
stakan – ikki minst í eini tíð, har ið
vælferðarskipanir í flestum fram
komnum londum eru ella koma
undir trýst.
Eitt nú vil Sambandsflokkurin,
at sama støði skal vera í heilsu
verkinum í Føroyum og Danmark,
tí heilsuverkið er felags føroyskt-
danskt málsøki. Sama er galdandi
fyri serforsorg og fólkapensjón.
Fólkatingslimur úr Sambands
flokkinum hevur og vinnur sær
ávirkan á alla lóggávu og mál, ið
hava við Føroyar at gera. Har
umframt hevur hann gott innlit í
og ávirkan á uttanríkis-, verju- og
trygdarpolitikk. Hetta eru økir við
týdningi fyri Føroyar sum partur
av Europa og alheiminum.
Við tí góða orðinum og semju
søkjandi samstarvinum hevur
okkara umboð á Fólkatingi víst
vegin: tað ber væl til at røkka góð
um úrslitum fyri Føroyar. Hetta
arbeiði eigur at halda fram.
Samtyktin um at beina burtur
markaforðingar millum tey trý
londini í felagsskapinum hevur
stóran týdning. Tá arbeiðið er
liðugt, kunnu vit øll liva og virka
frítt hjá hvørjum øðrum.
Okkara fyritøkur hava eisini
fingið atgongd til stórar ígongd
setara- og stuðulsskipanir, ið
vinnulívið kann fáa gagn av, og
sum kunnu vera við til at skapa
nýggj arbeiðspláss í Føroyum.
Sambandsflokkurin vil ÚT
VIKLA – ikki AVIKLA – Ríkisfe
lagsskapin. Vit vilja útbyggja sam
starvið í Ríkisfelagsskapinum fyri
at skapa vælferð, búskaparvøkst
ur og fólkavøkstur í Føroyum.
Vel eitt sterkt umboð á Fólka
ting.
Vit byggja upp, har hini
vilja bróta niður
Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið fult út gongur
inn fyri Ríkisfelagsskapinum, og hann skapar úrslit
Um Sambandsflokkurin á
Christiansborg fær ávirkan á
næstu donsku stjórnina, verður
lagt til brots fyri at lyfta føroyska
heilsuverkið upp á eitt hægri støði
Sjúrður Skaale
Fólkatingsmaður og valevni
Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið
Hanus Samró er ikki
so galin.
Men í valstríði
kunnu sjálvt tey
ikki so galnu blíva
nokkso galin.
So er við Hanus. Nú sigur hann,
at eg skal hava gingið ímóti Løg
tinginum í sambandi við Fargen.
Vissi Hanus fylgdi við í tinginum
– har hann sjálvur situr – so visti
hann, at Løgtingið, so seint sum
í desember, HEVUR játtað peng
ar til FarGen. Løgtingið VIL hava
verkætlanina framda. Játtanin var
bara ov lítil til, at arbeiðið ordiliga
kundi fara í gongd.
Hevði Hanus fylgt enn betri við
hevði hann eisini vitað, at mann
frá føroyskari síðu HEVUR søkt
um útlendskar pengar til FarGen -
úr ES-grunninum. Tað hevur bara
ikki eydnast at fáa nakrar enn.
Og hevði Hanus fylgt enn betri
við hevði hann vitað, at eg fekk
grønt ljós frá ØLLUM viðkomandi
pørtum, áðrenn eg setti hetta sum
eitt krav í sambandi við samráð-
ingarnar um donsku fíggjarlógina.
Annars haldi eg, at Hanus
skuldi fegnast um, at henda verk
ætlan nú kemur í gongd. Tí um alt
gongur væl, kann hon draga stórar
íløgur til Føroya, menna føroyska
gransking og KT vinnu, og skapa
bæði arbeiðspláss og inntøkur.
Og at finna fram til lekjandi
heilivág er heldur ikki nakað ringt
endamál.
Rokni faktiskt við, at Hanus
eisini fegnast um hetta. Men
valstríð kann fáa fólk at siga so
nógv.
Hanus Samró mann eisini fegnast um FarGen
Tað, Hanus ákærir meg fyri, er burtur úr vón og viti. Men eg giti, vit semjast, tá valið er farið afturum