Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015 SOSIALURIN 63 24 Óli Jacobsen ESMAR DAHL: EIN KAPPI VERÐUR 95 ÁR Esmar Dahl á Oyri hevur avrikað meira enn tey flestu. Millum annað hevur hann endurskapað bygdina á Oyri Í mínum virksemi eri eg komin at kenna mong áhugaverd fólk. Eitt av hesum er Esmar Dahl á Oyri, sum nú sunnudagin verður 95 ár. Er tað nakar sum hevur uppiborið eina umrøðu og herðaklapp, so er tað Esmar. Hann er eitt av teimum mest positivu menniskjum, ein kann hugsa sær. Er altíð við tí góða orðinum og sær tað positiva í øllum. Honum kunnu vit onnur læra av. Esmar er ein fróar maður, dugur væl at greiða frá, og hevur serlig handalig evni. Hann hevur á gamalsaldrinum gjørt avrik, sum fáur ger honum eftir. Sára fekk konfirmatiónsgávu frá deyða beiggjanum Í 2011 kom út bókin Havið tók Teir, og her hevði Esmar eisini eitt íkast. Tað var um beiggjan Jarlgrim, sum gekk burtur við Vest­ mannaskipinum Doru í 1931, einans 15 ára gamal. Tá var Esmar 11 ár. Hetta var sum rímiligt er ein smeitur fyri familjuna. Systkini minnast Jarlgrim sum ein framúr fittan, glaðan og lættlyntan drong, sum var ógvuliga raskur at arbeiða. Jarlgrim átti tveir eldri beiggjar, Hans Andreas og Óla, sum ikki vóru farnir til skips. Hans Andreas var lamin og hevði meira hug til tað bókliga. Óli hevði havt tuberklar sum drongur. Hann tók seinni við garðinum eftir pápan. Tí hevur tað ligið á Jarlgrimi at vera tann fyrsti av beiggjunum, sum fór burtur. Tað var ikki so lætt at fáa kjans har á leiðini. Tí gera Jarlgrim og pápi hansara saman við Esmari sær ferð við báti yvir til Hvalvíkar at biðja flaggskiparan, Jákup Martin Egholm, um kjans við Doru. Hetta eydnaðist og Jarlgrim slapp við. Beiggin, Aksel, sum tá var 6 ára gamal, minn­ist, at Jarlgrim leiddi seg oman í fjøruna til bátin, sum førdi hann til Hvalvíkar at fara avstað. Tað fyrstu ábendingina um lagnuna hjá Doru, fingu tey í eini grind í Sundalagnum. Tá fingu tey vitjan av fremmandum grinda­ monnum. Prátið kemur inn á Doru, og tosað varð um, at einki var frætt frá teimum. Hesir menn vistu ikki, at ein sonur í húsinum var við Doru. Hetta var sjálvandi lítið hugalig tíðindi. Sluppin Seagull fór tann 19. oktober við sjey monnum til Íslands at leita eftir Doru. So nógv hevur staðið á fólkinum heima, tí ein slík leiting máttu roknast fyri at vera rættiliga vónleys. Í Dimmalætting 5. Desember 1931 verður staðfest, at Dora er burturgingin. Hetta var sjálvsagt ógvuliga sárt, og sorgin var stór. Okkurt ánilsi hevur kortini verið. Mamman hevði droymt Jarlgrim fleiri ferðir, har hann var vátur og kaldur. Systirin Sára varð konfirmerað várið eftir. Hon var í svørtum kjóla fyri at vísa sorgina. Hon, ið seymaði kjólan helt kortini hetta vera nóg so syrgiligt, so hon fekk gjørt ein ljósan kraga til kjólan. Men so løgið var tað, at hóast Jarlgrim var deyður, so fekk hon konfirmatiónsgávu frá honum. Jarlgrim hevði nevniliga, áðrenn hann fór avstað, bílagt ein pakka frá Candor, ein­ um í Føroyum kendum postordrahandli í Keyp­mannahavn, við ymsum vørum honum tørvaði. Hann hevði eisini bílagt eina tasku, sum skuldi vera konfirmatiónsgáva til Sáru. Hesa tasku minnist Sára ógvuliga væl. Jarlgrim hevði goymt hana, til hon skuldi nýtast. Tey funnu hana seinni á einum bita. So umhugsin var Jarlgrim. Hann fekk ikki grøv. Men ein pláta við hansara navni varð sett á grøvina hjá for­eldr­ um hansara. Skriftorðið, sum hann fekk, tá ið hann varð konfirmeraður av Grøn presti í Hval­víkar kirkju, stendur á plátuni. Hetta er 1. Korinth­ brævi 13,13: »Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.« Jarlgrim er fleiri ferðir uppkallaður í ættini. Minnist, hvar hvør maður stóð við snøri í 1938! Esmar fór sum aðrir ungir dreingir til skips. Hann sigldi við sluppini Guiding Star inntil kríggið. Millum avrikini hjá Esmari er, at hann grundað á manningarlistan fyri 1938, og eina mynd av manningini, har hon stendur við snøri, hevur sett nummur á, so tað bæði sæst hvar á skipinum, hvør maður hevur staðið við snøri. Hann hevur eisini staðfest, hvørja koyggju hvør av monnunum hevur havt. Hetta er ikki hissini minni! Esmar fór ikki burtur aftur eftir kríggið. Tá kom sild og gørn at gerast hansara lív. Garnavirkið Aftaná kríggið arbeiddi Esmar hjá Poul á Oyri, pápa Edmund, hann sigldi eisini við motor­ bátunum hjá honum. Tá fór hann eisini at bøta sildagørn og leigaði seg inn hjá Póli. Tað kom eisini fyri, at hann tók gørn við til hús at bøta. Veiða eftir sild var ein stór vinna í Sunda­lagnum. Seinni í 1940-unum fór sildaveiðan norðan fyri Føroyar rættuliga at taka dik á seg, og tað gjørdist nógv meira at gera. Hetta endaði við, at Esmar og beiggi hans­ ara, Aksel, stovnaðu Garnavirkið, sum í fyrsta Siðsøga Esmar dámar væl at greiða teimum ungu frá. Her er tað ein langabbasonur og vinur hansara Oyra bygd í 1928. Til vinstru sæst fiskastykkini hjá Demmusi og turkiløgini hann gjørdi.