Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015 SOSIALURIN 63 25 Komandi partur Í komandi parti verður komið aftur til Niklas Leo og hansara brøður sum endaðu í Grimsby seinast í 1800-talinum. umfari fekst við at bøta gørn og at seta gørn inn í bendlar, sum tað kallast. T.v.s. gørnini vórðu gjørd klár at brúka. Tann 19. november 1958 fingu teir fyrstu maskinuna at framleiða gørn, hetta gav heilt aðrir møguleikar á hesum økinum. Tað, sum økti nógv um virksemið var, at tá skipini fór at at skifta tey gomlu hampgørnini út við nylongørn, sum bæði veiddu og hildu betur. Seinni fingu teir eina maskinu afturat til hetta endamál. Teir reiddu eisini skip út. Einaferð leigaðu teir Selnes á sildaveiðu. Hana leigaðu teir frá Andrias Djurhuus í Vági, Diurin. Seinni keyptu teir skipið. Teir høvdu eisini avtalur við onnur skip um felags útgerð av skipinum, so teir fingu ein part av veiðuni fyri at lata reiðskapin. Hetta merkti eisini, at tað kom nógv sild at arbeiða á landi. Eitt av hesum skipunum var Búgvin, har Tórhallur Andreassen var skipari. Tórhallur tók sjálvur til, hvussu góð gørnini av Oyri vóru og hvussu væl tey fiskaðu. Tey vóru eisini so væl gjørd. Alt var so ordiligt, sum Tórhallur tók til. Arbeiðið við sildini var at umpakka hana. Á landi varð sildin skild í støddir og góðsku undir umsjón av vrakara. Síðan varð sildin løgd ein fyri ein í løgum í tunnurnar aftur og fyltar við laka. Hetta var konufólkaarbeiði, sum gav heilt nógv arbeiði um summarið og heystið. Sildatíðin norðanfyri varð liðug í 1968, og tá var mestsum liðugt við sildagørnum. Men tá tók veiðan við toskagørnum undir Føroyum seg upp, og nógv skip fóru á hesa veiðu, sum annars var rættuliga umstrídd. Henda veiðan helt so á í nøkur ár. Seinnu árini er tað garnaveiða eftir svartkalva og havtasku, sum hevur tikið seg upp. Aksel og Esmar høvdu garnavirkið saman í 40 ár. Esmar fór burtur úr virkinum í 1995, tá heilsan fór at bila hjá konuni. Sonurin Hjallgrim helt tó fram við Netamontering, og hevur hann nøkur fólk í arbeiði. Hevur endurskapað Oyra bygd Men tað lá ikki fyri hjá Esmari at ganga fyri einki. Tá er tað, at hann fer í holt við at endurskapa Oyra bygd, sum hon sá út í 1928. Tá vóru 11 sethús á Oyri og afturat teimum vóru 29 úthús. Tað vil siga 40 hús tilsaman. Eitt er, at Esmar hevur gjørt eitt modell av Oyra bygd við øllum hesum húsum. Tað er í sær sjálvum eitt avrik. Men hann hevur eisini gjørt modell av húsunum í bygdini. Tað er ikki nóg mikið við tí. Hann hevur eisini gjørt modell av innrættingini. Hann hevur gjørt hvørja hædd fyri seg, so tað sæst nágreiniliga, hvussu húsini vóru innrættað frá kjallara, miðhædd og til loft. Í kjallaranum síggjast neytini á básunum, og á loftinum sæst enntá náttpotturin undir songini. Allar hæddirnar kunnu so setast saman, og tá sæst, hvussu húsini sóu út uttanífrá. Hetta er snøgt sagt eitt ótrúligt avrik, sum ein bert kann fáa fatan av við at síggja tað. Alt hetta hevur Esmar gjørt, eftir at hann er blivin 80 ár. Fiskavirking hjá Demmusi Í hesum modelli verður eisini lýst fiskavirkingin hjá Demmus á Jagri, sum flutti úr Havn til Oyrar í 1918. Hann var gubbi Esmar. Millum annað virksemi hjá honum var eisini at taka saltfisk til turkingar. Esmar hevur fyrr greitt frá um Demmus í hesi røð, her skal bara takast okkurt brot úr hansara frásøgn. Tann fiskur, hann sjálvur virkaði, varð vaskaður í kørum frammanfyri neystadyrnar á Oyri. Tað var eitt sindur ymiskt, sum kørini til fiskavasking vóru frá bygd til bygd. Men hjá Demmusi hevði hvør kona eitt kar sum ein hálv tunna. Sjógvur varð fyltur uppi karið tvær ferðir um dagin. Hann var borin úr fjøruni í spannum. Nøgla var tikin úr karinum, tá ið tað skuldi tømast, og so varð fylt aftur. Fiskurin var turkaður á fiskastykkjum, sum jú var tað vanliga. Men umframt hetta bygdi Demmus turkiløg við neti, har fiskurin kundi leggjast á, og var hetta í sær sjálvum ein nýhugsan. Hetta sæst eisini í modellinum hjá Esmar. Demmus bygdi eini fiskahús, har tann turkaði fiskurin varð goymdur. Inni her varð fiskurin eisini pakkaður til útflutning, og uppi á loftinum var hessian til pakkingina skorið til. Var ikki pláss inni í pakkhúsinum vóru tey nærmastu neystini lænt til endamálið. Eitt neyst, sum hann eisini nýtti, var tað hjá pápa Esmar. Hetta arbeiðið kom at hava stóran týdning fyri Oyrar og fólk fluttu higar at búgva og at arbeiða. Tað vóru fleiri húski bæði í Svínáum og við Norðskála, ið sjálvi turkaðu fisk fyri Demmus. Tað vanliga var, at tað var eitt húski sum tók uppá seg at virka eina nøgd av fiski. Men tað hendi eisini, at tað vóru tvey ella trý húski. Tey fingu uppí ein bát í senn, sum tey tóku beinleiðis frá skipunum, sum komu til Oyrar at landa. Konurnar vaskaðu fiskin undir teirra neysti, og tá mátti húskið hava sítt egna fiskastykki. Hetta var eisini vanligt aðra staðni í landinum. Børnini máttu eisini vera við í arbeiðinum. Teirra uppgáva var at skera blóð burtur úr fiskinum, áðrenn hann varð vaskaður. Farin at veva Sum um alt hetta ikki er »nóg mikið«, er Esmar eisini farin at veva. Bæði eg og konan hava fingið tey vakrast hugsandi hálsaturrikløð frá hansara hond. Hetta hava vit sum eitt kært minni um henda megnarmannin. Konan, Jona, doyði fyri nøkrum síðani. Men Esmar er ikki fyri tað einsamallur. Hvønn morgun ger hann drekka til síni, og í vikuskiftunum kunnu vera eini 10, sum koma inn á gólvið. Esmar er sanniliga ein fyrimynd, tá ið talan er um eitt virkið pensjonstalív. Hevur uppiborið allan heiður Væl dámar Esmari at greiða frá teirri søgu, sum hansara modell eru bygd á, ikki minst fyri ungfólki. Modellið av Oyra bygd er onkuntíð sýnd fram á Mørkini í Streymnesi fyri al­menn­ ingin á onkrari stevnu, og var áhugin stórur. Vónandi kann vera soleiðis skipað fyri, at talan kann verða um eina varandi framsýning. Tað kemur als ikki Esmari til hugs, at hann skal fáa nakra almenna viðurkenning fyri síni avrik. Hjá honum er tað nóg stór viðurkenning at hava gjørt nakað, sum »vanlig fólk« eru hugtikin av. Sunda kommuna gav fyri nøkrum árum síðani gav Esmari eina viðurkenning, og hetta er hann sjálvandi fegin um. Ættin Esmar er sonur Jógvan Dahl, f. 1878, sum giftist við Atu Poulsen úr Hósvík. Tey fingu átta børn: Inga, f. 1910, hon gjørdist102 ár. Hans Andreas, f. 1913. Giftist við Malenu av Oyri. Hann var borin til festið í húsinum, men hevði ikki heilsu at taka við hesum. Tískil fór festið til Óla. Ole f. 1915. Giftist við Jóhonnu Sofíu Thomas­sen úr Kvívík. Jarlgrim f. 1916. Gekk burtur við Doru í 1931. Sára f. 1917, giftist við Thorvald Bjerrum í Ærøskøbing. Hon er 97 ár og framvegis heima. Hana tosar Esmar javnan við í telefon! Esmar f. 1920 giftist við Jonu Samuelsen, sum var úr Vík. Børnini eru Asbjørn. Elsebeth Maria og Hjallgrim. Abbabørnini eru 11 og lang­abbabørnini eru 22 umframt eitt oldur­ abbabarn. Elijana, f. 1921, gift við Óla Debes. Aksel, f. 1925, giftur við Kristinu Andreassen av Oyrabakka. Hann verður 90 ár í dag fríggja­ dagin 5. juni. Sum sagt fylla báðir brøðurnir Esmar og Aksel runt nakað samstundis. Teir hava báðir verið við til at menna okkara samfelag. Tað skal verða ynskt teimum báðum hjartaliga tillukku. H tt iðh ddi Guiding Star, har Esmar hevur skrásett, hvar hvør maður stóð við snøri og hvørja koyggju, hvør maður hevði í 1938! Miðhæddin í húsinum Norð í Stovu Kjallarin við neytunum og bukkuni!