hósdagur 4. juni 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
26
DÁVUR WINTHER
S
øgan byrjar við, at ein trolari
kemur á Klaksvík fyrst í 50-
unum við einum manni,
Ronny sum hevði mist beinið
av einum veiri, sum slitnaði umborð.
Skiparin, Alec, ið hevði verið í leikum
fyrr vegna kríggið, setti beinið niður í
ein sukursekk, so maðurin ikki bløddi
út og helt so á Klaksvík.
Ein av teimum, sum tók ímóti á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi og annars var
um henda stakkals mannin dagarnar
eftir, tá ið manningin kom á vitjan,
var Hasla Josephsen, sum arbeiddi á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi – dóttir Mallu
og Hans Josephsen – Hans í Miðvági,
vanliga nevndur. Hans og Malla fingu
nýggju børn, har tvey teirra eru farin.
Tað rann saman millum Haslu og
ein av manningini, skiparan Alex
ander Elder – Alec, sum hann vanliga
varð nevndur.
Ronny, sum misti beinið, kom fyri
seg aftur og gjørdist seinni skipari á
øðrum trolara – hann hevði verið
stýrimaður hjá Alec. Alec helt eisini
fram at fiska við Føroyar og hildu
Hasla og hann saman alla tíðini.
Í 1957 flyta Hasla og Alec til Aber
deen og búsetast har. Tey giftast
og fáa trý børn. Vera, sum eigur
fimm børn, Jean, mamma David, ið
hevur systkini, Malena og Agnes.
Eisini fingu tey sonin Sandy, sum
fekk krabba í beinið og doyði 18 ára
gamal.
Oljuvinnan
Alec gjørdist reiðari og hevði fleiri
bátar. Í 60-unum gerst hann stjóri
á einum av almennum reiðarafelag,
sum hevði ein stóran hóp av trolarum.
Í 70-unum fer Alec upp í oljuvinnuna
við egnum útgerðarfelag, har hann
m.a. umvegis sín kennskap í Føroy
um leigar Cuba-bátarnar frá Skipa
felagnum til vaktarskip.
Seinni fara Cuba-bátarnir til fiski
skap undir Føroyum og Alec heldur
fram sína egnu leið og kemur væl
fyri við egnum útgerðarfelag til
oljuvinnuna. Samstundis er hann
umboðsmaður vegna Skipafelagið í
Aberdeen.
David Carry
David Carry, sum er ógvuliga fyri
komandi, opin og blíður, vaks upp
í Aberdeen, kom heilt ungur upp í
svimjing, har hann kláraði seg væl. Tað
gekk eisini væl hjá honum í skúlanum
og tók hann eina handilsútbúgving.
Hann flutti eitt sindur runt í sambandi
við svimjilegur og skúla. Men hevur
at kalla burturav fingist við svimjing
seinastu 20 árini.
Hann hevur klárað seg væl, greiðir
Hasla, omman hansara, frá. Ta einu
ferðina, hann koma aftur frá OL
við gullheiðursmerkjum um hálsin
kókaði alt Aberdeen, sum vildi sleppa
at heiðra og heilsa uppá David – har
skipað varð fyri móttøku fyri honum,
tá ið hann kom aftur.
David minnist ikki so nógv frá
PERSÓNSSØGA
David Carry úr Aberdeen hevur seinastu meir enn 20 árini at kalla bert
tikist við svimjing og hevur hann eisini verið við til kappingar við OL
í Athen, Bejing og London. David hevur klárað seg væl og eigur nøkur
gull heiðursmerki – eisini frá OL, og í London fekk hann eisini høvið at
taka í hondina á drotningini í sambandi við at OL í svimjing var har
KENDUR
OL-SVIMJARI
AFTUR TIL
RØTURNAR
Í KLAKSVÍK
Meðan Hasla Elder (høgru megin), sum hevur búð í Aberdeen síðani 1957, er
heima aftur í Klaksvík, hevur hon búð hjá systir síni Ásu Heinesen
MYND: DÁVUR WINTHER