hósdagur 4. juni 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
27
Føroyum, tí fyrstu ferð, hann var
her, var hann einans fýra ár. Men
hann og omman hava oftani tosað
um Føroyar síðani, og hann minnist
hvussu tað altíð glógvaði í eygunum
hjá ommuni, Haslu, tá ið tosað var
um Klaksvík og Føroyar. So hetta er
fyrsta ferðin, David er aftur í Klaks
vík, síðani hann var fýra ár.
Nú hann er givin við svimjing á
høgum stigi – »pensióneraður«, 34 ára
gamal og býr í Edinburgh, helt hann,
at hann skuldi gera álvara av, at fara
til Føroyar at vitja stóru familju sína
har. Hann keypti ommuni og sær ein
ferðaseðil í jólagávu.
Ferðin varð ásett at vera á hvítu
sunnu, men náddi David tíverri bert
at steðga í fýra dagar, meðan omman
steðgar nakað longur.
Eg kundi ikki bara mær, men
bankaði uppá hjá Álvi Josephsen,
ommubeiggja David og spurdi, um
vit ikki kundu koyra ein túr runt í
Klaksvík, so kundi eg greiða honum
eitt sindur frá, hvat her hendi. Jú,
David leyp upp úr stólinum.
Bjørn Kalsø
Vit koyrdu eitt sindur runt aftur og
fram og ávegis niðan á Háls, møta
við landsstýrismanninum í menta
málum, Bjørn Kalsø uttan fyri húsini.
Eg steðgi á, samstundis sum eg greiði
David frá, hvør hesin maðurin er. Ja,
men so eru vit skyldmenn, varð Bjørn
skjótur at leggja uppí. Langomma
tín, Malla og pápi mín, Steffan vóru
systkin! Og so losnaði tungubandið
hjá báðum og fingu teir eitt gott prát.
Myndatólið varð sjálvandi tikið
fram og fingu vit nakrar myndir av
skyldmonnunum, sum óvæntað hittu
hvønn annan henda seinnapartin.
Eftir eisini at hava víst David runt
í býráðshúsinum, handaði eg honum
bókina Hválv, við frálíkum myndum,
sum Jóannis Sørensen av Viðareiði
hevur tikið. Tá hugdi hann við: »Kona
mín Keri-anne Payne, hevur altíð
viljað sloppið at síggja norðlýsið. Við
hesi bókini verður munin lættari at
fáa hana til Føroyar«, segði David við
einum brosi.
Keri-anne Payne er eisini svimjari
á høgum stigi, júst hetta vikuskiftið
hevði hon svomið havsvimjing og
klárað seg sera væl – hon er tvífaldur
heimsmeistari í svimjing og hevur
eisini vunnið OL heiðursmerki. Hon
er nógv betri enn eg, segði David við
einum smíli.
Arbeiðið
Í dag hevur David Carry saman við
konuni Keri-anne Payne og einum
kendum rugby-spælara, Jason White
eina fyritøku, tey kalla Red Sky.
Tey arbeiða sum ráðgevar hjá fyri
tøkum um, hvussu ber til at menna
starvsfólkini, samansjóða, fylgja og
náa settum málum – og sjálvandi
hvussu fyritøkan fær enn meir
burturúr.
Eisini arbeiða tey innan ítróttar
heimin at finna egnaðum ítróttar
fólkum karmar og veita teimum
góðar sáttmálar við fyritøkur, sum
tryggja teirra ítróttarliga lívsleið
á høgum stigi. Tryggja teimum, at
íbornir førleikar teirra framhaldandi
kunnu hava bestu gróðrarlíkindi. Og
nakað tað sama innan vinnuøkið.
Nøgdur um ferðina
Jú, David var glaður fyri føroyaferðina
og væntaði hann at verða skjótur
aftur, eins og at næstu ferð, skuldi
konan við!
Hann var takksamur fyri allan
blíðskapin, hann hevði notið gott av
og serliga at sita um kvøldarnar við
temunni og kaku og práta. Og so ikki
at forgloyma, at royna alt tað nógva,
omman hevði greitt honum frá.
Vit fullu í prát um, at Malena
Josephsen, sum er systkinabarn
mammu David, sanniliga hevur
eitt flott ítróttarligt úrslit at vísa á
– kanska stavar øll henda vinnara
mentanin í familjuni frá the Grand
Old Lady, Mallu, ommu Malenu, lang
ommu David? Hon var tikin úr leikum
og dugdi til alt, hegnig og arbeiðsom
og stóð manni sínum við lið.
David Carry, sum er kendur í
heimspressuni, serliga innan ítrótt
og sum hevur gingið nógv á teimum
bonaðu gólvunum, men als ikki
er farin uppfrá, var glaður fyri at
hitta ættarfólk síni í Klaksvík og
gleddi seg til at koma skjótt aftur.
Eisini fyri at halda góða sambandið
viðlíka, sum nú var blivið meira
ítøkiligt aftur. Tó hevur hann hitt
fleiri av ættarfólkunum úr Klaksvík
í Aberdeen. Men at vera í Klaksvík
saman við teimum og annars hitta
fleiri afturat, er nakað heilt annað,
helt ein fegin David Carry fyri.
David Carry frá Aberdeen, sum hevur klárað seg væl í
svimjing og eigur nøkur gull heiðursmerki - eisini frá OL í
svimjing, vildi sleppa at hitta skyldfólk síni í Klaksvík
MYND: DÁVUR WINTHER
– Vit eru skyldmenn, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann óvæntað hitti David
Carry. Langomma tín, Malla og pápi mín, Steffan vóru systkin
MYND: DÁVUR WINTHER