Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015 SOSIALURIN 63 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 28 NØVN Føðingar 21. mai fingu Súsanna og Hergeir, Skopun, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3650 gr. Summarkonsert í Vestmanna Fríggjadagin 5. juni, grundlógardagin, kl. 17, hevur Vestmanna Sangkór konsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku summarsangum, og uppií nakrir ljósir svenskir, íslendskir og enskir sangir. Kórleiðari er Benjamin Gaasedal. Øll eru hjartaliga vælkomin. Áðrenn konsertina í Fiskivinnu­ skúlanum fer Vestmanna Sangkór inn á heimið á Grønanesi at syngja nakrar sangir fyri búfólkum og starvsfólki har. 17. mai fingu Annika Ragna & Gunnar Christiansen, Fuglafirði, ein son. Hann var 45 cm langur og vigaði 2195 gr. Norðoya Listafelag skipar fyri serligari Norðoyastevnuframsýningin Norðoyastevnuaftan verður Norð­ oyastevnuframsýningin sett kl. 16 av Signhild V. Johannesen, for­ kvinna í Mentanarnevnd býráðsins, í Skúlanum við Ósánna. Eisini verður eitt tónleikainnslag frá Klaksvíkar Tónlistaskúla og eftir tað fer Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, sum var fyrsti formaður í Norðoya Listafelag at hugleiða um hvussu felagið bleiv stovnað og um fyrstu byrjanina hjá Norðoya Listafelag. Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta fram­sýn­ ing­in, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norð­oya­ stevnu 1986. Tí er í ár talan 30 ára føðingardag hjá felagnum og um listaframsýning ta 30. í røðini. Tess vegna verður listaframsýningin skip­ að eitt sindur annarleiðis í ár. Listaframsýningin verður bert við listaverkum hjá Norðoya Listafelag, men er ein serligur málningur tó læntur frá býráðnum til høvið. Felagið eigur væl meir enn 100 listaverk, sum telur málningar, tekningar, træ­ skurðir, gipsskap o.a.  Tað hevur stundum verið ynski um at fáa hesi listaverk meira fram í ljósið, sum helst kemur at eydnast betri, nú Norðoya Listafelag er vorið partur av verkætlanini kring Posthúsið, har felagið fær egin framsýningarhøli. Vónandi verður henda áhugaverda ætlanin til veruleika um ikki so mong ár.   Norðoyastevnuframsýningin, sum hevur verið í Skúlanum við Ósánna at kalla øll árini, uttan tá ið skúlin varð umbygdur, hevur oftast verið ein sokallað frí framsýning, har ymisk listafólk sýna fram síni listaverk. Men í ár verður so sett upp ein listaframsýning í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu, har opið er leygardagin 6. juni kl. 16 - 20 og sunnu­dagin 7. juni kl. 15 – 20. Á framsýningini eru bert listaverk hjá Norðoya Listafelag - Tveir av kendu málningunum hjá Mikines, “Pieta”, sum Klaksvíkar býráð eigur og “Kvøld”, ið var ein av fyrstu máln­ ingunum Norðoya Listafelag ogn­ aði sær, sum eru í varðveitslu hjá Føroya Listasavni, eru eisini við á framsýningini. Hetta er norðoyastevnuframsýni­ ng nr. 30.