hósdagur 4. juni 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
29
POLITIKKUR
VELJARARNIR FLYTA SEG
Á EIN HEILT NÝGGJAN HÁTT
ÁRNI GREGERSEN
T
að stendur heilt á jøvnum
millum blokkarnar báðar í
donskum politikki í løtuni.
Fyri føroysku umboð
ini kann tað hava við sær, at tey fáa
eitt sindur størri ávirkan.
Men hóast tað sær út til at
standa fullkomiliga á jøvnum, so
vísa kanningarnar, at danski veljarin
hevur broytt vanar og flytir seg øðr
vísi millkum flokkar, enn tey hava
gjørt fyrr.
Til dømis sæst, at tey eru fleiri
sum ivast í um tey skulu atkvøða fyri
Dansk Fólkeparti ella Enhedslisten.
Ein ivaspurningur, sum als ikki
hevði tikið seg upp fyri árum síðani, tí
flokkarnir báðir í grundsjónarmiðum
liggja so langt hvør frá øðrum.
Bólkarnir broytast
Í Danmark hevur tað verið soleiðis,
at ávísir samfelagsbólkar hava hilldið
seg til ávísar flokkar.
Tildømis er tað vælkent, at fak
feløgini vanliga hava atkvøtt fyri
danska Javnaðarflokkinum. Tey sum
so ikki gjørdu tað, lótu so atkvøðuna
fara til SF ella Enhedslisten.
Eisini var tað vanligt, at sjálvstøð
ug vinnurekandi hava atkvøtt fyri
Konservativa flokkinum ella Vinstra.
Í dag er alt hetta broytt, halda
danskir eygleiðarar.
Nú flyta veljararnir seg frá flokki
til flokk tvørturum øll mørk – og tað
er ikki longur so, at sjálvt um tú er
limur í einum fakfelag, so atkvøður
tú fyri Javnðarflokkinunm.
Fleiri orsøkir kunnu vera til hesar
broytingar. At flokkarnir eru so
bundnir at búskaparligu gongdini,
ES og øðrum, ger, at teir teir líkjast
meira og meira.
Valstríð hesaferð vísir greitt, at tað
eru smámál, sum skilir flokkarnar og
ikki veruligur politikkur.
Veljararnir í Danmark halda eisini,
at tað er torført hjá teimum at fáa
verulig svar frá donsku politikarunum.
Sjálvt valstríðið verður stýrt av
spinnlæknum, sum frammanundan
hava lagt eina ætlan fyri, hvat
politikararnir skulu tosa um – og
hvat tey skulu svara uppá spurningar.
Fáa tey so aðrar spurningar, so
svara politikkararnir als ikki – ella
svara okkurt, sum hoyrir til ein annan
spurning.
Summi eru tí ómetaliga troytt av
politikarunum. Danskir granskarar
siga eisini, at tað er lætt at skilja, at
hetta ger fólk troytt av politikarunum.
-Ongin tímir at koma saman við
fólki, sum ongantíð svara uppá tað,
sum tey verða spurd um, men heldur
tosa uttanum, siga granskarar.
Onkur av donsku politisku
eygleiðarunum halda, at valið fer
at flyta ómetaliga nógvar atkvøður
millum flokkarnar.
– Hetta kann gerast eitt politskt
skriðulop, sum vit ikki hava sæð
síðani 1973, sigur Thomas Larsen,
viðmerkjari hjá Berlingske.
Nógvu veljarakanningarnar í Danmark geva eisini nýggja
vitan um, hvussu nýmótansveljararnir flyta seg
Schengen-avtalan uppfyllir
ikki somu krøv, sum hjá øðrum
ÁRNI GREGERSEN
E
in av forðingunum fyri,
at føroyingar sjálvir hava
kunnað yvirtikið útlend
ingamál, hevur alla tíðina
verið, at so kunnu vit ikki halda fram
at vera limur og partur av Schengen-
avtaluni.
Men sannleikin er, at tann avtala,
sum Føroyar hava við Schengen-
londini als ikki er eins víttfevnandi og
tann avtala, sum er galdandi millum
hini londini í samstarvinum.
Í veruleikanum er tað soleiðis, at
Føroyar als ikki er partur av Scheng
en, men danska stjórnin hevur fyri
hinum pørtunum í avtaluni váttað,
at donsk løgregla í Føroyum og
Grønlandi skal ansa eftir, at skil er
á teimum, sum ferðast inn og út úr
Føroyum og Grønlandi.
Hetta verður millum annað
gjørt soleiðis, tí Føroyar hinveginer
partur av norðurlendska pass-sam
starvinum og at ferðing millum
Grønland og Kanada hevur veirð
vanlig.
Vilja yvirtaka
Í samgonguskjalinum hjá núverandi
samgongu stendur, at útlendingamál
skulu yvirtakast, men higartil er tað
ikki gjørt.
Andstøðan hevur meira enn
einaferð havt uppskot frammi um
yvirtøku, men hvørja ferð er hetta
felt.
Serliga Fólkaflokkurin hevur
strongt á í samgonguni at fáa málið
loyst, men higartil er ikki komið á
mál.
Grundgevingarnar fyri, hví
hetta ikki er gjørt eru nógvar, men
á fundi í gjár segði Annika Olsen,
landsstýriskvinna, at tað eftir
hennara meting er heilt greitt, at
tað er ES, sum hevur spent bein fyri
avtaluni.
– Vit høvdu havt nakrar fundir og
alt sá út til at fara at bera til, men so
brádliga kom vend í. Eg ivist ikki í, at
tað var tí at ES legði seg uppí, sigur
Annika Olsen.
Sjálvt um tað stendur í sam
gonguskjalinum, at útlendingamáls
skulu yvirtakast, so er ikki semja í
samgonguni um málið.
Serliga hevur Helgi Abrahamsen,
Sambandsflokkurin, ferð eftir ferð
talað ímóti, at júst hetta málsøkið
verður yvirtikið.
Sum skilst verður aftur ein fundur
í summar við Schengen-londini, har
ætlanin so er at beina tær foðringar
burtur og gera Føroyar til aprt av
Schengen-londunum.
Um hetta fer at bera til veit ongin
at siga enn, tí ymisk krøv verða sett
til teirra, sum eru partur av avtaluni.
Krøv, sum kanska eru dýr at uppfylla.
Gott fyri føroyingar
Schengen avtalan er gjørd millum
flestu ES-londini, men seks teirra eru
ikki við. Harumframt luttaka EFTA-
londini í samstarvinum.
Tá ið ein spyr um viðurskiftini hjá
Føroyum og Grønlandi í sambandi
við Schengen, so er svarið frá ES, at
Føroyar og Grønland eru ikki partar
av avtalunui, men av tí, at bæði
londini eru partar av norðurlendska
pass samstarvinum, so eru tey fyri
ein part eisini við í Schengen.
Hetta eisini tí at danska stjórnin
gjøgnum donsku løgregluna í
Føroyum og Grønlandi hevur átikið
sær at hava eftirlit við útlendingum,
sum koma til Føroyar og Grønland.
Fólkaflokkurin hevur boðað frá,
at fáa tey umboð á Fólkating, so
verður júst hetta økið ein aprtur av
tí, sum arbeitt fer at verða við. Fyrst
og fremst eru tað útlendingamálini,
men ein avtala við Schengen-londini
stendur eisini ovarlaga á listanum,
sigur Fólkaflokkurin.
Føroyski limaskapurin í Schengen er als ikki eins víttfevnandi,
sum hann er hjá hinum limalondunum
Annika Olsen, Fólkaflokkurin,
ivast ikki í, at tað er ES, sum
forðar fyri at skil fæst á okkara
viðurskiftum við Schengen-londini
Tað er danska løgreglan, sum vegna Danmark hevur eftirlit
við teimum, sum koma til Føroyar og Grønlands.
Thomas Larsen, viðmerkjari hjá Berlingske væntar eitt skriðulop,
tí veljararnir hava slept gomlum vanum og flyta seg um øll mørk