hósdagur 4. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
30
Birna Jacobsen
Mamma at fýra (4) børnum
á Venjingarskúlanum
Venjingarskúlin hev
ur virkað væl nú í 47
ár við støðugum og
tryggum umstøðum,
við einum lítlum
skúla (Gula Skúla) til
innskúlingina 1.- 2. flokk. Hesin skúlin
liggur 200 m frá høvuðsskúlanum,
sum hevur hýst 3. – 9. flokki. Skúl
in hevur ongantíð havt nakrar
trupulleikar við at hýst øllum næm
ingunum, sum hava gingið á skúl
anum. Tað hevur ongantíð verið
neyðugt at brúkt barakkir, bingjur o.a.
til undirvísingarhølir, sum Komm
unuskúlin t.d. hevur gjørt seinastu
nógvu árini. So uppáhaldið hjá
Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, um at
Venjingarskúlin ikki hevur nøktandi
hølisumstøður, vil eg staðiliga vísa
aftur. Eisini vísir Bjørn Kalsø á, at
hølistrupulleikarnir fyri lærarar
og næmingar ikki eru íkomnir av
samanlegginingini. Hetta má eg eisini
vísa aftur, tí fyri Venjingarskúlan eru
hølistrupulleikarnir nettupp íkomnir
av samanleggingini. Hetta vísir bara,
at landsstýrismaðurin tíverri als ikki
hevur sett seg inn í málið, áðrenn
hann hevur viðgjørt og góðtikið sam
anleggingina.
Nú eftir at Venjingarskúlin og
Kommunuskúlin eru lagdir saman,
skulu okkara børn ganga á fimm
ymiskum skúlum runt um í øll
um býnum í einum øki, sum fevnir
um 3.000 m: Miðbýnum, Fr. Peter
sensgøtu, á Frælsinum, Argjum og
Gundadali.
Venjingarskúlin
virkar sera væl
Venjingarskúlin hevur havt eitt
framúr gott og virkið skúlastýri, eina
skilagóða leiðslu, har starvsfólkini
eru blivin vird og hoyrd. Úrslitið
hevur verið ein vælvirkandi og góð
ur lærarahópur, sum sýnist at trív
ast stak væl. Tað er altavgerandi, at
lærarar hava optimalar arbeiðsum
støður, hava tað gott og trívast, tess
betur eru teir førir fyri at veita hægstu
góðsku bæði fakliga og sosialt. Hetta
hevur sjálvandi positiva ávirkan á
okkara børn, sum harvið fáa bestu
umstøður til at læra og virka.
Við hesari samanleggingini eru
okkara børn og teirra lærarar á veg
inn í eina karrusell, har tey verða
malin runt í eini út av lagi vánaligari
tilrættislegging. Spurningurin er,
hvussu leingi tey fara at orka at vera
í hesi karrusellini, hvussu nógv fara
at fella frá og vilja út á hálvari leið.
Um tey fara at koma heilskapaði út
aftur, ella um tey yvirhøvur orka inn
í karrusellina.
Foreldur umhugsa
at flyta síni børn
Foreldur eru nú av álvara farin at
umhugsa at flyta síni børn í aðrar
skúlar. Onkur fyrispurningur er farin
til annan skúla um at taka ein heilan
flokk inn, og tað vanlukkuligasta er,
at okkara dugnaligastu lærarar eru
farin at venda eyguni aðrar vegir.
At skipa Føroya størsta skúla við
yvir 800 næmingum, krevur eina
sera nágreiniliga, væl umhugsaða
og væl tilrættislagda tilgongd. Tað er
als ikki nakað, sum kann skundast
ígjøgnum. Hesin skúlin skuldi nú
verið lokomotivið og fyrimyndin í
øllum tí føroyska skúlaverkinum,
men orsakað av vánaligum politikki,
vantandi førleikum og skilaleysum
avgerðum, er hetta nú vorðið tann
minst attraktivi skúlin í øllum
landinum. Her verður alt tað góða,
sum er uppbygt, niðurbrotið eftir
fáum árum. Hví skal tað sum virkar
sorlast sundur ?
Okkara børn verða offrað
Eg havi fýra børn á Venjingarskúl
anum og fáa tey øll nógv verri
umstøður við nýggju saman
leggingini. Fyrsta uppskotið frá
leiðsluni var at 1. flokkur í Gula
Skúla, har yngsta barnið nú gongur,
skuldi flyta oman í Kongagøtu í 2.
fl., flyta í Brúna Skúla í 3. fl., flyta í
Venjingarskúlan í 4. fl. fyri síðani
at flyta í nýggja Vesturskúlan í 5. fl.
Tvs. hesi børnini skuldu næstu 5 árini
ganga á 5 ymiskum skúlum, uttan
trygd fyri um flokslærararnir fylgdu
við. Eru tað skilabestu umstøður at
bjóða einum barni, sum akkurát er
farið í skúla ?
Eftir at vit foreldur hjá hesum
stakkals børnum hava mótmælt
hesari skilaleysu avgerð til skúla
leiðslu, skúlastýrið, Tórshavnar
Kommunu og Mentamálaráðið,
bjóðaði skúlastjórin okkum á fund,
har hann brádliga upplýsti okkum,
at okkara børn nú kundu ganga tvey
ár í Kongagøtu. Hetta, at ganga burtur
frá upprunaætlanini og bjóða okkara
børnum tvey ár í Kongagøtu, fær
bara ymiskar aðrar avleiðingar fyri
onnur í skipanini, og ein avleiðing
er, at næstyngsta barnið næstu tvey
árini verður avbyrgt á Brúna Skúla
við Fr. Petersensgøtu, bert saman
við sínum egna árgangi. Her verður
als ikki lagt upp fyri tí sosiala og
námsfrøðiliga, sum er minst líka
týdningarmikið sum tað fakliga fyri
eitt barn í menning. Har verður ongin
yngri at spæla við og vísa ábyrgd
yvirfyri og ongin eldri fyrimynd at
spegla sær í. Sosiali felagskapurin við
bæði yngri og eldri børn gevur nakrar
grundleggjandi menniskjansligar
førleikar, hetta at læra at taka sær av
og handfara tey yngru og hinvegin
at duga at tillaga seg og rætta seg
undir teimum eldru. Eitt annað, sum
børn læra serliga nógv av í felagskapi
við eldri børn, er tað málsliga. Hesi
børnini, sum nú ganga í 2. fl í Gula
Skúla, skulu ganga í Brúna Skúla í 3.
og 4. fl., á Venjingarskúlanum í 5. fl. og
í Vesturskúlanum í 6. fl. Tvs. at hesin
flokkur skal ganga á fýra ymiskum
skúlum næstu árini. Flokslærararnir
í báðum hesum flokkum eru ikki í
føstum starvi, tí er ongin vissa fyri,
at hesir dugnaligu flokslærarar flyta
við flokkunum.
Upprunaliga var ætlanin at savna
innskúlingina í Kongagøtu, men ein
onnur avleiðing av at bjóða okkara
børnum tvey ár í Kongagøtu er, at 1. fl.
sum byrjar í skúla næsta summar skal
ganga á Venjingarskúlanum saman
við miðdeildini og 9. fl. Nú knappliga
gongur leiðslan fullkomiliga í móti
sínum upprunaligu avgerðum, og
heldur enn at savna spjaðir hon inn
skúlingina.
Næstelsta barnið verður flutt av
Venjingarskúlanum út á Argja Skúla
komandi skúlaár, fyri síðani aftur at
flyta á Venjingarskúlan árið eftir í
9. fl., har tey koma at ganga saman
við 1., 5. og 6. fl. At lata ein 9. fl. ganga
saman við 1., 5. og 6. fl. er heldur ikki
optimalt. Her hevði verið skilbetri
at savna framheildsdeildina 8. & 9.
fl. á einum stað. Hesir næmingar
koma ongantíð at ganga í nýggja
Vesturskúlanum og fáa tískil ongar
ágóðar av samanleggingini, men
verða bert offur í hesari skilaleysu
tilgongd, við at verða flutt tvær
ferðir upp á tvey ár. Hesin flokkur,
sum virkar fyrimyndarliga væl, og
sum allir lærarar hámeta og elska at
undirvísa, verður næstu tvey árini
syndraður og saman við trimum
øðrum 8. fl. uppdeildur í há-stig,
mið-stig og lág-stig. Ein skipan,
sum Kommunuskúlin eftir øllum
at døma koyrir við. Hetta eru allir
næmingarnir í flokkinum, eins og vit
øll foreldur, sera misnøgd við.
Einasta barnið, sum ikki verður
flutt, er tað elsta, sum fær 9. fl.
prógv í ár. Tað sleppur tíbetur frá at
fara inn í hesa karrusellina. Hesin
flokkur hevur tó verið sera virkin at
mótmælt ymiskum hetta seinasta
hálva árið síðani samanleggingina 1.
januar 2015. Tey hava skrivað bræv til
leiðsluna við undirskriftum frá øllum
næmingum úr 6. – 9. fl., um ymisk
viðurskiftir, sum tey hava verið
ónøgd við í sambandi við saman
leggingina.
Samanlagt skulu trý av mínum
børnum flyta og ganga á tólv (12)
skúlum næstu fýra árini, til Vestur
skúlin verður tikin í brúk !!! Hvat
er tað at bjóða yngstu borgarum og
einari barnafamilju í Tórshavn í 2015 ?
Vit skulu gjalda eksklusiva
tónleikatilboðið hjá
Kommunuskúlanum
Tórshavnar Kommunuskúli hevur
seinastu árini bjóðað yngstu
flokkunum tónleikaundirvísing við
lærarum av Tórshavnar Musikkskúla.
Hetta hevur verið ein skipan, sum
Mentamálaráðið hevur fíggjað
meginpartin av, og Tórshavnar
Kommuna/Kommunuskúlin ein part
saman við foreldrum, sum hava goldið
kr. 5.000 um árið fyri næmingin. Alt
gott um tónleikaundirvísing til børn,
men ein slík ójøvn skipan hoyrir ikki
heima í einum almennum fólkaskúla,
har allir næmingar skulu hava javn
bjóðis rættindir. Hetta tilboðið er
sostatt bert fyri teir næmingar, har
sum foreldrini hava fíggjarligar
møguleikar, meðan næmingurin
undir liðini, sum ikki hevur ráð,
óbeinleiðis kemur at gjalda fyri tey,
sum hava ráð gjøgnum landsins
fíggjarjáttan pr. næming.
Mentamálaráðið játtaði at
fíggja hetta tiltakið í trý ár, og er
henda tíðin nú runnin, tvs. at nú
komu Tórshavnar Kommuna og
Kommunuskúlin at hanga upp á
meginpartin av fíggingini. Hvat var
so til ráða at taka, jú sjálvandi at
leggja Venjingarskúlan saman við
Kommunuskúlanum í skundi, fyri at
fáa fíggjarligar møguleikar at halda
fram við hesum tilboðnum til nøkur
útvald. Ja, samanleggingin fekk so
stóran skund, at Mentamálaráðið
ikki hevði stundir at fylgja almenna
setanarpolitikkinum um at søkja
eftir stjóra. Áhugavert hevði verið
at fingið at vita frá Bjørn Kalsø, hví
Mentamálaráðið valdi at víkja frá
almennu reglunum í hesum føri.
Sostatt er tað nú allarhelst Venj
ingarskúlin, sum fíggjar meginpartin
av hesum eksklusiva tónleikatilboð
num, sum vit foreldur á Venjingar
skúlanum onga sum helst kunning
fáa um, hóast vit hava spurt fleiri
ferðir. Okkara børn skuldu sjálvandi
havt fingið sama tilboð longu 1.
januar 2015, tá skúlarnir vórðu lagdir
saman, men leiðslan er ógvuliga tig
andi um henda møguleikan. So nú
eru vit eisini komin í ta støðu, at
vit bara gjalda til hesi fáu útvaldu í
Kommunuskúlanum. Kann ein slík
ójøvn skipan góðtakast?
Tórshavnar Kommuna
fremur destruktivar
atgerðir
Tórshavnar Kommunuskúli – elsti
fólkaskúlin í Havnini – hevur verið
fyri tí vanlagnu, ongan góðan at átt
seinastu nógvu árini. Síðani Komm
unuskúlin bleiv niðurlagdur sum
skúli vegna sopp, hava næmingar
og lærarar reikað runt allan býin
og húsast í m.a. bingjum, barakkum
og niðurløgdum skúlum. Eftir hesa
vanlukkuligu atgerð, ætlar Tórshavn
Kommuna nú at fremja akkurát
somu destruktivu atgerð ímóti
Venjingarskúlanum. Hvørja skilvísa
hugsan hava avvarðandi mynduleikar
hjá Tórshavn Kommunu, sum varða
av hesum øki ? Hetta sær møguliga
gott út á pappírinum ella í teoriini,
men í praksis er hetta ein fadesa.
Míni ráð til samleggingina
Eri púra samd við formanninum í
Lærarafelagnum, Herálvi Jacobsen,
um at verandi háttur at leggja saman,
áðrenn umstøðurnar eru til tað, er
óðamannaverk og í ringasta føri
skaðiligt. Ja, fyri Venjingarskúlan er
hetta einki minni enn ein vanlukka.
Tað skilabesta hevði verið at byrja við
bert at savna 1. flokkarnar, sum byrja
eftir summarfrítíðina. Hesi børnini
eru skrivað inn í ein felagsskúla, og
eru foreldrini tí fyrireikað uppá, at
hesin árgangur verður savnaður á
einum stað.
Latið hinar flokkarnar fáa frið,
har sum teir eru nú, í teirra kendu og
tryggu kørmum við teimum lærarum,
sum tey kenna og eru trygg við, til
Vesturskúlin stendur klárur at flyta
inn í. Ein stórur partur av hesum
børnunum koma ongantíð at uppliva
tað lovaða landið úti á Fløtum, men
verða bara offur í tilgongdini.
Ongin orsøk er til at bróta alt
tað góða niður, ella rættari, sorla alt
sundur næstu trý árini, fyri síðani at
samla stykkini saman aftur í nýggja
Vesturskúlanum. Tá kann so nógv
vera niðurbrotið, at ivasamt er um
nakar møguleiki verður fyri at bjarga
offrunum.
Tit tveita børn okkara á bláman
og sorla ein vælvirkandi skúla
KJAK
Trý av mínum børnum skulu flyta og ganga á tólv (12) skúlum næstu árini. Hvat er
tað at bjóða yngstu borgarum og einari barnafamilju í Havn í 2015? Vit foreldur at
børnum í Venjingarskúlanum eru ørkymlað og stúrin um støðuna okkara børn eru
endað í, nú Venjingarskúlin og Kommunuskúlin eru skramblaðir saman.