Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015 SOSIALURIN 63 31 Hanus Joensen skúlastjóri Hetta skúlaárið er nú við at enda. 17. au­gust flyta ymsu ár­gang­ irnir í samanlagda Venjingarskúlanum/ Tórshavnar Komm­ unu­skúla saman, soleiðis sum tað hevur verið ráðlagt frá fyrsta degi, síðani arbeiðið við samanleggingini byrjaði í ymsum arbeiðsbólkum. Sambært nýggjastu upplýs­ing­ unum frá byggileiðsluni í Vestur­ skúla­verkætlanini verður skúlin liðugur í desember 2017, og mið­ deild­in flytir sostatt inn tá. Tað er eingin saklig orsøk at halda, at hend­ an tíðarætlanin ikki heldur. Síðstu stóru skúlabyggingarnar hjá komm­ unununi hildu tíðarætlanirnar, Skúl­ in á Argjahamri var enntá liðugur fyri tíðina. Rokna vit 2 skúlaár fram, 2015/16 og 2016/17, er hálvt ár til 1. byggistig er liðugt at taka í nýtslu. Hesi bæði skúlaárini sær staðsetingin hjá grundskúlanum, 1-7. árgangi, soleiðis út, at allir hesir 7 árgangirnir (21 flokkar), undantikin ein, eru á sama staði bæði hesi árini, tvs. ein árgangur flytir eina ferð og allir hinir árgangirnir flyta als ikki, eru á sama staði bæði hesi árini. Tá er hálvt ár eftir til miðdeildin (flokkatal: 9) flytir í nýggja stásiliga skúlan. Og tað merkir so víðari, at hópur av plássi tá er tøkt til teirra, sum eftir eru og flyta inn í Vesturskúlan árini eftir, og harvið óneyðugt við stórvegis flytingum. Loyva okkum at heita á foreldur um at vísa tolsemi og vælvilja til tess at fáa hesa tíðina, til nýggi Vestur­ skúlin er klárur at flyta inn í, at bera til, alt er í tryggum hondum, og staðsetingin hesa tíðina er út frá verandi umstøðum fult forsvarlig. Tað er týdningarmikið, ikki at lata bygningar og staðsetingar fylla ov nógv skúlanum viðvíkjandi. Skúli er annað og meir, fólkaskúli er m.a. námsfrøði, læra, faklig, sálarlig og sosial menning fyri okkara næm­ ingar, sum í veruleikanum gleða seg til avbjóðingarnar fyri framman, væl leidd av góðum og dugnaligum starvsfólkum, ið fara undir hesa uppgávu við eldhuga og opnum sinni. Sjálvandi skulu karmarnir vera í lagi, og teir verða eisini í lagi umsíðir. Hesi tvey árini, til vit byrja at flyta í nýggja skúlan, kunnu vit í felag og góðum treysti fáa at verða gróðrarrík og gevandi, sum eitt gott og haldbært grundarlag fyri framhaldandi samstarvi næmingum okkara at frama. Frá Venjingarskúlanum/ Tórshavnar Kommunuskúla Eingin orsøk at stúra um staðsetingar Tíðindaskriv frá Giktafelag Føroya Sum eina roynd at fáa glið á sam­ ráðingarnar um sersáttmála innan giktaøkið hevur Giktafelagið í mai mánaði verið á fundi við Heilsumálaráðið, Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið. Orsøkin til hetta var, at føroyskir giktasjúklingar eru í eini ótolandi støðu, nú eingin giktalækni longur er til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum. Fremsta orsøkin til hetta er, at gikta­ læknin fram til 31. mars í ár valdi at takka fyri seg, tá hann hóast ótelj­ andi áheitanir og eins nógv lyftir framvegis ikki hevði nakran ser­sátt­ mála at arbeiða eftir. Eisini vóru onnur viðurskifti, sum læknin ikki var nøgdur við, men á fundi við Heilsumálaráðharran og leiðsluna fyri Landssjúkrahúsið hava vit fingið lyfti um, at hesi viður­skifti eru í rættlag alt fyri eitt, tá giktalækni aftur kemur í starv á Landssjúkrahúsinum. Eisini sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum seg hava strongt á starvsbróðurin í Fíggjarmálaráðnum, so neyðugu samráðingarnar kunnu fáast frá hondini. Sáttmálaviðurskiftini skulu greiðast millum Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið, men tað er synd at siga, at nakað nevnivert er hent á økinum tey fýra árini, sum samráðingarnar hava gingið. Sæð úr okkara sjónarhorni er størsti knúturin, at tað ikki hevur verið vilji til at arbeiða fyri einum ser­sáttmála fyri giktaøkið, eins og tað annars hevur verið vanligt fyri fleiri onnur øki. Serlæknafelagið sigur seg umboða allar serlæknar yvir ein kamb, og tí vil felagið ikki leggja størri dent á gikta­ økið enn á onnur øki. Hóast serlæknafelagið ikki aktivt vil virka fyri einum sersáttmála til giktaøkið, so hevur felagið givið tilsøgn um, at tey ikki fara at mót­ arbeiða eini framskundaðari loysn á júst hesum økinum. Ein slík loysn krevur tó, at eitt útspæl um hetta kemur frá Fíggjar­ málaráðnum. Tað kann kanska tykjast held­ur nasadjarvt og sjálvsøkið, tá Gikta­ felagið beinleiðis heitir á Fíggjar­ málaráðið um at fáa í lag sersáttmála innan eitt ávíst sjúkuøki. Tað hvørki er ella verður Gikta­ felagið, sum er samráðingar­partur, men vit hava sæð tað sum eina uppgávu hjá giktafelagnum at virka fyri, at fólk við gikt hava rætt til at fáa giktaviðgerð í Føroyum. Tí hava vit roynt at víst á, hvussu lítið tað er, sum í veruleikanum skilir partarnar. Samstundis hava vit víst á, hvussu vanlukkulig støðan á giktaøkinum er, um alt tað, sum er bygt upp seinnu árini, nú sleppur at detta niðurfyri aftur. Eitt er, at verandi støða er ótolandi hjá føroyskum giktasjúklingum. Og hjá summum, sum hava verið ella eru í viðgerð við ávísum giktaheilivági, kann støðan gerast lívshættislig. Annað er, at tað eru allar hugsandi góðar fíggjar- og búskaparligar or­ søkir til at finna eina loysn á mál­ inum. Vit kunnu í stuttum nevna. • Á leið 7.000 føroyingar hava gikt. Av hesum hava einir 1.500 tørv á ambulantari viðgerð, meðan hini 5.500 koma at hava ella hava havt tørv á ambulantari viðgerð. • Verða giktasjúkur ikki viðgjørdar nóg tíðliga, er stórur vandi fyri skerdum arbeiðsførleika og hótt­ andi invaliditeti. Tí verður talan um økt tal av tillagaðum størv­ um og øktar útreiðslur til fyri­ tíðarpensión, um nøktandi gikta­ viðgerð ikki er í landinum. • Í ár eru fyrstu útgávurnar av so­nevnda kopi-heiliváginum sendar á marknaðin. Hesin heili­vágur kann nýtast ístaðin fyri dýra biologiska heili­vág­ in, sum í fleiri ár hevur kopp­að fíggjarstýringinini hjá Sjúkra­ húsverkinum. Kostnaðurin fyri heilivágin hevur verið um 12-14 mió kr. seinnu árini, men nýggi heilivágurin er á leið 70% bíligari. Við øðrum orðum kunnu einar 8-10 mió kr. sparast um árið. Ein neyv fylgjan – monitorering – av einstaka sjúklinginum er tó ein grundleggjandi fortreyt, um hetta skal gerast. Og henda monitorering kann ikki fremjast við eitt nú vikarsettum konsu­ lentum. Fíggjar- og búskaparliga er tí einki sum helst argument fyri, at verandi støða ikki verður loyst. Giktafelagið hevur á fundi við Heilsumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið greitt frá okkara sjónarmiðjum. Undir hesum hava partarnir sýnt vælvild til at fáa ferð á samráðingarnar, og vit kunnu bara vóna, at tað ikki aftur skulu ganga fýra ár, áðrenn næsta uppskotið verður sent og vrakað. Glað fólk og spardar milliónir Trivnaður í landinum og sparingar á fíggjarøkinum átti at verið ynskidreymur hjá øllum politikkarum og einamest fíggjarmálaráðharranum at fáa framt