hósdagur 4. juni 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
32
Ognir í Tórshavn til sølu
Við hesum verður “Adventistaskúlin” við
tilhoyrandi bygningum lýstur til sølu, um nóg
høgt boð fæst. Møguleiki er eisini fyri at lata
“Adventistakirkjuna” innganga í eitt møguligt
keyp.
Ognin “Adventistaskúlin” er eitt jarðarstykki,
matr. nr. 1056h, til støddar 2.809 fermetrar,
við tveimum ástandandi bygningum frá
ávikavist 1966 og 2007. Bygningarnir, ið eru
ávíkavist uml. 435 og uml. 261,5 fermetrar
til støddar og í ávíkavist tveimum og einari
hædd, eru brúktir til ávíkavist skúlavirksemi og
barnagarðsvirksemi.
Ognin “Adventistakirkjan” er eitt jarðarstykki,
matr. nr. 1056k, til støddar 1088 fermetrar
við ástandandi bygningi frá 1978 í trimum
hæddum. Bygningurin, sum hevur verið nýttur
sum fríkirkja, er uml. 504 fermetrar til støddar.
Tekjan er skift um aldarskiftið.
Báðar ognirnar eru fevndar av Serstøku
Byggisamtykt nr. 7 fyri Tórshavnar kommunu,
og økið er sambært Serstøku Byggisamtykt nr.
7 ætlað til almenn endamál.
Seljarin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum
innkomin boð, ella ikki at taka av nøkrum boði.
Nærri fyrispurningar og møgulig boð kunnu
sendast til:
Jens Andrias Vinther, adv.
jav@advokat.fo
Undir Bryggjubakka 21 · Postsmoga 106 · 110 Tórshavn
tel: (+) 298 359595 · fax: (+) 298 359596
advokat@advokat.fo · www.advokat.fo
Vísindastarvsfólk í
búskaparfrøði
Á Megindeildini fyri hugvísindi,
samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt
vísindastarv sum lektari ella adjunktur í
búskaparfrøði leyst at søkja.
Starvsøki
Starvið fevnir um gransking í
búskaparfrøði og undirvísing í
búskaparfrøði, matematikk og
hagfrøði fyri búskaparfrøðilesandi.
Starvið er liður í menningini av
búskaparfrøði á Fróð skaparsetrinum,
og tann, ið fær starvið verður partur
av toymi, sum skipar fyri B.Sc.-
námi í búskaparfrøði og tekur lut í
arbeiðinum hjá Búskaparráðnum.
Góður kunnleiki til serligu viðurskiftini í
føroyska búskapinum er ein fyrimunur,
eins og royndir við undirvísing á
universitetsstigi er ein fyritreyt. Góður
málkunnleiki krevst í føroyskum,
enskum og donskum ella øðrum
skandinaviskum máli.
Starvslýsing
Sæst á www.setur.fo
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast
avrit av próvskjølum, yvirlit yvir
útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig
avrik og arbeiðsroyndir umframt
lýsing av granskingaráhugamálum og
framtíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu
skjalprógvast við yvirlitum yvir framda
undirvísing saman við viðmæli og
eftirmetingum, um tær eru til taks.
Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5
vísinda ligar greinir.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast
talgilt.
Freist
Umsóknarfreist er 1.juli 2015. Miðað
verður eftir at seta starvið tann
1.september 2015 ella skjótast til ber.
Umsóknir skulu sendast við telduposti
til umsokn@setur.fo
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda tær til Jóannes Jacobsen,
adjunkt, joannesj@setur.fo, ella
til Maluna Marnersdóttur, dekan,
malanm@setur.fo. Upplýsingar um
virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at
finna á heimasíðuni: www.setur.fo
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum:
Medisinski depilin
• Sjúkrarøktarfrøðingur, B6/Palliativa
toymi
Umsóknarfreistin er 22. juni 2015 kl. 12.00
Tænastudepilin
• Eletrikari til Teknisku deild
Umsóknarfreistin er 22. juni 2015 kl. 12.00
• Maskinsmiður ella hvs-handverkari til
Teknisku deild
Umsóknarfreistin er 22. juni 2015 kl. 12.00
• Summarferiuavloysarar til Vaskaríið
Umsóknarfreistin er 20. juni 2015 kl. 12.00
Umsókn við CV og prógvum skal sendast
við telduposti til: umsokn@ls.fo
Sí størri lýsing á www.ls.fo
Kunngerð
Fráboðaða fólkatingsvalið
fer fram hósdagin tann 18.
juni 2015 í fimleikarahøllini í
Tofta skúla
Atkvøðutíðin er frá:
Kl. 09.00 til 20.00 ella so leingi veljarar
møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin,
ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at
greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta
lagi týsdagin 16. juni 2015 greiða
brævatkvøðu við at venda sær til
kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum
í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann
18. juni 2015.
Heimaval
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi
førleika ikki kunnu koma á valstaðið,
kunnu velja heima í seinasta lagið
týsdagin tann 16. juni 2015, við at boða
frá til fólkayvirlitið á
kommunuskrivstovuni tlf. 447586 helst
innan kl. 12.00 mánadagin 15. juni 2015.
Valkort
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna,
og valkortini verða sent út við postinum
til allar veljarar, ið standa á vallistanum.
Um onkur, sum heldur seg hava
atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort,
ella okkurt annað er komið skeivt fyri,
skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá
sum skjótast.
Toftir, hin 04. juni 2015
VAlsTýrið í Nes KommuNu
N e s K o m m u N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo