Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015 SOSIALURIN 63 33 TroTabúgv Í trotabúnum Sp/f 4/7 - 2010, Undir Brekku 2, 600 Saltangará, skrás.nr. 5519, SKS 3-5/2015, verður hildin endaligur skiftifundur hósdagin tann 25. juni 2015, kl. 9.45, á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, til roynd av krøvum og viðgerð og møgulig staðfesting av uppskoti til roknskap og útluting við eini dividendu (býtispeningi) á 19,3962% til vanlig krøv. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skrivstovuni hjá skiftirættinum. Fráboðaði krøv og onnur krøv, ið verða fráboðað eftir staðfestan av roknskapinum, kunnu ikki verða tikin við. Útgjalding verður 4 vikur eftir staðfestingina, um ikki kært er innan ta tíð. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 2. jUnI 2015. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Bogi Gaard Joensen, Traðarbrekka 23, 380 Sørvágur, føddur tann 20. august 1952, deyður tann 30. oktober 2014, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat advokat Fríða Paturson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 342/2014, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 2. JUnI 2015. Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo K R E A . M Y N D : S A V N S M Y N D tekniskur leiðari TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU Høvuðsverkevni • Leiðsla á Teknisku deild • Býar- og byggiplanlegging • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði • Fíggjarliga stýring og eftirlit við tekniska økinum • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m. • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði Førleikakrøv • Verkfrøðingur, arkitektur, byggi- frøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving • Royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum • Førleika í projekteringsarbeiði • Munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Leiðsluroyndir/-førleikar Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fást við at venda sær til borgarstjóran á telefon 21 94 88. Starvið verður at seta 1. august 2015, ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 8. juni 2015. Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í landinum og búgva uml. 3.800 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 2 verkfrøðingar og 1 byggifrøðingur, umframt leiðaran. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild. KUNNGERÐ UM FÓLKATINGSVAL Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU Til veljarar til fólkatingsvalið 18. juni 2015 í Fuglafjarðar kommunu. Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 í Fulgafirði hósdagin tann 18. juni 2015 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í Bønhúsinum á Hellunum á Rættarvegi 25 fyri Hellurnar. Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg. Brævatkvøða: Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við týsdagin 16. juni 2015. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er týsdagin 16. juni 2015, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 18.00. Heimaval: Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi týsdagin 16. juni 2015 við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi mánadagin tann 15. juni 2015 kl. 15.00. Valkort: Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast. Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið. Fuglafjørður, tann 03. juni 2015 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar Kommuna LÝSING um Fólkatingsvalið 18. juni 2015 Brævatkvøður Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 16. juni 2015. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 15. juni 2015 kl. 16.00. Valkort Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 18. juni 2015, verða valkort send øllum veljarum í kommununi. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni ( tlf. 417000) frá í seinasta lagi 16. juni 2015. Saltangará, 04. Juni 2015 RunaVíkaR BýRáð PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Juttu Valgerd Janusarson, Sornhúsgøta 2, Fo- 330 Stykkið, fødd tann 18.02.1932, deyð tann 19. mars 2015, og fyrr deyða hjúnarfelaga Hjallgrímur Janusarson, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast Fríðu Patursson, adv. Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 100/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 26. mAJ 2015.