hósdagur 4. juni 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
34
Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 3.6.2015 hevur givið loyvi til at
panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða
innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum
skuldu verða goldin innan 1.6.2015, verða innheintaðar við panting.
Farið verður undir pantingina tann 15.6.2015
TAKS
www.taks.fo
Panting
Rúsevnisvi ger
Blákrossheimi
vi Pæturshús 2
655 Nes
tlf.: 770 770
Rúsevnisráðgevi til
Blákrossheimið
Søkt verður eftir rúsevnisráðgeva til
Blákrossheimið.
Starvið inniber, at tú sum høvuðsarbeiði
virkar sum bólkviðgerði. Umframt hetta
kemur tú eisini at hava staksamrøður
við viðskiftafólk og familju, og halda
familjuskeið 1-2 ferðir um ári.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein
sálarlig og sosialpædagogisk viðgerð, sum
m.a. byggir á kognitivar og atferðarligar
broytingar, skipað við bólkarbeiði,
staksamrøðum og fysiskari venjing. Tú
verður partur av viðgerðartoyminum.
Vit rokna við, at tú:
·
hevur viðkomandi útbúgving ella
royndir at arbeiða við menniskjum í
truplum støðum.
·
hevur lætt við at koma í kontakt við
menniskju.
·
hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
·
ert álitisvekjandi og hevur góð
innlivingar og samstarvsevnir.
·
vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá
Bláa Krossi Føroya.
·
arbeiði inniber eisini, at tú hevur eina
kvøldvakt um vikuna, og eitt vikuskifti
um mánaðin.
·
gert praktiskt arbeiðið
Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin og aðrar
setanartreytir verða ásettar sambært
sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Fíggjarmálaráðið.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum
v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 16. juni 2015.
Byrjað verður í starvinum aftaná
summarfrítíðina.
Nærri fæst at vita um starvið, við at
venda sær til Olgu Magnussen, leiðara á
Blákrossheiminum.
T-post: olga@blakross.fo,
ella tlf. +298770770
Umsóknin skal sendast til:
Blákrossheimið
Att.: Olga Magnussen, leiðari
við Pæturshús 2
FO-625 Nes
Ella á teldupost: blakrossheimid@blakross.
fo
Blákrossheimið
www.blakross.fo
Blákrossheimið, ið er viðgerðarheim fyri rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtarar, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya
við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Á heiminum eru
9,5 ársverk. Pláss er fyri 12 búfólkum.
K U N N G E R Ð
Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólkatingsvalið fer fram
hósdagin tann 18. juni 2015
fyri valstaðið í Leirvík: í fimleikarhøllini í Leirvíkar skúla
fyri valstaðið í Gøtu: í fimleikarhøllini í Gøtu skúla
Atkvøðutíðin verður frá kl. 900 og til kl. 2000
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar í Eysturkommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar
fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í
avgreiðslutíðini til og við týsdagin tann 16. juni 2015.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða
kommunuskrivstovuni frá á tlf. 730000 í seinasta lagi 16. juni 2015 kl.
15.00.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini, har veljarin stendur á vallista, í
hendi innan valið byrjar kl. 9 valdagin.
Valkort
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send út við
postinum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella sum fær valkort við villum
í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt, men
annars til og við valdagin.
Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við á val.
Gøta, tann 5. juni 2015
eblaðið
sos.fo