Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 38 Ikki við: Alex Mellemgaard (lærkrikin - óvist) Jónas Tór Næs (økslin - óvist) Ivasamur: Lukasz Cieslewicz (fótlið) Ikki við: Pál M. Joensen (knæið) Ikki við: Súni Olsen (knæskaði, 1-2 vikur) Gert Hansen (knæskaði, 1 vika) Við aftur: Jens Joensen (knæskaði) Hákun Edmundsson (lærkriki) Jónhard Frederiksberg (rivjabein) Ikki við: Rasmus Dan Sørensen (baklæri, óvist), Árni G. Olsen (fótliður, óvist) Ivasamur: Leif Niclassen (tá) Jóannes Hansen T riði síðsta umfar undan summarsteðginum verður á skránni í vikuskiftinum. Leygardagin fær FC Suður­oy vitjan av AB, og allir hinir dystir­nir vera sunnudagin klokkan 15. Tá ið síðsta bríksl hevur ljóðað seinna­partin sunnudagin, verður fokus flutt frá landskappingini og ímóti lands­liðnum. Annað vikuskifti verður ikki spælt í landskappingini. Tað kemst av, at annan leygardag verður áhuga­verd­ asti landsdysturin í Føroyum nakran­ tíð á skránni. Tá fáa Føroyar vitjan av Grikkalandi, sum fyri sjey mánaðum síðani legði rygg til eyðmýkjandi 1-0 tap á heimavølli ímóti Føroyum. Sekstanda umfar verður 20. og 21. juni, og so verður punktum sett und­an summarsteðginum 26. og 27. juni, tá ið 17. umfar stendur fyri tørni. Ein mánaða lagni summarsteðgurin verður av á ólavsøku. Tá verður farið undir langa endaspurtin, sum fevnir um tíggju umfør. Síðani eftir annað umfar hevur NSÍ verið topplið, og síðani eftir triðja umfar hevur B36 verið næstovast. Merkisvert er tað, at útslitini hjá NSÍ og B36 tær seinastu ferðirnar ikki hava verið so sannførandi, sum tey vóru fyrr á árinum. NSÍ hevur vunnið tvær av seinastu fýra ferðunum, og hjá B36 hevur tað gingið uppaftur verri. Árstalsfelagið hevur bara vunn­ ið ein av fýra teimum seinastu ferð­ unum. Gongdin seinastu vikurnar letur upp fyri møguleikanum, at tað longu undan summarsteðginum kann verða væl tættari í toppinum, enn tað higarti hevur verið. Í botninum verður fyri aðru ferð í seks dagar lyklauppgerð á Vágseiði í kappingini um at sleppa undan pláss­ unum undir strikuni. Tá verður tað AB við nýggjum manni við róðrið, sum fer at vitja FC Suðuroy. Sorin hjálpir Bagga FC Suðuroy - AB Petur Reinert Leygardagin klokkan 15.00 Tað hevur leingi sæð illa út hjá AB, og mánadagin varð tað greitt, at Sámal Erik Hentze aftur er AB venjari, og at Sorin Anghel nú er leikandi hjálpar­ venjari. Tað vil siga, at illa sperda felagið á Argjum hevur Sámal Erik Hentze á beinkinum leygardagin á Vágseiði, og at Sorin Anghel verður á dómaraseðlinum. Tað kann væl vera, at hann verður í álopinum, sum higar­til í ár hevur skorað færri mál enn nakað felag í bestu deildini. – Fyri okkum hevði tað komið sera væl við at vunnið fulla úrtøku, tí har­við høvdu vit flutt okkum átta stig burtur frá niðurflytingarstrikuni, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy. Í AB hevur lagið verið gott síðani Sámal Erik Hentze aftur er venjari og Sorin Anghel hjálparvenjari. – Tað er neyðugt at gera okkurt nú beinanvegin, so vit kunnu fáa gagn úr broytingini longu undan summar­ steðginum, segði AB málverjin, Heðin Stenberg. Nú er manningarliga broyt­ingin gjørd, og nú fæst at síggja, hvussu tað verður við úrslitunum. AB hevur framvegis ongantíð vunnið í ár. B36 leitar eftir sigrunum TB - B36 Lars Müller Sunnudagin klokkan 15.00 2-0 tapið ímóti Víkingi á heimavølli mikukvøldið bar við sær, at B36 misti møguleikan at verða partur av ársins steypafinalu. – Tað eru vit vónsviknir av. Hug­ burð­urin var ikki nóg góður fyrra partin av 1. hálvleiki. Tá var tað, at Víkingur skoraði málið, sum var so týdn­ingar­mikið, og tað megnaðu vit ikki at taka inn aftur, hóaast vit tá vóru betri fyri, staðfestir Árni G. Nielsen, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein minuttir, og hann leggur aftrat: – Vit mugu arbeiða okkum úr vón­ brotinum ikki at kvalifisera okkum til størsta einstaka fótbóltsdystin á árinum. Nú hava vit fokus á lands­ kappingini. Í TB høvdu tey vónað, at úrtøka fór at spyrjast burtur úr ferðunum til Klaksvíkar og Fuglafjarðar. Tað eydnaðist ikki og eitt stig á heimavølli ímóti AB var eisini vónbrot: – Harvið er trýstið størri at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Vit rokna okkum at hava møguleika ímóti øllum og harvið eisini meistarunum, sigur TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen. Í sjey heimadystum er tað bara eydnast TB at vinna eina­ferð – ímóti FC Suðuroy. Allir hinir heima­ dystirnir eru endaðir við javnleiki uttan tann ímóti NSÍ, sum vann 3-2 við Stórá. Góður hýrur í Sarpugerði Víkingur - EB/Str Eiler Rasmussen Sunnudagin klokkan 15.00 Víkingarnir eru ótroyttiligir. Higartil í ár hava teir sligið høvdið í gólvið í steypakappingini fleiri ferðir. Kortini hava teir nú atgongumerkið til final­ una í hondini. Í landskappingini hava víkingarnir verið mest sum av­skriv­aðir, eftir at teir undan kapp­ ingarbyrjan søgdu seg ætla at vinna fyrsta FM heitið til felagið. 2-0 sigurin á B36 mikukvøldið, finaluplássið og serliga framúr LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur B36 hevur bara vunnið ein av fýra teimum seinastu landskappingardystunum, og NSÍ hevur bara vunnið tveir av fýra teimum seinastu landskappingardystunum Upptakt til Effodeildina ítróttur Toppurin er farin at skinkla