Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 39 Ikki við: Petur Andreasen (Skaddur) Henry Heinesen (Burturstaddur) Við aftur: Sørmundur Kalsø (skaddur) Jákup B. Andreasen (leikbann) Ikki við: Bartal Eliasen (Leikbann, ov nógv gul), Frank Poulsen (Leikbann, 1 dyst afturat) Ivasamur: Dánjal á Lakjuni Ikki við: Rógvi Poulsen (burturst.), Teitur Jóannesarson (knæið), Jobin Drangastein (økslin, 1 vika - møgulig skurðviðgerð), Gert Drangastein (fóturin, 5 vik.) Ikki við: Heine Mortensen (burturstaddur í próvtøkuørindum) - hugburðurin birta undir nýggja vón í landskappingini. Hans Jørgen Djurhuus vísir seg í orðsins sanna týdningi at vera gull verdur á sentrala og verjukenda miðvallarplássinum. – Kurvan vísir rætta vegin. Miku­ kvøldið vóru vit greitt omaná alla tíð­ina. At vit skoraðu leiðslumálið beinan­vegin var avgerandi. Fram ímóti dystarenda vóru vit illa sperd­ ir, tí vit høvdu brúkt so nógva orku. Tá var tað gott at hava Lava, sum so snilt tamdi og spældi Philip Djordjevic leysan, og væl upplagdi Philip sveik okkum ikki og skoraði av­ger­andi 2-0 málið, staðfestir sera væl nøgdi Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. Hóast Víkingur spældi miku­ kvøldið, og gestirnir í EB/Streymi ikki hava verið í dysti síðani sunnudagin, so síggja steypafinalistarnir ljóst upp á tað: – Hatta var klassi. Nærdystirnir vóru nógvir, og vit stóðu okkum væl í teim­um. Tað er hugaligt, tá fleiri av føstu monnunum resta. Nýggju spæl­ararnir stóðu seg væl, og vit skulu halda fram við sama hugburði, sigur Víkinga venjarin. Í EB/Streymi kundi tað staðið betri til eftir tapið í Vági sunnudagin. Ein lítil uggi var tað, tá ið tað eftir steðgin eydnaðist at minka um tapið, so tað fór frá at vera 3-0 og til 3-2: – Vit kunnu brúka hugburðin, sum vit vístu í 2. hálvleiki. Tað hevur ikki gingið væl seinastu vikurnar, men vit rokna framvegis við at røkka mál­ inum, sum er at varðveita plássið í deild­ini, sigur liðformaðurin Niels Pauli Danielsen. Góður stevnuhýrur í Klaksvík KÍ - ÍF Rúni Gaardbo Sunnudagin klokkan 15.00 Leikliga er KÍ við at koma fyri seg. Hóast avrikini ikki hava verið sann­ før­andi, so hevur tað eydnast at vinna fulla úrtøku í øllum heimadystunum uttan einum, og sunnudagin eydn­ aðist tað við góðum avriki at vinna fyrsta sigurin á útivølli í ár. Nú stendur norðoyastevna fyri tørni. Tá plagar KÍ ikki at standa seg so væl, verður ofta tikið til, og tølini stuðla útsøgnini. KÍ hevur ikki vunnið á heimavølli á norðoyastevnu síðani í 2002 (3-1 á EB/Streymi)! Men tá skal havast í huga, at eitt árið var KÍ í næstbestu deildini, og onnur ár varð ikki spælt í landskappingini á norð­ oya­stevnu, tí landsdystir í fótbólti vóru á skránni. Í fjør tapti KÍ 4-2 ímóti Víkingi, og í fyrraárið vann B36 2-0 á norðoya­ stevnu. Felags fyri bæði KÍ og ÍF er tað, at liðini síðsta vikuskifti vunnu fulla úrtøku: – Vit spældu væl í Fuglafirði, tá vit taptu 3-1. Í 4-0 sigrinum á Argjum vóru vit dugnaligir at spæla okkum úr trongum støðum, og vit vóru stinnir í deyð­bólts­støðum. Tað er hugaligt, at Heðin Klakstein og Jóannes Bjartalíð eru so eyðsýndir og nú eru heilt av­ger­andi, heldur KÍ venjarin Mikkjal Thomssen, sum vónar, at tað framvegis verður framgongd í spælinum og á stigatalvuni. ÍF miðvallarin Karl Løkin sigur seg hava gott mót undan vitjanini í Klaksvík: – Hugburðurin hjá okkum var góður í 2-0 sigrinum ímóti TB. Tað varð ov tepurt hjá okkum, tá vit ikki skoraðu seinna málið fyrrenn í síðstu løtu, tí vit høvdu fleiri stórar møguleikar. Vit hava vunnið fyrr í ár á KÍ, men ta ferðina spældi KÍ væl. KÍ er seks stig frammanfyri okkum, so tað er neyðugt at vinna trý stig ímóti teimum, um vit skulu vinna okkum inn á fimta plássið. Tað styttist í toppinum HB - NSÍ Páll Augustinussen Sunnudagin klokkan 15.00 Hesar reglur vórðu skrivaðar, áðr­enn HB og NSÍ hóskvøldið brustu saman í seinnu hálvfinaluni í steypa­kapp­ ing­ini. Úrslitini í landskappingini sein­ astu ferðirnar hava víst, at tað hevur roynst betri hjá HB enn hjá NSÍ. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur saml­ aða úrtøkan hjá HB verið tíggju stig, meðan samlaða úrtøkan hjá NSÍ fýra tær seinastu ferðirnar hevur verið sjey stig. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 14 10 1 3 43 21 +22 31 2 B36 14 7 6 1 28 15 +13 27 3 HB 14 7 5 2 21 15 +6 26 4 Víkingur 14 6 6 2 35 22 +13 24 5 KÍ 14 7 2 5 25 20 +5 23 6 ÍF 14 4 5 5 22 22 0 17 7 TB 14 3 7 4 19 18 +1 16 8 FC Suðuroy 14 4 0 10 19 39 -20 12 9 AB 14 0 7 7 11 23 -12 7 10 EB/Streymur 14 1 3 10 12 40 -28 6 Filip Djordjevic og Víkingur vissaðu sær enn eitt finalupláss mikukvøldið Myndir: álvur haraldsen