hósdagur 4. juni 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2015
SOSIALURIN 63
40
A
llir hasir halgidagarnir
tæga sundur arbeiðstíð
ina um várið. Næstan
ikki ein vika frá páskum
til hvítusunnu uttan ein halgidag.
Fólk, sum tíma at arbeiða, fólkum,
sum dámar at arbeiða, tey missia
arbeiðsrútmuna, tá dagar detta burt
urúr alla tíðina.
Seinasta høgtíðin um várið, ella
hvussu vit kalla árstíðina, vit hava nú,
er hvítusunnan.
Og hví halda vit so hvítusunnu, enn
eitt langt vikuskifti?
Jú, lærlingarnir hjá Jesusi sótu og
drukka vínið, sum leyp av í brúd
leypinum í Kána. Tað var gott vín,
helt longur enn hjúnabandið, so
tað kundi væl drekkast. Og væl
virkaði tað eisini.
Lagið var gott og reypið
óført líka til heilagi andin,
óboðin, kom í gildið við
buldri og braki og firesjóvi.
So gott var perlandi
vínið úr Kána, at ballið endaði við tí,
at kristna kirkjan varð stovnað hesa
náttina við veitslunnar borð. Vorðið
sum timburmenn. Sum ein vanligur
mánadagur, bara nógv verri, sum
ein segði.
Millum allar kristnu halgi
dagarnar eru so nakrir
politiskir, flaggdagurin
og grundlógardag
urin, sum er júst
í dag. Har
afturat eru so teir romantisku, so sum
grækarismessa og 1.mai.
Men vit kunnu ugga okkum við, at
fyrr vóru nógv fleiri halgidagar, sum
nú eru savnaðir í ein dag, dýra biði
dag. Tá skal biðjast og angrast fyri
fleiri dagar, sum vóru fyrr. Rationali
seringin og effektiviseringin sníkja
seg inn alla staðni, eingin sleppur. Ein
samanlagdur dagur.
Løgið annars, at fólk, sum trúgva,
hava brúk fyri so nógvum høvum og
døgum at minna tey á trúnna. Tey um
tað. Ivaleyst gerast tey lukkuligari av
tí. Vit glataðu kronisku syndarar klára
okkum væl uttan, bara vit sleppa til
arbeiðis.
Kirkjan er sterkari enn fakfeløgini.
1. mai er bara frídagur hjá nøkrum.
Kirkjunnar dagar eru frídagar hjá
øllum. Kirkjan ger ikki mun á fólki.
Grundlógardagurin er bara hálvur
frídagur í Føroyum, tí okkurt um annar
hvør føroyingur vil ikki kennast við
donsku grundlógina.
Frídagarnir eru nógvir. 52 leygar
dagar eru og 52 sunnudagar um árið.
Bara har eru 104 frídagar. So eru 261
eftir. Taka vit so allar hinar frídag
arnar, summarfrítíðin 42 dagar, jóla
ferian tíggju dagar hjá teimum flestu,
pluss alt tað leysa, so eru færri enn
200 arbeiðsdagar eftir um árið. Ikki so
løgið, at ting taka tíð.
Men tað er tí, fólk liva so leingi
nú, tað er fyri at hava stundir til allar
frídagarnar.
Nøkur duga betur enn onnur at
brúka ein frídag til annað enn arbeiði
heima við hús.
Ein leygardag fyrrapart, eg kom á
Vestarubrúartorg at seta meg, sótu har
tríggjar kvinnur, svenskar, á einum
beinki, hvør víð sínum vínglasi, tvær
drukku reyðvín (tó ikki úr Kána men
Netto), ein drakk rósuvín. Fløskurnar
stóðu so stinnar á steinseting torgsins.
Kanska ikki nakað at skriva um ella
ringja heim um (dugi ikki at smsa),
var tað ikki tí, at tær vóru allar, giti
eg, yvir 60 ár. Tær høvdu tað stuttligt,
hoyrdist, vínið gjørdi mun, og lítið var
eftir í fløskunum.
Eitt æl fekk tær bara at flyta seg
undir stóra træið í eystara borði á
torginum.
Tá fløskurnar vóru tómar, vórðu
gløsini væl og virðiliga turkað við
serviettum, áðrenn tey fóru í task
urnar. Og tær fóru longri inn í Keyp
mannahavn eftir fleiri góðum løtum.
Stuttligt, 60 pluss svenskar kvinnur
pimpa á einum beinki á einum torgi,
har øll síggja tær. Einki gardinpimparí
har. Bara ein av nógvum ókeypis
upplivingum, tú fært á einum torgi í
einum livandi miðbýi.
Vit eiga annars at fáa okkum eina
Shepherdsmessu í juni at fagna, at nú
koma tey aftur og rýma ikki fyrr enn
í heyst.
Annars er friður at arbeiða líka til
ólavsøku.
Frí halgar, heilar og hálvar
Leivur Hansen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Hoyvík
Bústaður: Einmansvirki sum fríyrkisjournalistur
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Journalistur. Tann 1. oktober havi eg verið í hesi vinnuni í
samfull 45 ár, og eg angri ikki ein einasta dag.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At vit eru veikara kynið, tá
samanum kemur.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
– At ongin kemur sovandi til nakað.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika?
– At fara undir mína egnu fyritøku.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
… farið á pall á Summar Festivalinum og sungið Tjing, tjing, tjing,
uba-ba-luba-luba.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
… hugsa meiri um heilsuna og minni um búkin.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– At vit vóru minni sjálvsøkin, og í staðin
sýndu hvør øðrum størri virðing og umsorgan,
samstundis sum vit sluppu av við allar hesar
víðgongdu, religiøru bólkarnar nær og fjar.
Nær vart tú seinast veruliga
ovfarin?
– Eg eri ovfarin hvønn dag
um, at stórur partur av
føroysku tjóðini ikki ynskir
at eiga hetta einastandandi
vakra og ríka landið.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at
eg:
… ikki havi so grønar fingrar sum konan.
Enda setningin: Føroyingar burdu…
… ferðast meira í egnum landi, og við stoltleika fegnast um
henda framúrskarandi gimsteinin her mitt úti í Norðurhøvum.
BAKSÍÐAN