Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MIÐDFLOKKURIN Á FÓLKATING Sjálvandi skulu vit blanda okkum upp í Føroyingar hava skyldu til at blanda seg upp í danskan politikk á Fólkatingi Áki Bertholdsen - Røðarapallurin á Fólkatingi er ein fantastiskur pallur at føra okkara sjónarmið fram. Tað staðfestur Miðflokkurin. Miðflokkurin eisini still- ar upp til fólkatingið við trimum valevnum, løgtings- monnunum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, umframt við landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen. Og Miðflokkurin leggur dent á, at hann fer ikki uppí kórið hjá teimum, sum leggja dent á, at føroyingar skulu ikki blanda seg upp í danskan politikk. – Eitt umboð fyri Mið­ flokkin fer á Fólkating við øllum pakkanum, og vit fara eisini at leggja okkum út í øll hugsandi donsk mál, sigur flokkurin, nú hann kunngerð, hvat hann fer at atbeiða við. Flokkurin heldur enntá at føroyskir politikarar hava skyldu til at blanda seg upp í danskan politikk. ­– Løgtingið viðger dag og dagliga danskar lógir, sum skulu setast í gildið í Føroyum. Men vit kunnu ikki broyta tær, so at tær hóska til serføroysk viðurskifti, sigur Karsten Hansen. – Antin seta vit lógina í gildi, sum danska Fólkatingið hevur samtykt hana, ella verður hon ikki sett í gildi. Og tí eiga vit at leggja alla orku í at ávirka danskar lógir, áðrenn Fólkatingið samtykkir tær, fyri at verja okkara samfelag, sigur landsstýrismaðurin. Stendur púra greitt Bill Justinussen vísir á, at samfelagsfrøðingur hevur víst á, at í Føroyum eru einar 3000 rættarreglur galdandi, men 1000 av teimum verða beinleiðis gjørdar á Fólkatingi. – Tí mátti tað staðið greitt fyri einum føroyskum fólkatingslimi, hvussu stóran týdning, tað hevur fyri okkum at taka virknan lut á Fólkatingi, har so nógvar av teimum reglum, sum eru í gildi hjá okkum verða samtyktar. – Samstundis er tað ein sannroynd, at tað búgva eisini 20.000 føroyingar í Danmark. Samstundis senda nógv fólk niður at lesa, og í sjúkuørindum. – Eitt føroyskt umboð á Fólkatingi eigur sjálvandi at røkja teirra áhugamal eisini og tí eiga vit sjálvandi at hava eina meining um, hvussu danir skipa sítt skúlaverk og sítt heilsuverk, sigur Miðflokkurin. Jenis av Rana vísir sam­ stundis á, at danir harafturat hava útveitt nógv av sínum lóggávuarbeiðið til ES. Ikki biðja um pengar Hinvegin fer Miðflokkurin ikki á Fólkating at biðja danir geva okkum loysingina, tí tað er ein spurningur, sum skal avgerast í Føroyum og vit hava ferð eftir ferð fingið at vita frá donsku stjórnini, at vit fáa tað, sum vit vilja hava tað. – Vit fara heldur ikki at biðja um hægri ríkisstuðul, ella stuðul til at planta skógir í Føroyum Men ímeðan vit bíða eftir, at Løgtingið mannar seg upp at taka ábyrgdina av Føroyum, fer Miðflokkurin eisini at leggja dent á at føra ein politikk á Fólkatingi, sum útvegar føroyingum so góðar sømdir, sum gjørligt. – Tí fara vit at virka fyri betri atgongd á ES markn­ aðinum, sigur Mið­flokkurin. Men serliga heldur flokk­ urin, at tað er neyðugt at geva føroyingum størri ávirkan í Arktiska økinum og at menna og skipa samstarvi í útnorðri betri. – Tað fær avgerandi týd­ning fyri okkum, sigur Miðflokkurin. Men føroyskir fólkatings­ limir skulu eisini vera ógvu­ liga tilvitaðir um at føra Før­ oyar fram, við tí serliga, vit hava. ­– Ferðavinnan er í stórum vøkstri, og tað er als ikki sjálvsagt, at einn so lítil tjóð sum okkara, hevur sítt egna mál, heldur Bill Justinussen. Miðflokkurin heldur eis­ ini, at ein føroyskur fólka­ tingsmaður eigur at leggja alla orku í arbeiði, tí tað er eitt fulltíðararbeiði. Tí skal ein fólkatingsmaður ikki vera løgtingsmaður, ella hava onnur størv afturat. ALLUR PAKKIN - Vit fara at blanda okkum upp í danskan politikk og tað fara vit at gera allastaðni, vit kunnu. Avgerðir í Danmark hava stóra ávirkan á hvønn einasta føroying og tí fara vit á Fólkating við øllum pakkanum, siga tey trý valevnini til fólkatingsvalið hjá Miðflokkinum Siga dønum hvat býr í einum føroyskum hjarta Vit fara á fólkating at ávara danir ímóti virknari deyðshjálp, fríari fosturtøku og samkyndum hjúnalagi Áki Bertholdsen Tá ið Miðflokkurin nú stillar upp til fólkatingsval, verður tað undir herrópinum um at verja virðini. Og ein høvuðsuppgáva hjá einum fólkatingsumboði fyri Miðflokkin verður at forða fyri, at lógir verða settar í gildi í Danmark, ”sum vit ikki vilja hava í Føroyum”. Tað eru tey trý valevnini hjá miðflokkinum til fólka­ tingsvalið, Karsten Hansen, Jenis av Rana, og Bill Justinussen, samdir um. ­– Tað er ómetaliga um­ ráðandi at verja tey virði, okkara tjóð hevur bygt á í øldir, sigur Karsten Hansen – Tað er ein høvuðsorsøk til at vit fara á Fólkating at gera okkara ávirkan gald­ andi, allastaðni har tað ber til, og í so máta er talara­ stólurin á Fólkatinginum ein tann best hugsandi pallurin. Og teir tríggir staðfesta sostatt, at eisini á Fólkatingi, vera tað kjarnuvirðini hjá Miðflokkinum, tey etisku málini, sum fara at seta sín týðiliga dám á fólka­tings­ arbeiðið. – Vit fara at fortelja dønum, hvat býr í einum føroyskum hjarta, siga tey trý valevnini. Í hesum sambandi fer Miðflokkirin at leggja høv­ uðsdentin á at føra síni virði fram á tí andaliga, etiska, og moralska økinum. – Tað er okkara endamál at føra okkara kjarnuvirði fram allastaðni, har vit kun­nu, og í tí samandi er fólkatingsins røðarapallur eitt tað best, hugsandi høvi, tí øll fylgja við, hvat fyriferst har, siga valevnini fyri Mið­ flokkin. Teir nevna serliga trý øki, Miðflokkurin fer at brúka nógva orku á Fólkatingi upp á. og tað er at ávara danir ímóti virknari deyðshjálp, samkyndu hjúnalagi og fríari fosturtøku. – Eitt umboð fyri Mið­ flokkin á Fólkatingi, verð­ur røddin hjá tí ófødda barni­ num, og fer eisini at ávara ímóti virknari deyðshálp. – Meirilutin av dønum vil hava virkna deyðshjálp og tí er sannlíkt, at tað verður sett í gildi í Danmark, og so er er eisin sannlíkt, at spurningurin fer at taka seg upp í Føroyum, sigur Miðflokkurin.