mánadagur 8. juni 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
Hava ikki samanfallandi
áhugamál við Danmark
Ein týðandi partur av Føroya framtíð verður evnað til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti
okkara við umheimin. Framsókn vil á Fólkating at tryggja, at ein føroyingar fáa ávirkan á hesar avgerðir
fólkatingsval
Danjal av Rana
Hóast Framsókn, eins og
aðrir
føroyskir
flokkar,
halda, at føroysku fólka
tingssessirnir eiga at vera
avtiknir, stillar flokkurin
upp til fólkatingsvalið 18.
juni.
– Tað er okkara skylda at
luttaka í tí politisku skip
anini, vit eru í, og tí eisini
á fólkatingi, greiddi Poul
Michelsen, formaður í Fram
sókn frá, tá flokkurin hevði
tíðindafund og framløgu av
valskrá síni mánamorgunin.
– Vit mugu ásanna, at
nógvar avgerðir sum við
koma okkum her í Føroyum,
verða tiknar uttan fyri land
oddarnar. Tí er sjálvsagt,
at vit eiga at gera okkara
ávirkan galdandi, har hesar
avgerðirnar verða tiknar,
segði hann.
Eitt av hjartamálunum
hjá
Framsókn
er
uttan
ríkispolitikkurin. Flokkurin
roynir at seta uttanríkis
politikk á breddan í Føroy
um og ætlar sær eisini at
leggja dent á tað í einum
fólkatingssessi.
– Í Føroyum verður ógvu
liga lítið kjakast um uttan
ríkispolitikk, serliga ikki á
politiskum støði. Vit í Fram
sókn trúgva tó, at seinasta
tíðin hevur víst, hvussu stóra
ávirkan uttanríkispolitikkur
hevur á Føroyar, og tí er
stundin nú komin, at vit
byrja at blanda okkum upp í
restina av verðini. Vit mugu
gera umheimin og tað í fyri
ferst í honum til ein part av
okkara dagligdegi, tí hetta
gevur
okkum
bæði
eitt
betri perspektiv og mennir
okkara búskap, segði Poul
Michelsen.
Framsókn legði í framløgu
síni dent á, at flokkurin
ikki fer at reka føroyskan
politikk á fólkatingi.
– Føroyskur politikkur
skal fyriganga í Føroyum. Tó
so, nógvar avgerðir tiknar í
Danmark hava stóra ávirkan
á Føroyar. Vit vilja luttaka á
øllum pallum, har avgerðir,
sum viðvíkja okkum verða
tiknar, tí eisini á fólkatingi.
Eitt mál, sum Framsókn
serliga vísti á, er uttanríkis
politiska kósin hjá Danmark.
– Danmark er á fleiri
økjum á eini kós, sum skilist
frá føroysku kósini. Dan
mark nærkast alsamt ES og
flytir meiri og meiri vald til
Bruxelles. Okkara fatan er,
at meginparturin av Føroya
fólki ikki ætlar sær tann
vegin. Hetta er ein skilnaður,
sum fer at gerast alsamt
klárari komandi árini, segði
Poul Michelsen.
– Vit mugu ásanna, at
Føroyar og Danmark, í sera
grundleggjandi, ríkisrættar
ligum spurningum, ikki hava
samanfallandi áhugamál, og
at ein uppgerð okkara mill
um tí er alneyðug. Ríkis
felagsskapurin er bert eitt
eiti, tí tá um ræður at stríðast
fyri
sínum
áhugamálum,
er hugburðurin hjá dønum,
Danmark og tað er Danmark
og tað er bara Danmark, segði
Poul Michelsen, sum sjálvur
hevur ta fatan, at eisini fleiri
danskir politikkarar ynskja
at endurskoða ríkisfelags
skapin.
– Sannleikin er tann, at
veruleikin er um at yvirhála
okkum. Vit hava nú í 70 ár
kjakast
um
heimastýris
lógina og okkara samband
við Danmark, men gongdin
á heimspallinum er nú so
skjót, at skjótt verður avgerð
in tikin fyri okkum, og vit
hava einki annað val, enn at
gerast partur av ES. Tí mugu
vit fáa hesa uppgerð við
danir nú, so at føroyingar
sjálvir kunnu avgera sítt til
knýti til ES, tað verið seg
gjøgnum limaskap, EFTA,
fríhandilsavtalu ella okkurt
heilt
annað,
segði
Poul
Michelsen, sum tó legði dent
á, at Framsókn ikki er fyri
føroyskum ES-limaskapi.
Framsókn er ikki ein
greiður partur av reyða ella
danska blokkinum undan
valinum, og vil ikki geva sín
treytaleysa stuðul til hvørga
veingin.
– Um Framsókn er á vág
skálini, tá stjórn skal skipast,
so fara vit at samráðast við
báðar
partar.
Endamálið
verður tá at fáa tær sømdir,
sum flokkurin hevur tørv
á, og vit stuðla tí stjórn, ið
samsvarar best við virðini
hjá Framsókn, segði Poul
Michelsen. Samstundis legði
hann dent á, at tjóðskapar
liga frælsi vigar tyngst hjá
flokkinum og at flokkurin
fór at stuðla tí stjórn, sum
vildi føra Føroyar longst á
fullveldisleið.
Framsókn fer tó, eins og
Miðflokkurin men í andsøgn
til stóru flokkarnar, ikki at
himprast við at leggja seg
út í danskan politikk, hóast
ítøkiligu málini ikki hava
ávirkan á Føroyar.
– Tað mál eru fyri, sum
vit hava eina áskoðan um,
so fara vit at taka lut í kjak
inum, hvørt málini viðvíkja
Føroyum ella ikki, segði Poul
Michelsen.
Formaðurin vil tó ikki
siga nakað um, hvørt fólka
tingsessurin verður eitt full
tíðarstarv hjá einum umboði
úr Framsókn. Tað verður upp
til tann, ið verður valdur, at
gera av.
– Nú veit eg ikki, hvør
veruliga arbeiðsbyrðan er.
Eg veit, hvat verandi fólka
tingsumboð siga, men teir
gera stutt sagt alt annað,
enn tað teir skulu gera, hóast
teir hava eitt stórt bakland
og fleiri skrivarar at hjálpa
sær. Ongantíð er ónyttan
í føroysku fólkatingssess
unum so væl prógvað, sum
hesi fýra árini, segði Poul
Michelsen og gav til kenn
ar, at hann helt sera lítið
um fleiri av sonevndu avrik
unum hjá sitandi føroysku
fólkatingslimum.
–
Pengar
av
donsku
fíggjarlógini røkka nú langt
inn í føroyska samfelagið.
Tað er einki avrik at reypa
sær av, tvørtur ímóti, segði
Poul Michelsen, formaður í
Framsókn.
Hesi stilla upp fyri Framsókn:
Poul Michelsen, Tórshavn
Hanna Jensen, Norðagøta
Høgni Reistrup, Tórshavn
Karlot Hergeirsson, Argir
Ruth Vang, Tórshavn
Sunneva Háberg Eysturstein, Tórshavn
Myndir: Álvur Haraldsen