mánadagur 8. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hilmar Jan Hansen
Arbeiðið at gera Viðareiðis
tunnilin er nú komið so mik
ið áleiðis, at tað eru minni
enn 400 metrar eftir at bora.
Tilsamans er tunnilin 1.895
metrar langur, og til í farnu
viku vóru boraðir yvir 1.500
metrar. Eftir ætlanini skal
tunnilin vera liðugur at taka
í brúk í fyrsta ársfjórðingi í
2017, og til ta tíð skal Viðar
eiðis kommuna eisini hava
gjørt onkrar tillagingar av
vegakervinum á staðnum.
– Tað, sum er okkara
partur, er fyrst og fremst at
breiðka vegirnar, tí tað er
heldur smalt onkrastaðni. Og
nú nógv ferðsla hevur verið
við stórum bilum í sambandi
við tunnilsarbeiðið, eru onk
rir av hesum vegum longu
farnir heilt illa, so ábøt
ur skulu undir øllum um
støðum gerast á teir, sigur
borgarstjórin á Viðareiði,
Hans Jákup Kallsberg.
Hann vísir á, at Eiðsvíks
vegurin, sum er tað fyrsta,
komið verður til í bygdini
við nýggju farleiðini, skal
breiðkast upp í sjey metrar,
og sum er, liggur í kortunum,
at vegurin helst fer í tvey
eysturi í Króki, sum tey rópa
tað á Viðareiði.
– Eggjarvegin verður einki
gjørt við, tí har er ein gomul
brúgv, sum er fornminni.
Har verður ongantíð nakar
dupultsporaður vegur, uttan
so at okkurt verður gjørt við
brúnna. Men ongar ætlanir
eru um tað, sigur hann.
– Annars hava vit ikki
gjørt
aðrar
fyrireikingar,
tí ferðslan sum so broytist
einki, annað enn at innkoyr
ingin til bygdina verður á
einum øðrum staði, enn hon
er nú. Tí fyrireika vit okkum
heldur ikki til annað enn tað,
ið skal gerast við at breiðka
vegin, har hann kemur inn í
bygdina.
Gleða seg
Einki er at siga til, at viðingar
gleða seg til sína nýggju far
leið, ið fer at gera tað mun
andi tryggari at koma til og
frá Viðareiði.
– At vit fáa tunnilin, verð
ur vónandi ein veldig broyt
ing fyri bygdina. Tað, sum
hetta vónandi fer at gera, er
at tað ættarliðið, sum nú skal
seta búgv, verður verandi her
í bygdini, tá koyrilíkindini
verða tað betri, enn tey eru
nú, sigur Hans Jákup Kalls
berg.
Hóast Viðareiðis bygd er
tann av teimum bygdunum
í Norðoyggjum, sum liggur
longst burtur frá í fyrsta lagi
Klasvík og í øðrum lagi mið
staðarøkinum, hevur bygdin
tey seinnu mongu árini síð
ani síðst í 60-unum staðið í
vøkstri. Í dag búgva um 350
fólk á Viðareiði.
– Í mun til allar hinar
bygdirnar, stendur Viðareiði
framvegis í vøkstri. Fyrst
vóru tað tunlarnir norður
um Fjall og síðani byrgingin
um Hvannasund, ið gjørdu
sítt til, at vit fingu vøkstur,
og nú er so avbjóðingin
hjá okkum eisini at fáa tað
næsta ættarliðið at seta búgv
her, heldur borgarstjórin.
– Bygdin er vaksin øll
árini, men tá vit nú fáa mun
andi frægari atkomumøgu
leikar við hesi nýggju far
leiðini, vildið eg hildið, at tað
skuldi havt so mikið stóran
týdning fyri trivnaðin á
staðnum, at enn fleiri vildu
sett búgv. Og tá vit so vón
andi eisini fáa nýggjan tunnil
Norður um Fjall, skuldi alt
økið norðan fyri havt góðar
umstøður.
hilmarjan@sosialurin.fo
VIÐAREIÐISTUNNILIN
– At vit fáa tunnilin, verður vónandi ein veldig broyting
fyri bygdina. Tað, sum hetta vónandi fer at gera, er at tað
ættarliðið, sum nú skal seta búgv, verður verandi her í bygdini,
sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði
TUNNILIN
NÆRKAST
Viðareiðistunnilin
Løgtingið samtykti á vári 2013, at gerast
skuldi nýggj og hóskandi farleið til Viðareiðis,
har trupulleikar í mong ár hava verið av grót-
og skriðulopum, umframt at stórur partur av
vegnum er einbreytaður, so neyðugt var at
dagføra og tryggja farleiðina til Viðareiðis.
Hetta verður gjørt við einum 1.895 metra
longum og tvíbreytaðum tunli úr Hvannasundi
til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur
vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og
nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis, og
samlaða nýggja vegalongdin verður umleið
fýra kilometrar.
Spakin var settur í mánadagin 23. juni í fjør,
og fyrsta skotið latið av 28. august, og eftir
ætlan er Viðareiðistunnilin liðugur og klárur
at taka í brúk fyrsta ársfjórðing í 2017.
Nýggjastu samferðslutølini vísa, at tað
koyra 432 akfør um samdøgrið eftir
Viðareiðisvegnum, og í 2024 verður mett, at
ferðslan er komin upp í 510 bilar.
Viðareiðistunnilin er fyrsta stóra
samferðsluíløgan Norðan fyri Fjall í mong
ár, og tær báðar síðstu vóru byrgingin um
Hvannasund í 1974 og vegurin til Múla
miðskeiðis í 80-unum.
Hóast farleiðin til Viðareiðis ikki hevur verið tann besta í mong ár, hevur bygdin tey mongu seinnu árini staðið í vøkstri
Mynd: Landsverk