mánadagur 8. juni 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
VIÐAREIÐISTUNNILIN
Hilmar Jan Hansen
Samlaði fíggjarkarmurin hjá
Løgtinginum fyri nýggju
farleiðina til Viðareiðis er 162
milliónir krónur, sum er tað
mesta, tunnilin kann kosta.
Sambært fíggjarlógina fyri
2015 síggja tølini soleiðis út,
at brúktar eru 37,5 milliónir
krónur í 2014, í ár standa
35,5 milliónir krónur á fíggj
arlógini, og ætlandi skulu
brúkast 47,5 milliónir í 2016
og 32 milliónir í 2017.
– Men nú sær út til, at
játtanin fylgir ikki við ar
beiðinum, tí sum skilst,
røkkur játtanin ikki longur
enn til, at tað verður skotið
ígjøgnum og vegurin gjørdur
liðugur. Eru pengarnir ikki
har, verður ein steðgur í ar
beiðinum til einaferð næsta
ár, áðrenn el og alt tað kann
verða lagt í tunnilin, sigur
borgarstjórin á Viðareiði,
Hans Jákup Kallsberg, ið
altso stúrir fyri, at arbeiðið
við tunlinum ikki verður
samanhangandi, tí játtanin
ikki megnar at fylgja við.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum, sum eisini
umsitur landsvegir, ásannar
eisini, at Articon hevur ar
beitt skjótari, enn játtanin er
sett av.
– Vit eru meira von við,
at tað er øvugt, at arbeiði
plaga at vera seinkað, men í
hesum føri hevur gingið so
mikið væl, at tað sær út til,
at tá næsta ár er liðugt, so
er eisini alt arbeiðið liðugt.
Við øðrum orðum bendir
tað á, at teir arbeiða skjótari,
enn játtanin er, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður.
– Hetta er so einasta verk
ætlan í mong ár, ið fær tann
positiva trupulleikan, at tað
gongur »ov skjótt« við at
fremja hana, um vit kunnu
siga tað so. Arbeiðið skal
vera liðugt í 2017, og játtanin
koyrir fram til og við 1. jan
uar 2017.
Játtan skal halda
Samstundis sum alt bendir
á, at Viðareiðistunnilin altso
er komin væl longur áleiðis,
enn tað lá í kortunum, tá
verkætlanin varð skrúvað
saman, kann tað gerast
ein trupulleiki, um pengar
ikki eru til taks, so arbeiðið
tvørturímóti má steðgast
ella setast niður í ferð.
– Eg havi bara tað at halda
meg til, sum er játtað av løg
tinginum, so skal játtanin
til tunnilin broytast, so skal
eg steðga onkrum øðrum,
tí hetta arbeiðið gongur so
væl. Tað er sjálvandi gleði
ligt, at nógv ferð er á ar
beiðinum, men um eg sum
politikari skal fara inn at
broyta tað, so játtan og ar
beiðið passa betur saman,
skal eg annaðhvørt vaksa um
undirskotið á eini fíggjarlóg
ella steðgað onkrum øðrum.
Og tað kemur ikki upp á tal,
at undirskotið á fíggjarlógini
skal hækka, sigur Jørgen
Niclasen.
– Eg veit ikki ordiliga,
hvussu teir í Articon gera
við hetta, men eg dugi væl
at síggja, at tað er bíligari
fyri eina fyritøku at arbeiða
skjótt, tá arbeiðið er í gongd.
Men teir kanska teir steðga í
eina tíð og koyra so fulla ferð
á, tá játtanin aftur er har.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at tað hava verið fleiri av
bjóðingar í sambandi við
arbeiðið at gera tunnilin, tí
fyrst vóru tilboðini hægri
enn
metingarnar,
síðani
komu trupulleikar við inn
takinum, tá farast skuldi í
gongd við at bora, so nú sær
hann tað sum ein »positivan
trupulleika«, at arbeiðið hev
ur yvirhálað játtanina.
– Fyri viðingar ivist eg
ikki í, at tað hevur minni
at siga, um arbeiðið verður
liðugt nakrar mánaðir fyrr
ella seinni. Umráðandi fyri
okkum er, at prísurin heldur,
tí tað skal hann, sigur Jørgen
Niclasen.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Fyri viðingar ivist eg ikki í, at tað hevur minni at siga, um arbeiðið verður liðugt nakrar mánaðir fyrr ella
seinni. Umráðandi fyri okkum er, at prísurin heldur, tí tað skal hann, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
PRÍSURIN SKAL HALDA
Arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin hevur gingið so mikið væl, at tað er í ferð við at yvirhála játtanina, sum í ár er upp á 35,5 milliónir krónur
Mynd: Landsverk
Hilmar Jan Hansen
– Tað hevur gingið rættiliga
væl við arbeiðinum, og tað
eru vit eisini øgiliga fegnir
um, sigur stjórin í Articon,
Jón Sigurdsson, nú byggi
felagið arbeiðir við fullari
ferð fyri at gera Viðareiðis
tunnilin.
Ferðin er enntá so nógv,
at arbeiðið sær út til at fara
at yvirhála játtanina hjá løg
tinginum, og tí kann koma
upp á tal, at arbeiðið steðgar
á, meðan bíðað verður eftir,
at játtan aftur er tøk, tí so og
so nógv er sett av hvørt ár til
arbeiðið.
– Eg dugi ikki at síggja
fyri mær, at vit skulu steðga
við arbeiðinum, bara tí tað
hevur gingið so væl. Og vit
stegða so ikki, uttan at vit
verða steðgaðir, tí tað ber
ikki til bara at steðga einum
sovorðnum arbeiði uttan
víðari, sigur hann.
– Tað síggi eg altso ikki
fyri mær sum ein realistisk
an møguleika, og eg fái meg
ikki ordiliga til at trúgva, at
tað kemur upp á tal at steðga
einum arbeiði, sum gongur
øgiliga væl, heldur enn at
flyta játtan frá onkrum, sum
ikki gongur so væl.
Stjórin í Articon endur
tekur, at tað er rættiliga dýrt
at steðga einum sovorðnum
arbeiði,
samstundis
sum
hann minnir á, at tað bílig
asta fyri allar partar er at fáa
tað at ganga skjótt og fáa tað
skjótt liðugt.
– Hetta hevur gingið fyri
myndarliga væl higartil, so
eg vil ikki hopa, at tað skal
steðgast, tí játtanin brádliga
ikki er har. Tað fái eg meg
heldur ikki til at trúgva, men
vit kunnu hinvegin heldur
ikki arbeiða fyri einki. Nei,
eg vænti, at onkur loysn man
finnast, so arbeiðið heldur
fram og verður gjørt liðugt,
sigur Jón Sigurdsson.
Stjórin í Articon fær seg ikki til at trúgva, at tað kann koma upp á tal at stegða arbeiðinum
við at gera Viðareiðistunnilin, tí tað gongu so væl, at tað yvirhálar játtanina
Arbeiðið kann ikki steðgast