mánadagur 8. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ORKA
Hilmar Jan Hansen
Eftir at hava havt ein steðg
í arbeiðinum í vetur, hevur
Nólsoyar Orkufelag nú aftur
lagt til brots við vindmylluni,
ið stendur norðan fyri Nóls
oyar bygd. Endamálið við
hesi myllu er, at hon skal
hjálpa til við upphiting av
nøkrum sethúsum, heldur
enn at tey brúka olju og olju
fýr.
– Nú veðrið væntandi
verður betri í summarhálv
uni, fóru vit í gongd aftur
í síðsta mánaði, og nú er
so ætlanin, at myllan skal
koyra meira og meira, sigur
Bjarti Thomsen, formaður í
Nólsoyar Orkufelag, ið sigur,
at tað hevur ikki ligið so væl
fyri arbeitt við mylluni í
vetur, tí millum annað veðrið
ikki hevur verið til vildar.
– Tað liggur betri fyri um
summarið, tí veðrið hev
ur sjálvandi sítt at siga. Vit
høvdu eitt sindur av roynd
arkoyring, tá myllan kom
upp síðst í 2012, og eisini
koyrdu vit eitt sindur inn í
2013. Men vit hava havt yms
ar tekniskar trupulleikar,
ið hava darvað arbeiðinum,
men nú eru vit við at vera
har, so vit kunnu koma ordi
liga í gongd.
Trupulleikar hava verið
við stýringum, sum hava
gjørt, at tað ikki ordiliga er
eydnast at fáa brúkt vind
mylluna sum ætlað. Millum
annað er okkurt relé gingið
fyri, so teir noyddust at finna
okkurt annað, ið riggaði bet
ur, og soleiðis hava teir leitað
og roynt seg fram.
– Tað hevur verið eitt
sindur svikaligt við eyka
lutum, men nú eru vit kom
in so mikið langt, at vit
koyrdu mestsum allan dagin
næstsíðsta vikuskitið. Og
hesa næstu vikuna vænta
vit, at vit veruliga fáa gongd
á royndarkoyringina, sigur
Bjarti Thomsen.
Spara av oljuni
Hugskotið við vindmylluni
í Nólsoy er, at hon skal
geva sethúsum hita, so tey
sleppa undan at brúka olju
og oljufýr, og skipanin við
heitum vatni, sum kemur frá
orkuni frá mylluni, verður
bundin saman við tí skipan,
sethúsini hava framman
undan.
– Í løtuni eru átta hús
bundin í við hitarørum, so
tá myllan er í gongd, kunnu
fólk spara tað, tey annars
vildu brúkt í olju. Vit høvdu
avtalu við tilsamans 23 hús,
men nøkur teirra liggja so
mikið burtur frá mylluni, at
í teirra føri skal leggjast ein
elkaðal, so tey koma at hava
hitatanga sjálvi, sigur Bjarti
Thomsen.
Hann sigur, at tað hevur
riggað fínt við hitanum, tá
myllan hevur verið í gongd,
og tí hava tey góðar vónir
um, at tað skal koma nakað
burtur úr verkætlanini, ið
eisini hevur verið darvað av,
at aðrir partar hava verið
uppií, men tikið seg burturúr
aftur.
– Vit hava gjørt nakrar
royndir saman við VitOrku,
men tað samstarvið steðgaði
líkasum upp, tá tað kom til,
at teir skuldu rinda fyri tað,
og teir eru so farnir avstað
við sínari útgerð. So skuldu
vit aftur hava okkara egnu
útgerð, og hon kom ikki
upp á pláss fyrr enn síðst
í november mánaði, sigur
hann.
– Okkurt av tí, sum vit
fingu, riggaði ikki, sum tað
skuldi, og onkur pakki bleiv
eisini vekk, so tað var við til
at gera, at vit ikki fingu alt
koyriklárt í vetur. Nú eru
vit so komnir eitt sindur
longri, og hesa næstu vikuna
koma vit at hava enn meira
innkoyring, so myllan meira
javnan fer at mala.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Hesa næstu vikuna vænta vit, at vit veruliga fáa gongd á royndar
koyringina, sigur Bjarti Thomsen, formaður í Nólsoyar Orkufelag,
sum eigur og rekur vindmylluna norðan fyri Nólsoyar bygd
NÚ FER AT
MALA Í NÓLSOY
»Grøna oyggin«
Orkuverkætlanin, sum hevði til endamáls,
at Nólsoy skuldi gerast ein »grøn oyggj«,
byrjaði heilt afturi í 2003 sum ein verkætlan
hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Henda
ætlan hevði til endamáls at menna skipanir,
so upphiting av húsum og bygningum kann
gerast við vindorku, heldur enn at brúka olju og
oljufýr.
Verkætlanin var fíggjað av pengum, sum
vóru játtaðir til eina kanning av teimum
møguleikum, ið vóru fyri at brúka varandi
orkukeldur í útnorði. Hetta arbeiði endaði í
2007, men kanningarúrslitini í Nólsoy vóru so
mikið áhugaverd, at hildið var fram.
Nólsoyar Orkufelag, sum var sett á stovn
í august 2006, loftaði einum parti av
verkætlanini og við 1,8 millión krónum í stuðli
frá Innlendismálaárðanum, keypti felagið í
2011 tvær vindmyllur at brúka til upphiting av
sethúsum. Onnur myllan varð sett upp norðan
fyri bygdina og hin verður brúkt til eykalutir.
Vindmyllan í Nólsoy kann í løtuni hita átta hús upp, men avtala er gjørd við tilsamans 23 hús, sum kunnu fáa heitt vatn burtur úr tí orku, sum kemur frá mylluni
Mynd: Álvur Haraldsen