mánadagur 8. juni 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
Meðan valstríðið er í gongd – nú til fólkatingsvalið og seinni til løgtingsvalið
– so fækkast talið av fólki í Føroum, sum eru undir 40 ár
POLITIKKUR
Árni Gregersen
Talið av íbúgvum í Føroyum
er hækkað seinasta árið
við nøkrum hundrað, men
allar framskrivingar vísa, at
sjálvt um talið av samlaðu
íbúgvunum
hækkar
eitt
sindur, so er trupulleikin,
at fleiri og fleiri av teimum,
sum búgva her á landi eru
yvir 40 ár.
Stutt sagt, so gerst aldurs
samsetingin øðrvísi og hon
vendir skeivt. Vit gerast
fleiri eldri, sum á ein ella
annan hátt skulu forsyrgjast,
meðan tað gerast alt færri á
arbeiðsmarknaðinum, sum
skulu skapa virðini og tjena
pengrnar.
Búskaparráðið
varpaði
ljós á hendan trupulleika í
seinastu búskaparfrágreið
ingini, sum kom fyrr í vár.
Búskaparráðið sigur, at
fólkatalið – til- og fráflyting –
er ein sera týðandi indikator
fyri, hvussu tað gongur í
Føroyum.
Í 2014 vóru 23.565 føroy
ingar yvir 40 ár, meðan áleið
1000 fleiri eru yngri enn 40
ár.
Trupulleikin í demograf
iini – ella fólkasamansetn
inginum – er, at tey sum eru
undir 40 ár gerast alt færri.
Verður til dømis hugt aftur
til 2004, so vóru tað 6.500
føroyingar fleiri yngri enn 40
ár enn eldri.
Verður hugt eftir tí so
nevndu fólkapyramiduni, so
sæst, at talið av fólkum mill
um 20 og 40 ár er munandi
minkað í Føroyum síðani
1989.
Hetta er ein spurningur,
sum eigur at verða tikin í
álvara, tí tað er júst tann
aldursbólkurin,
sum
fær
børn og harvið tryggjar
framtíðina – og ger, at
fólkapyramidan ikki gerst
enn tyngri í oppinum.
Bornholm
Í Danmark er gongdin meira
ella minni tann sama. Fleiri
eldri danir eru, men tað
hongur í stóran mun saman
við, at livialdurin hækkar.
Men eitt av støðunum,
sum
kann
samanberast
við Føroyar er Bornholm.
Oyggin liggur eitt sindur
avsíðis og manglar nógvar
útbúgvignarmøguleikar.
Tí
flyta
ung
til
onnur
støð í landinum at taka
útbúgvingar og koma kanska
ikki aftur til Bornholm.
Fólkatalið
minkar
við
stórari ferð. Seinastu átta
árini er talið lækkað úr sløk
um 45.000 til undir 40.000 í
dag – og framrokningarnar
siga, at tá ið sjey ár afturat
eru farin, so er fólkatalið á
Bornholm undir 35.000.
Umframt at tey ungu
flyta burtur, tí tey skulu
útbúgva seg, so er ein annar
trupulleiki, at arbeiðsplássini
eru fækkað so nógv.
Fiskiídnaðurin er mink
aður niður í næstan onki.
Tvinnar orsøkir eru til tess.
Onnur er, at lítil fiskur er
í Eystursjónum, men hin
er, at tað væl loysir seg hjá
fiskakeyparunum at virka
fiskin
aðrastaðni
enn
í
Danmark.
Virkir
í
Baltikum
og
Pollandi kunnu virka tað
sama
sum
gjørt
verður
í Danmark, men har eru
lønarútreiðslurnar munandi
minni.
Ferðavinnan gongur væl,
men
arbeiðsplássini
har
vaksa ikki eins nógv og
onnur arbeiðspláss í ídnaði
num fækka.
Ein
annar
trupulleiki
í Danmark er, at seinastu
15 árini eru so at siga øll
statslig arbeiðspláss flutt
til
høvuðsstaðarøkið
á
Sjællandi.
Føroyar
Í Føroyum gerst fólkapyra
midan tung, tí so nógv fara
av landinum at lesa og eru so
leingi burtur.
Vit hava Fróðskaparsetrið
og politiskt verður sagt, at
tað skal styrkjast.
Fleiri og fleiri næmingar
eru eisini á Setrinum, men
flestu teirra eru næmingar,
sum annars høvdu gingið
á Føroya Læraraskúla og
Sjúkrarøktarfrøðingarskúla
num. Hesir báðir skúlar eru
nú partur av Setrinum.
Á arbeiðsmarknaðninum
er tað soleiðis, at privata
vinnulívið er savnað meira
og meira á færri hondum.
Í dag eru nógv færri
reiðarí, færri fiskavirkir og
færri skip.
Pelagisku reiðaríini eru
fá, men tey hava so afturfyri
gjørt stór virkir á landi, sum
hava skapt arbeiði.
Alivinnan
er
í
veru
leikanum eisini bert trý
feløg. Fyri at standa seg í
kappingini, so noyðist hon
eisini at rationalsera og
harvið minka talið av fólki.
Tað er bert í heilt fáum
førum tað er eydnast at
skapa arbeiðspláss uttanfyri
fiski- og alivinnuna, sum
setir krøv til vælútbúnað
arbeiðskraft.
Útbúgving og vinna
Fyri at tryggja, at aldurs
pyramidan ikki fer heilt av
lagi, so er alneyðugt, at vit
syrgja fyri, at ung fólk hava
betri útbúgvingarmøguleikar
í Føroyum.
Sjálvandi kunnu vit ikki
hava allar útbúgvingar her,
men neyðugt er at hava
partar av útbúgvingunum
her, so ungfólk ikki noyðast
at fara av landinum í seks-
átta ár fyri at nema sær
útbúgvingar.
Ein onnur lkoysn er sjálv
andi at geva fólki góðar
møguleikar at lesa aðra
staðni enn í Danmark. Eisini
fyri at tryggja, at tey so koma
heimaftur og liva víðari her.
Men
onki
av
hesum
letur seg gera uttan at eitt
samstarv verður funnið við
vinnuna.
Fyri yvirhøvur at liva í
Føroyum er neyðugt, at her
er nóg mikið av arbeiðs
plássum. Innan fiskivinnu og
fiskiídnað, men vit noyðast
eisini at skapa onnur arb
eiðspláss, sum geva inntøkur
til samfelagið.
Á Bornholm er tað í ein
støkum førum eydnast at
draga størri fyritøkur til
oynna, men hetta hevur víst
seg at vera heldur svikaligt,
tí tað skulu ikki stórar
broytingar í marknaðinum,
so lata hesa fyritøkur virkini
aftur.
Hinvegin er tað eydnast
at skapa fyritøkur á Born
holm, sum røkka um allan
heim. Ein fyritøka er Jen
sen, sum ger maskinur til
klædnareingerð í stórum
skala.
Ein onnur fyritøka, sum
eisini røkkur allan heim, ger
pakning til matvøruídnaðin.
Spírandi
smærru
virkini
í
Føroyum,
sum
skapa
arbeiðspláss,
eiga
tí
at
fáa stuðul, so tey kunnu
mennast og koma út á
altjóða amrknaðin.
Arbeiðsplássini eru í seinasta
enda tað, sum ger at vit
framhaldandi vilja búgva
her.
Nýggj størv avgerandi fyri fólkavøkstur í Føroyum
HART ORÐASKIFTI, MEN
ENN STENDUR Á JØVNUM
Árni Gregersen
10 dagar eru til danir og vit
skulu á val, men enn tykist
ikki vera heilt greitt hvør av
blokkunum í Fólkatinginum
fer at vinna sær meirlutan.
Veljarakanningarnar vísa,
at støðan er heilt á jøvnum,
men meðan blái blokkurin í
eina tíð var eitt vet fram
manfyri, so er hetta broytt
hesar seianstu dagarnar til,
at tað er reyði blokkurin, sum
er eitt sindur frammanfyri.
Valstríðið
harðnar
og
flokkarnir í Danmark lova
meira og meira, men tað
eru framvegis lyftir, sum
broyta gerandisdagin eitt
vet hjá smáu bólkum í
samfelagnum,
Hinvegin tykist tað ikki
sum nakar kemur fram við
grundleggjandi broytingum,
sum fara at raka flestu danir.
Til dømis er vert at leggja
til merkis, at so at siga onki
orðaskifti er um viðurskiftini
hjá Danmark í ES.
Tað tykist sum danska
politiska
skipanin
hevur
tikið til eftirtektar, at nógv
viðurskifti hava danskir pol
itikarar ikki nakra ávirkan á.
Tað er latið til ES at taka
sær av.
Hólmgonga
Í gjárkvøldið var hólmgonga
í sjónvarpinum millum Helle
Thorning og Lars Løkke.
Hetta er aðru ferð, at tey
bæði kjakaðust í sjónvarpi
num í valstríðnum. Heaferð
var andstøðuleiðarin meira
ágangandi og vann kanska
kjakið, sambært eygleiðar
um.
Hinvegin siga somu eyg
leiðarar, at hesar hólmgong
urnar neyvan flyta atkvøður
uttan so, at annar parturin er
óheppin í onkrum útsagnum.
Tað hendi ikki í gjár.
Helle Thorning og Lars Løkke.
Mynd: Polfoto