Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 Kommunan ynskir, at til­ boðini upp á ávikavist gras­ sláing og reinhald vera skild sundur, men fólk kunnu antin bjóða upp á bæði - ella bara upp á annað.  Tá ræður um grassláing eigur kommunan umleið 14.000 fermetrar í 43 ym­ isk­um pettum, harav 16 - ella 4.160 fermetrar - eru í økinum við skúlan í Trongisvági, meðan 21 - ella 5.405 fermetrar - eru í mið­ býnum á Tvøroyri. Haraftrat eru umleið 4.031 femetrar í kirkjugørðum og 755 fermetrar kring tríggjar minnisvarðar. Í útbjóðingartilfarinum sæst, hvussu ofta økini skulu sláast í tíðarskeiðnum frá juni til august. Í mið­bý­ num á Tvøroyri snýr tað seg um at lúka ókrút og annars vanligt reinhald av vegum, gongubreytum og al­mennum økjum í summar­ mán­aðunum. Tilboðið upp á rein­hald snýr seg ikki um gras­slá­ing og sóping sum so av koyri­ breytum, men Tvøroyrar kommuna sigur, at talan tó kann vera um at sópa gongu­ breytir eftir tørvi. Í sambandi við at árliga Summarframsýningin let­ur upp bjóðar Norður­ landahúsið til eitt heilt serstakt tiltak frá klokkan 16.00 mentanarnáttina fríggja­kvøldið. Summarframsýningin 2015 ber heitið: The Weath­ er Diaries, Veður­dag­bøk­ ur­nar, og er skapað av lista­kvinnunum Cooper og Gorfer.    Cooper & Gorfer hava í tvey ár savnað søgur mill­ um sniðgevarar og lista­ fólk í Íslandi, Føroyum og Grøn­landi. Tær byrjaðu sítt arbeiði í 2012 við eini kunn­ingarferð til øll trý londini fyri at hitta ym­isk­ ar sniðgevarar. Eftir kunn­ ingarferðina funnu tær útav, at veðrið hevur ein serstakan leiklut í øllum trimum londunum, og tí fekk framsýningin heitið The Weather Diaries. Listarliga eyðkennið hjá Cooper & Gorfer eru ster­kar frásøgumyndir við greiðum tilvísingum til mentanararv, søgu og klædna­búnar. Søgan, tær ynskja at fortelja, snýr seg um tann týdning, ið móti og nútímans snið­gev­ing hevur fyri okkara ment­anar­ sam­leika. Framsýningin set­ir gjøgnum myndir og onnur listaverk spurnar­ tek­in við, hvussu vit brúka sniðgeving til at lýsa okk­ ara mentanarliga eyð­kenni, okkara mentanararv og sam­leika, og hvussu estet­ iskur framburður mennir okkara fatan av okkum sjálvum og tí staði, har vit búleikast. Harumframt fær áskoðarin eisini innlit í tær meira persónligu søgurnar hjá sniðgevunum, har greitt verður frá mýtum, sagnum og hugmyndum, ið hava spælt ein stóran leiklut fyri skapandi tilgongdina. Listafólkini eru: Barbara I Gongini (FO), Bibi Chemnitz (GL), Cooper & Gorfer (US, AT), Guðrun & Guðrun (FO), JÖR by Guðmundur Jörundsson (IS), Kría (IS), Mundi (IS), Nikolaj Kristensen (GL), Rammatik (FO) og STEiN­ UNN (IS).   Skrá 16.00 Sif Gunn­ars­dóttir, stjóri, bjóð­ar vælkomin 16.05 Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri. 16.15 Kata. Sangbólkurin Kata er ein acapella bólkur samansettur av fimm songkvinnum, sum allar hava gjørt vart við seg hvør sær: Arnfríð Lützen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Eyð Berghamar Jacobsen og Unn Paturson. 16.20 Sarah Cooper og Nina Gorfer fortelja um hvussu Weather Diaries bleiv til. 16.40 Kata. 16.50 Barbara í Gongini letur framsýningin upp. Tvøroyrar kommuna bjóðar nú út grassláing á kommunalum økjum í kommununi og ávíst reinhaldsarbeiði í miðbýnum. Tey, ið hava hug at taka sær av hesum fyri kommununa, eru vælkomin at bjóða seg fram. Mentanarnátt í Norður­ landahúsinum Kommuna bjóðar tað grøna út The Weather Diaries Aftur í ár skipar róðrarfelagið Neystið fyri regatta í Ishøj havn. Hetta verður komandi leygardag, tann 13. juni. Stevnan verður sett klokkan 14.00 og síðani verður kappróður á skránni. Hetta er 28. ferð, at skipað verður fyri regatta í Ishøj.  Fyriskipararnir siga, at sum nakað nýtt fara teir at royna at stroyma kappróðurin av Sundalagsstevnuni, sum eisini er hendan dagin, soleiðis at ein kann fylgja við kappróðrinum bæði í Ishøj og heima í Føroyum. Eins og undanfarin ár, endan regattain við eini veitslu, har heiðursmerki verða handaði. At enda fara føroysku Voices of Rock eisini at syngja. Døgg Nónsgjógv á Voxbotn Hóast sín unga aldur, hevur Døgg Nónsgjógv longu vunnið eina heiðursløn á Faroese Music Awards, tá hennara lag “Tú tók mína hond” í fjør varð ársins hitt. Hetta er bert eitt av fleiri løgum, ið Døgg í samstarvi við Hans Jacob Kollslíð hevur givið út. Hesi løgini hava sítt egna ljóð, og tað er follið føroyskum útvarpslurtarum sera væl í oyra. Døgg kemur á Voxbotn við sínum bólki av dugnaligum og royndum tónleikarum, ið duga at geva hennara løgum rætta flogið. Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Døgg, eru poppkometirnar John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, Ester Kristianssen, Eyðun & Terji, Marni Kruse, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin. Onnur nøvn koma eisini á skránna komandi tíðina.