Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Í dag, mánadagin 8. juni, eru tað seksti ár síðani, at Jens Christian Guttesen varð bor­ in í heim. Jens Christian er havn­armaður, og mest sum alla sína tíð hevur hann búð í heimstaðnum og úti í vestur­ býnum. Vøggan stóð í Torfinsgøtu. Foreldrini vóru Pavla og Jens Guttesen, sum bæði vóru havnarfólk. Áðrenn tey fingu einkarsonin, áttu tey Jónu, Katrina og Gunrið. Katrin býr á Eiði, og hinar báðar búgva í Havn. Eftir skúlaárini arbeiddi Jens Christian eitt skifti í teppi­handlinum, sum Árni Jensen, sáli, í sjeyti árunum hevði í Kongagøtu. Tað er nógvur tónleikur í Guttesen slagnum, og evn­ ini og hugurin bóru við sær, at tað var so upplagt, at Jens Christian nam sær út­búgving í tónleiki, og at tón­leikurin alla hansara tíð hevur fylt nógv – bæði í arbeiði og frítíð. Cello og kór­ leiðsla eru tað, sum 60 ára føð­ingardagsbarnið hevur fingist mest við. Síðst í sjeyti árunum og fyrst í áttati árunum var Jens Christian í Keypmannahavn, har hann lærdi at spæla og luttók í symfoniorkestri. Mið­skeiðis í áttati árunum var hann í Tróndheimi, og har leyk hann fakliga og námsfrøðiliga útbúgving í tónleiki. Í tredivu ár hevur Jens Christian undirvíst í musikk­skúlanum. Tey fyrru árini ferð­að­ist hann nógv kring landið, men tey seinnu árini hevur tað mest ver­ið í høvuðsstaðnum, at hann hevur starvast. Jens Christian er nærlagdur lærari. Fleiri av hansara næm­ingum hava nomið sær víðari útbúgving, og í Før­ oya Symfoniorkestri, har hann hevur verið drúgvur og trúgvur, spælir Jens Christ­ ian nú saman við fleiri, sum tóku fyrstu fetini á musikk­ leiðini undir hansara veg­ leiðing. Í frítíðini eru tað serliga sangkórið í Ebenezer og dupultkvartettin, sum hava verið á dagsskrá. Jens Christian tók á seg at stjórna kórinum, tá ið pápi hans­ara legði frá sær, og nú hev­ur hann stjórnað kórin­um í tredivu ár. Í dupult­kvar­tett­ ini hevur hann sung­ið saman við vinmonnunum síðani miðskeiðis í áttati árunum. Framvegis møta teir upp og syngja í sambandi við serlig høvi, um tað so er gleði ella sorg. Jens Christian hevur góðar gávur at fáast við ymisk sløg av handverki, og honum dámar væl at spæla golf. Jens Christian er giftur Maluni, fødd Gaard og ætt­ að úr Havnini. Tey búgva í hugnaligum heimi í Brøttu­ líð. Børnini hjá teimum eru Annika, Pavla og Jens. Fyrra konan var Kristina fødd Joensen og ættað úr Klaks­ vík. Hon doyði av herviligari sjúku í 1990. Hjartaliga til lukku á runda degnum góði Jens Christ­ian og takk fyri gott vina­lag í mong ár. Jóannes Ein lítil føðingardagsheilsan frá vinkonu við tøkk fyri manga góða arbeiðsløtu og nógvar kreativar tímar, har vit hugagóðar hava fingist við ymisk verkevni, innan sjón­leik. Eg kenni fleiri eldsálir. Tú er ein av teimum brennandi. Umframt at vera eldsál, so er tú eisini yrkiskvinna, sum er hyggin og skilagóð og heilt niðri á jørðini. Tú er tilvitað um, at tá ið trupulleikar skulu loysast, so er gott at greina og vandaliga fara til verka. – Henda dupultheitin hjá tær ger, at tú er góð at vera saman við. Tú tekur fult lut í tí, sum tú fæst við. Tín nærvera, tín umsorgan og títt álit á onnur eru týðandi egin­leikar. Kreativa lívsleiðin hjá tær byrjaði tíðliga. Tú hevur frá ungum árum havt hegni at tekna, mála, yrkja, skriva og spæla sjónleik. Hesi evni hevur tú brúkt til tað, sum tú hevur avrikað millum ár og dag. Hetta at vera og virka í pall ljósinum sigur eitt sind­ur um tín áhuga fyri sjón­leiki. Ljós verður sett á hugsan og tað, sum kemur til sjóndar. Eitt lívsstarv sum ljós­ móð­ir er eisini tengt at ljósi. Kanska ikki tilvildarligt, at tú hevur valt hetta yrki: Arbeiðsplássið, har tú hevur starvast, hevur fyri størsta partin verið føði­ deild­in á landssjúkrahús­ in­um. Eg havi skilt, at mest hava tað verið gevandi ljósar løtur, har tú, aðrar ljósmøður og læknar í samstarvi hava tikið ímóti nýføðingum/før­ oy­ingum. Onkrar løtur í slík­ um arbeiði eru eisini tungar, tá ið alt ikki gongur, sum vónir vóru til. Tá krevst skil og tol og menniskj-ansligir eginleikar. Familjan við faðir, manni, døtrum, versynum og ommu­børnum eru týðandi í tín­u­m lívi. Tú er familjukær og vin­sæl. Við tínum sjónleikar­gáv­ um hevur tú tulkað og spælt karakterir, har kenslulig og vitborin evni eru lýst. Eg havi lagt til merkis, at tær dámar avbjóðingar. Tú ert brá av lindi og altíð á ferð at royna nýggjar leiðir, og stundum er fjúsið stutt, men eisini ert tú tolin og trúgv í samskiftinum, tá ið um­ræð­ ur verkætlanir, sum tú trýrt upp á. Tú hevur verið forkvinna í Havnar Sjónleikarfelag frá 2003 til 2007. Tú hevur staðið fyri mongum verkætlanum við t.d. fyriskipan, leikstjórn, verið leikari, og eisini hevur tú týtt leikir. Hugtakandi eru tær frá­ líku týðingar hjá tær av sang­ un­um í leikinum um »Edith Piaf« úr fronskum máli til føroyskt. Umframt týð­ing av sangtekstum átók tú tær eisini í 2006 leik­lutin at tulka og syngja í stóru upp­ set­ingina hjá Havnar Sjón­ leikar­felag av leik­in­um um kendu fronsku song­kvinn­ uni. Umframt mangt annað, so hevði eg gleði av at samstarva við teg um leikin »Óli P. – Ár tveytúsund á veg«, har tú leikstýrdi stóru uppseting felagsins at halda túsund ára skiftið. Minnist meg rætt, so vóru eini 80 fólk við í hesi uppseting. Tað seinasta, sum vit hava samstarvað um, er eitt leikrit- og filmshandrit við heitinum »Benjamin«, sum vónandi fer at síggja dagsins ljós innan alt ov langa tíð. Við gleði og takksemi fari eg at ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum 8. juni 2015. Somuleiðis sendi eg tær bestu ynski um ljósa og góða framtíð. Vinaliga Gulla Jytte Joensen Jens Christian 60 ár Johan Petur Olsen Saltangará vanliga nevndur Piddi andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi leygardagin 6. juni, 88 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verđur úr Glyvra kirkju mikudagin kl 14. Familjunnar vegna Nelly Jakoba, Olivar, Magni og Johanna