mánadagur 8. juni 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
KJAK
Hilmar Eliasen
Stjóri
Eftir at ein arbeiðs
bólkur undir Fíggj
armálaráðnum her
fyri læt úr hondum
eitt álit um virk
semið hjá Lands
verk, er Bjarni Hammer, borgari á
Tvøroyri, vorðin stúrin um trivnað
in hjá undirritaða, stjóra á Strand
ferðsluni, og er farin so langt sum
at eftirlýsa meg.
Hóast eftirlýsingin undrar meg,
kenni eg meg smikraðan av, at
Bjarni er so umhugsin. Men tá ið
eg so hinvegin skilji, at Bjarni er
varaborgarstjóri á Tvøroyri, har ið
eg arbeiði, undrar tað meg, at eg
als ikki havi hoyrt um ella kenni til
Bjarna.
Er Bjarni sum umboð kommun
unar so stúrin um mín trivnað,
liggur væl ræði fyri at bjóða mær til
ein drekkamunn hjá kommununi.
Ella Bjarni legði sær leiðina framvið
her í Sjógøtu, hann er so hjartans
vælkomin.
Har kundi Bjarni lært nógv av
øðrum býráðspolitikarum kring
landið, sum taka sjónliga væl ímóti
nýggjum fólkum og arbeiðspláss
um.
Bjarni tykist heldur ikki rætt
liga gera sær far um, hvussu ein
nútímans fyritøka virkar. Tað er
møguligt, at stjórar á Tvøroyri í
gomlum døgum altíð sótu á sínari
skrivstovu og arbeiddu, og tú
sá, um skrivaraborðslampan var
tendra ella ei. Men her kann eg
heilsa og siga, at svá er ikki longur.
Tann uttan samanbering týdn
ingarmiklasta uppgávan hjá einum
stjóra í dag er at arbeiða strategiskt.
Hvat merkir so tað? Jú, tú mást
átaka tær nógvar alneyðugar út
vendar uppgávur, sum skulu skapa
fortreytir og karmar fyri fyri
tøkuna. Ikki minst, tá ið ein sum
nýggjur skal seta síni egnu fingra
merki á fyritøkuna frameftir.
Fyri mítt viðkomandi má eg bara
sanna, at sat eg plantaður á mínum
afturparti alla mína tíð á Tvøroyri,
hevði eg skjótt verið koyrdur fast
ur. Hetta heilt einfalt tí at so nógv
týdningarmikil
markamót
hjá
Strandferðsluni liggja norðanfyri.
Og trúgv tí ella ei, nøkur markamót
eru enntá í útlandinum. Eisini skal
Bjarni vita, at undirritaði ikki bert
er stjóri fyri umsitingina, men so
sanniliga eisini fyri allan raksturin
kring landið.
Alt hetta kundi Bjarni frætt
um, var hann komin at vitja meg
onkran dagin, ið hann sá ljós uppi
á hornakontórinum. Og gav Bjarni
mær eitt stutt varsil, kundi eg skjótt
trummað leiðslubólkin saman og
greitt frá alskyns áhugaverdum
átøkum, ið vit hava tikist við síðsta
árið.
At grenja um, at Smyril einki
hevur fingið, ímeðan øll onnur fáa,
er tekin um stóra óvitunheit. Fylgdi
Bjarni bara tað allarminsta við, visti
hann, at Smyril fekk 3,5 fólk aftrat
síni manning, so hann nú altíð
kann sigla óansæð hvíldarreglur.
Smyril siglir nú eisini hvønn dag í
árinum, og so er hospitalið, ið var
nógv saknað í áravís, men ongan
veg komið, loksins liðugt. Sama
kann sigast um nýggju ferðaseðla
skipanina. Mundi hetta alt henda
av sær sjálvum?
Bjarni hugleiðir um, hvussu gott
tað var, at undanfarna leiðsla búði
og treivst í oynni. Eg havi ikki so
nógvar viðmerkingar til tað, annað
enn at tann leiðslan er ikki meira.
Men Strandferðslan skal sigla og
koyra hvønn dag í árinum, og tað er
vælsaktans tann viktigasta leiðslu
uppgávan.
Avbjóðingarnar hetta seinasta
árið hava ikki verið so fáar. Um
dømið hjá fyritøkuni var fyri nær
um óbøtandi skaða herfyri, og
sjálvur havi eg pløtt meg ígjøgnum
stakkar av málum, sum lógu og
bíðaðu eftir, at onkur hættaði sær
í holt við tey. Og tá kann tað væl
vera líka mikið, um ein býr í oynni
ella ikki.
Um eg ikki helt, at tað kanska
vera at fara ov langt, so kundi eg
freistast til at sagt, at tað kanska
onkuntíð er ein fyrimunur ikki at
búgva í oynni. Men lat tað fara.
Móttøkan hevur annars verið
sera góð, og øll fólk, ið ein møtir, eru
bæði blíð og fyrikomandi. Summi
enntá so blíð, at ein er sloppin upp í
part at spæla innandura fótbólt við
Stórá. Ein kaffimunnur á komm
unukontórinum tykist tó liggja á.
Hvørt Strandferðslan skal leggj
ast undir Landsverk, veit eg veru
liga ikki – vit eru ikki eftirspurd, og
tað er Vinnumálaráðið mær kunn
ugt heldur ikki. Tað er og verður ein
politiskur spurningur, eins væl og
tað var ein politiskur spurningur, tá
umsitingin bleiv flutt til Suðuroyar.
Men eitt veit eg; Um eg stútt og
støðugt
skuldi
fyrihildið
meg
til allar møguligar útsagnir um
samanlegging, útveiting, einskiljing
og flyting, so var ikki nógv tíð eftir
til at gera dagligt og framrætta ar
beiði fyri fyritøkuna. Og tað er nú
einaferð tað, ið eg eri settur til at
gera.
Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
Áhugavert er at hoyra borgar
stjóran í Havn mestum ganga
í seg sjálvan í málinum um
bingjuhavnina framman fyri
Skansan. Nú tosar hann brád
liga um, hvussu neyðugt tað
er at kunna flyta seg í politikki.
Hetta er sami maður, sum higartil við
stálhandskum og háðanarorðum hevur
heilsað hvørji einastu meining, ið hevur vikið
frá hansara egnu.
Hetta kundi líkst eini flyting og eini
undanhoping í einum stórum álvarsmáli,
ið hevur fingið sinnini á kók, nú komið er
til skarpskeringar. Vit í Tjóðveldi fegnast
um gongdina, tí vit hava, sum tey einastu í
Tórshavnar býráð, víst á tey stóru ivamál,
sum eru við byggiætlanini.
Men vit hava eisini sæð og hoyrt for
mannin í vinnunevndini lagt í vaðið meir
enn einaferð og hildið rimmarfast um sínar
byggiætlanir, sama hvørjar próvgrundir
hava verið førdar fram ímóti. Og menn á
Vaglinum hava heldur ikki spart krútið at
leggja onnur undir at vilja Havnini ilt.
Um tann nýkomna støðan er tekin um, at
rivur eru um at koma í samarbeiðið millum
javnaðarflokkin
og
hansara
borgarligu
hjáflokkar á Vaglinum, er ilt at siga, men
kanska stendur á har, nú størsta og dýrasta
projektið hjá samgonguni er um at fara fyri
bakka.
Formaðurin í vinnunevndini heldur ið
hvussu so er framvegis uppá, at ætlanin, sum
fyriliggur, er tann einasta og besta.
Tí kunnu seinastu útsagnirnar hjá
borgarstjóranum eisini merkja nakað
heilt annað. Vit hava í seinastuni hoyrt um
tann tríbítta javnaðarflokkin á løgtingi,
á fólkatingi og í Tórshavnar býráð, sum
javnan upptraðka sum sjálvstøðugar deildir
í flokkinum uttan serligt samsvar.
Nú sóu vit tveir á skíggjanum hóskvøldið,
og í hesum valtíðum er ikki við síðuna av
at spyrja, um tann seinasta útsøgnin hjá
javnaðarbossinum á Vaglinum fríggjadag
in er íkomin fyri at hjálpa hinum báðum
floksdeildunum at fáa mann valdan á
fólkating.
Tað er púra greitt, at skandaluætlanirnar
á Skansaboðunum hava elvt til stórt trýst á
javnaðarflokkin. Tí ræður nú um hjá teimum
at fáa trýstið av ketlunum, so atkvøður ikki
fara annan veg.
Tá so valið er av, kann tátturin at húð
flongja bæði hampafólk og myndugleikar
takast uppaftur. Vit vita jú øll somul, at
borgarstjórin í Havn kann bólta rút upp á
standandi fót.
Og hann sigur so mangt.
Borgarstjórin
sigur so mangt
Skeiv adressa, Bjarni
Móttøka
Verður á Skúlaheiminum í Marknagili
Hósdagin 11. juni 2015, kl. 9.30
í samband við at Kartni Olsen, húsavørður hevur
seinasta starvsdag 15.06.15.
Øll eru vælkomin.
Skúlaheimið/Tekniski Skúlin í Tórshavn