Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Venjarar og spælara fegn­ast um, at nú er øgiliga dystar­ tørnið av á hes­um sinni. Tað sást á lið­upp­stilling­unum hesaferð, at spæl­ararnir eru troyttir, og at nógvir eru so mikið skaða­darv­aðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla. Nú er fokus flutt frá lands­kappingini og steypa­ kappingini og á lands­dystin ímóti Grikkalandi, sum verð­ ur leygarkvøldið. Harvið er møguleiki hjá teimum, sum ikki eru á landsliðnum, at koma fyri seg aftur áðrenn stutta endaspurtin undan summarsteðginum. Tvey um­før eru eftir, áðrenn lands­kapp­ingin um tríggjar vikur fer í summarfrí. Skráin fram ímóti summ­ ar­steðginum sær soleiðis út: Leygardagin 20. juni: NSÍ- TB, sunnudagin 21. juni: FC Suðuroy-Víkingur, B36-KÍ, EB/Streymur-HB og ÍF-AB. Leygardagin 26. juni: AB-B36, Víkingur-HB, ÍF-FC Suðuroy og KÍ-NSÍ. Sunnudagin 27. juni: TB-EB/Streymur. Heðin var dagsins maður Sámal Erik Hentze stóð fyri fyrstu ferð í hesum um­far­ inum á odda fyri AB í Vági leygardagin. Orsaka av fleiri skaðasteðgum legði dómarin, Petur Reinert, seks minuttir aftrat. Í síðstu sekundunum javnaði AB til 1-1. Málverjin Heðin Stenberg sendi við høvdinum bóltin í málið eftir horna úr vinstru. So bríkslaði dómarin av. Máltalvan vísti 1-1, tí Jón Krosslá Poulsen tíðliga í 2. hálvleiki hevði lagt heimaliðið framum. Meðan heimamenninir vóru sum slignir á nevið, so stór­fegnað­ ust teir í AB leguni. Sámal Erik Hentze ásann­ar, at málið, sum AB málverjin skoraði, kann fara at vísa seg at vera ógvuliga týdn­ingarmikið. Eitt er, at frá­støðan fram til FC Suðuroy framvegis er fimm stig og ikki átta stig, sum hon hevði havt verið, um FC Suðuroy ikki fekk mál ímóti sær, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð: – Tað hevði øgiligan týdn­ ing, at vit reistu okkum og svar­aðu aftur. Tískil hevur júst hetta málið meiri virði enn eitt stig. Eg eri ikki í iva um, at AB hevur møguleika at reisa seg. Okkum bíðar hart ar­beiði, og setningurin er at fáa spælararnar at lyfta í felag og líta á hvønn annan. Nú fáa vit stundir at venja í tvær vikur, og so mugu vit út­inna tað í dystum, sum vit venja. At tað ikki hevur eydn­ ast at vinna, kennist hava sogið sjálvsálitið og trúnna burtur uppá, at tað skal bera til, sigur Sámal Erik Hentze. Hjá heimaliðnum var tað merkisvert, at Salmundur Bech varð skiftur inn, tá ið Jón Krosslá Poulsen noydd­ ist skaddur av vøllinum. Salmundur hevur orsaka av brotnum beini ikki verið við síðani í 2. umfari. B36 reisti seg Mikukvøldið var tað stórt vón­brot í B36 við 2-0 heima­ tapi ímóti Víkingi at missa finaluplássið í steypa­ kapp­ingini. Tá ið dómarin Lars Müller hevði bríkslað fyri síðstu ferð við Stórá í Trongis­vági í gjár, vóru teir í B36 leguni ógvuliga fegnir. Máltalvan vísti 1-3, og meistararnir kendu seg vera komnar aftur á sporið, eftir at tað í fýra teimum seinastu umførunum bara var eydn­ ast at vinna einaferð: – TB legði bragdligari fyri, men vit fótaðu okkum og fingu tak á spælinum. Lukasz Cieslewicz, sum hesa­ ferð var fremsti maður, skor­ aði, tá ið hann rann frá verj­ uni. Men TB svaraði aftur bein­an­vegin eftir steðgin. Eftir deyðbólt legði Patrik Johannesen upp á tvørs til Teitur Olsen, sum skoraði. So press­aði TB okkum eina løtu, tá ið teir royndu við longum send­ingum. Vit áttu betra grundspælið, og tað var lætti, tá ið Andrias H. Eriksen, sum hesaferð avloysti Hørð Askham í miðverjuni, legði okkum framum 2-1. Patrik Johannesen stútaði á stólpan, men Hans Pauli Samuelsen staðfesti 3-1 sigurin, tá ið Lukasz Cieslewicz spældi hann leysan, greiðir B36 málverjin Tórður Thomsen frá. Hetta var fjórða ferðin á rað, at tað ikki eydnaðist TB at vinna fulla úrtøku. Mann­fallið hevur verið stórt, og tað bar við sær, at Carl Mikkjal Bech og Ragnar Joensen vóru vong­ verjar. Teir hava ikki verið á lið­num fyrr í ár. Andri Freyr Bjørnsson er so mikið skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla, og Albert Adu var skaðadarvaður, tá ið hann varð skiftur inn í 73. minutti. Franck Odje Able er farin av landinum, og tað er óvist, um hann kemur aftur til Tvøroyrar. Hjá B36 sat Hørður Askham skaddur uttanfyri, og undir upphitingini noydd­ ist Jákup á Borg at taka seg aftur. HB fýrverk í Gundadali Tá ið Páll Augustinussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Gundadali var tað týðu­ligt, at teir í NSÍ leguni vóru fegnir, og at teir í HB leguni vóru vónbrotnir um, at úrslitið var 1-1. Hóast miðvallarin Magnus H. Olsen eftir inn­ legg úr vinstru legði NSÍ fram­um átta minuttir eftir steðgin, so var heimaliðið omaná. Arnbjørn Hansen javn­aði trettan minuttir undan leikloki. So var dags­ skráin hjá HB at stríðast fyri at skora sigursmálið, með­an NSÍ vardi. René S. Joensen, Levi Hanssen og Alex José dos Santos høvdu stórar møgu­leikar, men tað eydnað­ ist ikki at skora sigursmálið. HB frustratiónirnar vóru stórar, tí dómarin tvær ferðir kolldømdi, tá ið bólturin var í NSÍ málinum. Jóhan Troest Davidsen sá reytt eftir tvey gul kort, og HB venjarin varð vístur út um girðingina. HB venjarin var nøgdur við, at hugburðurin og leik­ liga avrikið vóru betri hjá hans­ara monnum, enn tey vóru í hálvfinaluni hós­ kvøld­ið, men hann iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna og harvið at toga inn á toppliðið: – Tað er ófatuligt, at vit ikki skoraðu fleiri enn eitt mál. Vit høvdu risa møgu­ leikar at skjóta fimm mál. Tí er skjótt at staðfesta, at vit eru ikki nóg góðir í álops­partinum, sigur Heðin Askham. NSÍ venjarin ásannar, at tað kendist sum um, at hansara menn høvdu vunnið eitt stig: – Í dag var spælið ikki nóg gott. Serliga í 2. hálvleiki runnu vit ov nógv aftaná mót­støðumonnunum. Hóast vit løgdu okkum framum, so vísti tað seg, at vit høvdu ikki orkuna, sum skuldi til, og tað kom illa við, at álopsessið Árni Frederiksberg noyddist skaddur av vøllinum, var við­merkingin hjá Trygva Mortensen. Víkingur á aldukambinum Í Sarpugerði vann Víkingur 3-0 á EB/Streymi. Úrslitið var staðfesting av, at Víkingur hevur fingið um endan og umframt møgu­leikan at vinna steypa­kappingina hev­ur møgu­leika at vera við í kapp­ingini um heiðurs­ merkja­plássini. Sigurin ber við sær, at Víkingur nú er á HB og KÍ tóku ikki av møguleikanum á heimavølli, Víkingur lyfti seg nærri toppinum, og AB málverjin syrgdi fyri sera týdningarmiklum máli á Vágseiði NSÍ og B36 stóðu royndina Páll Lervig fc Suðuroy Ein illa spældur dystur vesturi á eiðinum í Vági ídag. Sera fáir málmøguleikar, teir kunna ikki eingang teljast á einari hond. Gott mál Jón Krosslá. Eitt stig kann brúkast. fjepparin Petur Asbjørn Lervig víkingur Ikki fyri at taka nakað frá EB/ Streymi, men ein avgreiðslu spurningur, og 3 mál til okkara lið var ikki eitt mál for lítið. Nú má alt fótbolts føroyar fara at rópa á okkara lið nú vit taka ímótir Grikkalandi. WLYV fjepparin Lissi Mouritsen B36 Dreingir renna, æðrar spenna til at taka síðsta dik. Aftur fram teir bóltin senda, jú, tað gekk - og leikin henda: Vann B36, vann B36! fjepparin