Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 ítróttur triðja plássi og harvið hevur yvir­hálað HB. Hjá Sigfríði Clementsen var setningurin at seta sínar menn upp eftir strævna mið­ viku­dystin í Gunda­dali, og tað eydnaðist. Atli Gregersen og Finnur Justinussen løgdu eftir lítlari løtu Víking framum 2-0. Bein­an­vegin eftir steðg­in økti Hanus Jacobsen, eftir at Jákup Højgaard í EB/Streyma mál­ inum hevði hálv­bjargað brots­sparki frá Hanusi, og so var talan um avgreiðslu­ spurn­ing. Superveteranurin Egil á Bø var aftur í EB/Streyma mið­verjuni saman við Marna Djurhuus, og úti á vøllinum fingu gestirnir í løtum loyvi at samanspæla. EB/Streyma venjarin Eliesar Olsen: – Tapið var harmuligt, og tað var sera harmuligt, at vit beinanvegin fingu tvey mál ímóti okkum. Men tað er ikki óvæntað, at vit tapa í Sarpu­ gerði. Tá neit tað fastari, at vit taptu í Vági næstsíðsta umfar. Hava tit sent boð eftir Egili á Bø? – Bæði hann og Marni Djurhuus hava sjálvir gjørt av, at teir skulu taka eitt tørn aftrat, og tað eru vit sera fegnir um. Tá ið Marni kom aftur, staðfesti onkur, at hann hevur spælt eins nógv­ar dystir í bestu deildini, sum allir hinir spælararnir til­saman. Síðani í fjør hava vit mist tíggju spælarar, sum vóru millum teir fyrstu ellivu. Tað skal tíð til at fóta sær eftir sovorðið mannfall, og vit rokna framvegis við møgu­leik­anum, hóast tað nú eru sjey stig fram til bjarg­ ing­ina, sigur Eliesar Olsen venj­ari hjá EB/Streymi. – Vit vóru moyrir eftir steypa­dystin, men vit kendu beinanvegin, at vit høvdu tak á tí. Vit spæla fyri at vinna hvørja ferð, og vit hava gott mót. Okkum bíðar innan­hýsis uppgerðir ímóti NSÍ, B36 og HB, og tað gleða vit okkum til, sigur Víkinga álopsspælarin Finnur Justinussen, sum á topp­ skjúttara­listanum tók seg eitt vet nærri Klæminti A. Olsen. Nú er munurin fimm mál. Stevnan og KÍ rigga ikki saman Undan vikuskiftinum varð staðfest, at tað vóru trettan ár síðani, at KÍ vann á norð­ oya­stevnu. Um eitt ár fer at verða staðfest, at tað verða fjúrtan ár síðani, at KÍ vann á norðoyastevnu. Leikliga avrikið millum KÍ og ÍF var als einki at tosa um. Eftir fleiri bragdlig avrik og eftir at spælið síðstu tíðina er batnað, var tað merkisvert, hvussu illa upplagdir heimamenninir vóru frá fyrsta bríksli. ÍF var omaná, men talan var ikki um upplagdar málmøguleikar. Eftir steðgin koyrdi KÍ á, men tað eydnaðist ikki at umseta trýstið til mál og sigur. Eftir tvey innlegg úr vinstru var tætt við: Hallgrím G. Hansen í ÍF málinum stórbjargaði í fyrra førinum, og í seinna førinum sendi Páll A. Klettskarð bóltin í stólparótina. -Vit ætlaðu okkum at vinna, men vit eru fegnir um javnleikin. Hóast tað eru fimm stig fram til KÍ, so hyggja vit framvegis uppeftir, og vit hava ikki mist vónina um at røkka fjórða plássið, sigur Áki Petersen hjá ÍF. KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen harmaðist um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku: -Vit høvdu betri málmøguleikar, og sjálvandi iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at skora. At halda tætt, tá ið Adeshina Lawal og Clayton Soares eru í mótstøðuálopinum er altíð gott. Vit hava vunnið tíggju stig burturúr fýra teimum seinastu umførunum. Tað eru vit fegnir um, og nú fara vit at fyrireika okkum til umførini, sum bíða eftir landsliðssteðgin, sigur KÍ liðformaðurin. fótbóltur Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 15 10 2 3 44 22 +22 32 2 B36 15 8 6 1 31 16 +15 30 3 Víkingur 15 7 6 2 38 22 +16 27 4 HB 15 7 6 2 22 16 +6 27 5 KÍ 15 7 3 5 25 20 +5 24 6 ÍF 15 4 6 5 22 22 0 18 7 TB 15 3 7 5 20 21 -1 16 8 FC Suðuroy 15 4 1 10 20 40 -20 13 9 AB 15 0 8 7 12 24 -12 8 10 EB/Streymur 15 1 3 11 12 43 -31 6 FC Suðuroy-AB 1-1 (0-0) 1-0: Jón Krosslá Poulsen 53. 1-1: Heðin Stenberg 96. Dómari: Petur Reinert FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Dánjal Godtfred, Christian Ibeagha, Valerian Iobashvili, Tóki Mortensen – Palli Augustinussen (Heini Bech, 84.), Heri Kjærbo, Mamuka Toronjadze ■, Búi Egilsson ■ – Jón K. Poulsen (Salmundur Bech, 61.), John Tordar Poulsen AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg (Bjartur Kjærbo, 80.), Andras B. Vágsheyg, Dmitrije Jankovic ■, Beinir Ellefsen (Magnus Egilsson, 80.) – Kári Nielsen, Mikkjal T. Hentze (Hørður M. Mohr, 86.) – Álvur F. Christiansen, Jobin Drangastein, Kristin R. Mouritsen – Jógvan Skeel Nolsøe TB-B36 1-3 (0-1) 0-1: Lukasz Cieslewicz 30. 1-1: Teitur Justinussen 48. 1-2: Andrias H. Eriksen 69. 1-3: Hans Pauli Samuelsen 82. Dómari: Lars Müller TB: Ivan Stojkovic – Carl Mikkjal Bech, Reynir Magnússon, Teitur J. Olsen ■, Ragnar Joensen ■ – Martin Tausen, Eirikur M. Ellendersen (Albert Adu, 73.) – Teitur Justinussen, Rógvi Joensen ■, Heini Mikael Mortensen (Jónhard Ferjá, 73.) – Patrik Johannesen B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam (Ibrahima Camara, 60.) – Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen – Benjamin Heinesen, Hanus Thorleifson, Hans Pauli Samuelsen – Lukasz Cieslewicz Víkingur-EB/Streymur 3-0 (2-0) 1-0: Atli Gregersen 7. 2-0: Finnu Justinussen 8. 3-0: Hanus Jacobsen 49. Dómari: Eiler Rasmussen Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 31. ■), Heðin Hansen (Jákup V. Olsen, 78.) – Andreas Lava Olsen ■, Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic (Magnus Jarnskor, 78.) – Finnur Justinussen EB/Streymur: Jákup Højgaard – Ragnar B. Danielsen, Marni Djurhuus ■, Egil á Bø, Jóhannes Hansen ■ (Tóki H. Johannesen, 46.) – Arnar Dam, Rógvi E. Nielsen – Brian Olsen ■, Niels Pauli Danielsen, Rasmus Dan Sørensen ■ (Rói H. Olsen, 58.) – Leif Niclasen (Jan á Høgaryggi, 80.) KÍ-ÍF 0-0 Dómari: Rúni Gaardbo KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø ■, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Ísak Simonsen (Mayowa Oladele Alli, 76.) – Jóannes Bjartalíð (Heðin á Lakjuni, 88.), Evrard Blé, Atli Danielsen, Heðin Klakstein – Kenan Hajdarevic ■, Páll A. Klettskarð ÍF: Hallgrím G. Hansen – Áki Petersen, John Daniel C. Guðjónsson, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Andy Ó. Olsen (Ari Ó. Ellingsgaard, 58.), Fritleif í Lambanum (Kristoffur Jakobsen, 65.), Karl Løkin, Nenad Saric – Clayton Soares ■ (Sjúrður Jacobsen, 76.), Adeshina Lawal Rógvi Dam EB/Streymur Vit havað ikki mist vónina enn. Tað eru nógvir dystir eftir enn, at fáa nøkur stig á kontuna. Saman standa vit sterk. fjepparin hagtøl 15. umfar Sæbjørn Leiti íf Vit vóru væl við allan dystin men má siga at vit vóru heidigir alíkavæl at fáa eitt stig við til fuglafjørð og eitt stevnu steyp Koyr á ÍF fjepparin Kristian Joensen kí Ein ringur fótbóltsdystur. Tað positiva er at vit fáa stig á Norðoyastevnu og at vit bara hava latið 1 mál inn, seinastu 4 dystirnar. fjepparin Allan Smedemark tb Høvdu uppiborid meira vid innsatsin og spælinum í dag! fjepparin Myndir: Áki Bertholdsen