Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Neli Heldarskarð Fyri aðru ferð upp á bert fýra dagar hittust HB og NSÍ í Gunda­dali. Hóskvøldið var tað NSÍ, sum vann og tískil skuldi heimaliðið royna at fáa uppreisn aftaná tveir 0-1 ósigrar ímóti gulu vespunum úr Runavík. Hjá HB var Rógvi S. Holm somikið skaddur, at hann bert kundi sita á bonkinum. Hetta merkti, at HB mátti um­skipa seg á tann hátt, at Fróði Benjaminsen fór í mið­ verjuna. René Shaki Joensen kom síðani inn á miðvøllin. Hetta var einasta broytingin í mun til liðið, ið byrjaði í steypa­dystinum hóskvøldið. Hjá NSÍ var eisini bara ein broyting. Haraldur R. Høj­ gaard mátti víkja plássið fyri Jann Martin Mortensen, ið er sonur Trygva Morten­sen, NSÍ-venjara. Linligur fyrri hálvleikur Sum so ofta sæð áður í fót­ bólti, so byrjaðu liðini bæði eitt sindur varliga. HB hevði bóltin mest, meðan NSÍ royndi seg við nøkrum um­ still­ing­um, men onki stór­ vegis spurdist burturúr. Aftaná átta minuttir burdi tó verið mál. Aftaná gott upp­spæl úr vinstru síðu smekk­aði Árni Frederiksberg inn­fyri til Klæmint Olsen, ið skeyt fyrstu ferð. Onkurs­ vegna fekk Teitur Gestsson tó vart fyri, so at bólturin ikki endaði í netinum. Liðini vóru rættiliga jøvn í fyrra hálvleiki. Aftaná 38 minuttir hildu tey flestu, at heimaliðið hevði lagt seg á odda. Arnbjørn Hansen varð spældur leysur ímillum mið­ verj­arnar hjá NSÍ og skor­aði, men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu. Á sjón­banda­upp­ tøkunum er ilt at síggja, um tað var rangstøða ella ikki, men hetta kolldømda málið var ein ávaring til NSÍ um tað, ið seinni fór at henda. Meira hendi ikki í fyrra hálv­ leiki. Skotførleikin úr Skálavík Úr Skálavík eru brøðurnir báðir, Magnus H. Olsen og Brandur H. Olsen, ætt­aðir. Seinastu vikurnar hevur yngri og meira kendi bróð­ urin, Brandur, skorað fleiri mál fyri FCK, har ímill­ um eitt gott lang­skots­ mál, ið avgjørdi donsku steypa­final­una. Stutt eftir, at seinni hálvleikur var bríkslað­ur í gongd, vísti Magnus tó, at Brandur ikki er tann einasti av Olsen- beiggj­unum, ið dugir væl at skjóta lang­skot. NSÍ gjørdi skjótt av við innkasti í vinstru. Árni kastaði skjótt til Jann Martin, ið legði hann tilrættis fyri Magnus. Magnus var eirinda­leysur og skeyt fyrstu ferð, og bólturin smeyg sær í síðu­netið uttan nakran møgu­leika fyri Teit Gestsson. Nú var líkt til, at gulu vesp­urnar fóru at økja stiga­munin ímillum seg og HB, ið var fimm stig áðrenn dystin. Eitt ótal av kjansum Løtu seinni fór Árni Frederiks­berg út við skaða, og hetta skuldi vísa seg at blíva kostnaðarmikið fyri NSÍ. Lítið veiggj var í álops­ part­inum hjá NSÍ uttan Árna, og so var tað heima­ liðið, ið fullkomiliga tók yvir. HB legði eitt tungt trýst á NSÍ, og aftaná 73 minuttir lá bólturin fyri aðru ferð í netinum hjá András Gángó. Andrew av Fløtum royndi seg við framúrskarandi saks­ ara, sum Gángó bert fekk hálvbjargað út til Santos, ið setti bóltin í netið. Men enn einaferð varð málið kolldømt fyri rangstøðu. Hóast Santos var í øðini tyktist rangstøðan at vera í lagi. Aftaná 77 minuttir bragd­ aði endiliga hjá HB. Bartal Wardum royndi seg við langskoti, har hann tó ikki rakti bóltin serliga væl. Men hesa ferð var eydnan endiliga við HB. Bólturin endaði fyri føturnar á Arnbirni Hansen, sum skjótt og trygt trillaði bóltin í netið til 1-1. HB helt áfram at trýsta. René Shaki Joensen mundi dribblað seg allan vegin í málið, men Gángó fekk forð­að honum í síðstu løtu. Eisini høvdu Santos og Levi Hanssen hvør sín risa møgu­leika at leggja HB á odda, men fyrst vardi Gangó meistar­liga fyri, og síðani megn­aði Levi ikki at raka málið, tá ið hann bleiv spældur púra blankur. Hart spældur dystur Sum heild var dyst­urin rættiliga hart spældur. Dóm­ arin, Páll Augustinus­sen, ið dømdi ein fínan dyst, legði eina rættiliga harða linju, har menn av álvara sluppu at fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Teitur M. Gestsson Fekk ikki gjørt nakað við málið. Nakrar fínar bjargingar, m.a. eina fantombjarging tíðliga í dystinum, og sum heild tryggur. 4 Jógvan Rói Davidsen Gott avrik. Rann ómetaliga nógv aftur og fram. Hansara offensivi leiklutur gjørdi sítt til, at trýstið gjørdist so stórt á NSÍ-málið. 2 Jóhan Troest Davidsen Hevði ymiskt gott at vísa á, men tvey gul kort, ið ein lands­liðs­ leikari burdi skákað sær undan, trekkir hann niður á 2. 3 Fróði Benjaminsen Vegna mannfall mátti landsliðs­ liðskiparin í miðverjuna. Saman við Jóhan Troest hevði Fróði yvir­takið á Klæminti Olsen. 4 Alex José dos Santos Tók dik á seg í seinna hálvleiki. Sera álops- og málsøkin. Fleiri atsóknir og skoraði eisini eitt mál, ið varð kolldømt fyri. 4 Bartal Wardum Ungur leikari, ið verður betri fyri hvønn dyst. Spældi bóltin væl frá sær og vann nógvar nærdystir. Átti uppleggið til málið. 3 René Shaki Joensen Ikki líka eyðsýndur, sum hann plagar at vera. Hevði helst kunn­ að gjørt meira um seg á einum meira álopssinnaðum plássi. 2 Teit Jacobsen Í fyrra hálvleiki spurdist ikki nógv burturúr hjá unga leik­ara­ num, og tí varð hann útskiftur í hálvleiks­steðginum. 4 Andrew av Fløtum Ein av allar bestu bóltleikarunum í deildini. Spældi mangan væl frá sær og helt væl upp á bóltin. Var óheppin ikki at skora við framúr góðum saksara. 4 Levi Hanssen Var ein støðug hóttan í vinstru síðu, har hann gjørdi nógv um seg. Skapti fleiri vandamiklar støður fyri sítt lið, men burdi avgjørt dystin, tá ið hann fekk risa møguleika í seinasta minutti av vanligu leiktíðini. 4 Arnbjørn Hansen Gjørdi tað, sum ein áleypari hjá HB skal gera. Og tað er at skora mál. Skoraði tvey, men bert tað eina varð góðkent. 3 Adrian Justinussen Kom inn fyri Teit í hálvleikinum. Dribblaði sera nógv og gjørdi sítt, men onki avgerandi kom frá honum. Ein sera spennandi leikari. 3 Poul Ingason Spældi ikki leingi, men var ein hóttan ta løtuna, sum hann spældi. Hevði nøkur lang innkøst og skapti ein risa møguleika til Levi Hanssen. spælarameting NSÍ vann eitt stig í Gundadali Hóast oddabrakið í Gundadali endaði við javnleiki var tað NSÍ, sum stóð eftir sum vinnari, og HB, ið stóð eftir sum tapari. Eisini var tað í hesum dysti, at Magnus Olsen hjá NSÍ vísti, at hann eisini kann skjóta líka góð mál sum tey, ið lítli beiggi hansara skorar Fróði er klárur til landsdystin Tað rann helst kalt niður eftir bakinum á Lars Olsen, ið var og hugdi eftir dystinum, tá ið Fróði Benjaminsen lá niðri í sjálvari yvirtíðini og hevði sera ilt. Í samrøðu við Sosialin staðfestir Fróði tó, at talan bara var um eitt slag, ið ikki gjørdi stóran skaða. Tískil kunnu føroyingar vænta, at Fróði leiðir landsliðið út á vøllin til seinna slagið ímóti Grikkalandi komandi leygardag. 1 til 6 Jan B. Antonioussen nsí 1 stig í Gundadali er kanska ikki tað ringasta, men høvdu vit ikki farið longur aftur á vøllin aftaná málið, hevði støðan nokk verið ein onnur við dystarenda. Hattin av fyri HB, at teir, bara skuldu brúka einar 360 minuttir til at skora fyrsta málið ímóti NSÍ í ár! Vónandi sleppa vit at síggja Árna aftur á vøllinum leygar­ dagin, hóast hann fór út við skaða. 20'nda skal heimaborgin verjast. Tá er einki annað enn ein sigur nøktandi! Góðir! fjepparin