mánadagur 8. juni 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
ítróttur
nerta við hvønn annan. Bert
fýra gul kort vórðu givin fyri
lutfalsliga harða spæli, men
tvey av hesum gulu kortum
átti Jóhan Troest Davidsen,
og tískil varð hann rikin av
vølli stutt undan dystarenda.
Bæði gulu kortini vóru av
gjørt í lagi. Meira hendi ikki
í dystinum
HB tapti
HB hevði bara sær sjálvum
at takka, at tað ikki bleiv til
trý stig í dagsins dysti. Mál
møguleikarnir og fótbólts
spælið var til nógv meira enn
eina málið, men neyvleikin
manglaði so dyggiliga. Í
síðstu viku kundi HB eisini
vunnið dystin ímóti B36 við
eitt sindur meira av neyv
leika, og tískil mugu HB-leik
ararnir iðra seg um, at tað
ikki eydnaðist at fáa meira
enn tvey stig burturúr tveim
um toppdystum í Gundadali,
har HB í roynd og veru var
betra liðið í báðum dystum.
Í dystarblaðnum hjá HB stóð
at lesa, at HB sum minst skal
vinna FM annaðhvørt ár,
og tískil er trýst á teimum
reyðsvørtu um at innheinta
tey fimm stigini, ið framvegis
eru upp til NSÍ.
Hetta var annar dystur
á rað, at runavíkingar fóru
av vøllinum uttan trý stig,
men við øllum málmøgu
leikunum, ið HB hevði, skulu
runavíkingar
vera
sera
glaðir fyri eina stigið. NSÍ er
framvegis oddalið, og hóast
munurin nú er tódnaður
niður í 2 stig til nærmasta
jagstrara, B36, má nøgd
semi onkursvegna vera við,
at NSÍ hevur varðveitt sína
oddastøðu heilt fram til 15.
umfar. NSÍ hevur framvegis
trupult at vinna ímóti hinum
oddaliðunum í landskapp
ingini, men komandi dystur
á heimavølli ímóti einum av
lægri liðunum í deildini, TB,
plagar at vera ein dystur, har
NSÍ stendur eftir sum sigurs
harri.
Fróði ikki nøgdur
við dómaran
Beint eftir dystarlok fekk
Sosialurin orðið á HB- og
landsliðsliðskiparanum,
Fróða Benjaminsen. Fróði
var sum vera man vónbrotin
um, at tað ikki eydnaðist HB
at fáa meira enn eina stigið.
– Javnleikur í dag er als
ikki nøktandi. Vit hava uppi
borið nógv betri úrslit enn
hetta, men bólturin vildi bara
ikki inn. Vit spæla ein ótrú
liga góðan dyst, men standa
bert eftir við einum stigi,
segði Fróði Benjaminsen.
Sermerkt var, at Fróði
spældi í miðverjuni og ikki
á miðvøllinum, har hann
vanliga ger um seg í mongum
nærdystum.
– Rógvi S. Holm er skadd
ur, og tí høvdu vit mestsum
onki annað val enn at koyra
meg í miðverjuna orsakað av,
at Gunnar Haraldsen eisini
er skaddur. Kortini spæla
allir leikararnir hjá okkum
ein framúr góðan dyst, men
úrslitið vísir, at tað var stong
út hjá HB í dag.
Sum heild loyvdi dómarin
leikararnar at spæla eitt
sindur
við
musklunum.
Hetta hevði Fróði eisini eina
viðmerking til.
– Eg haldi ikki, at har var
nógv skil á dømingini. Dóm
arin loyvdi ofta ov hørðum
spæli frá serliga NSÍ-leik
arunum. Tað eru altíð um
stríddar avgerðir í hvørjum
dysti, og tær fullu so ikki
til okkara fyrimun í dag.
Tað var spell, segði Fróði
Benjaminsen at enda.
fótbóltur
Plussið fer til blaðungu HB-
leikararnar, ið veruliga taka
ábyrgd á vøllinum. Bartal
Wardum hevur bitið seg fastan
á miðvøllinum, Teit Jacobsen
spældi væl ímóti B36 fyri
viku síðani og hesaferð kom
Adrian Justinussen inn og
gjørdi veruliga vart við seg
við nógvum dribblingum.
Skaðar eru altið ein keðiligur
partur av fótbólti. Árni
Frederiksberg mátti av vøllinum
við skaða, og tað kemur
kanska at kosta honum at vera
partur av føroyska lands
liðshópinum, ið spælir ímóti
Grikkalandi leygardagin.
5
András Gángó
DAGSINS LEIKARI
Var tryggur og hevði nógvar
týdningarmiklar bjargingar, ið
bjargaði NSÍ tí eina stignum.
3
Jóhan Jacobsen
Kom ikki nógv framvið, men
røkti sínar defensivu skyldur.
Bleiv sera nógv avbjóðaður av
serliga Levi Hanssen.
3
Per Langgaard
Røkti miðverjuleiklutin væl.
Óheppin í samband við málið, tá
ið hann heldur valdi at royna at
forða fyri langskoti ístaðin fyri at
dekka Arnbjørn Hansen.
4
Monrad Holm
Jacobsen
Júst sum Per fekk hann eisini
forðað fyri nógvum og røkti sínar
verjuskyldur væl. Er tann betri á
bóltinum av miðverjunum hjá NSÍ.
3
Einar
Tróndargjógv
Nýklækti landsliðsleikarin leikti
ein væl betri fyrra hálvleik. Er
betri, tá ið hann sleppur framvið,
og tað gjørdi hann ikki í seinna
hálvleiki. Defensiva avrik hansara
var tó eisini í lagi.
4
Magnus H. Olsen
Skapti ein fínan kjans í fyrra
hálvleiki og skoraði framúr gott
langskotsmál í seinna hálvleiki.
Útskiftur í seinna hálvleiki.
3
Pól Jóhannus
Justinussen
Spældi ein fínan dyst, men hevur
verið meira eyðsýndur í øðrum
dystum. Fekk eitt væl uppiborið
gult kort í seinna hálvleiki, har
hann gjørdi fleiri fríspørk.
3
Jann Martin
Mortensen
Spældi í roynd og veru væl í fyrra
hálvleiki, men fall úr dystinum í
seinna. Fær tó 3 fyri uppleggið, ið
hann hóast alt átti til málið.
2
Jonleif Højgaard
Var so at siga ósjónligur og
varð útskiftur í hálvleikinum.
4
Árni
Frederiksberg
Ein støðug hóttan í fyrra hálv
leiki, og hevði fleiri góðar royndir.
Átti sín lut í málinum. Bleiv tó
tíverri skaddur.
2
Klæmint Olsen
Ikki líka eyðsýndur, sum hann
plagar at vera. Hevði ein stóran
møguleika tíðliga í dystinum,
men tað var sum so tað.
3
Jónhard
Frederiksberg
Kom inn í hálvleikssteðginum.
Okkurt skot, men gjørdi meira um
seg í verjupartinum.
2
Andras
Frederiksberg
Gjørdi ikki nógv um seg, men var
maðurin, ið fekk Jóhan Troest út
vístan, um tað ber til at siga so.
3
Hákun
Edmundsson
Kom inn á álopssinnaða
miðvøllin. Royndi at seta seg
ígjøgnum, men tað besta, ið hann
hevði at bjóða upp á var eitt gott
skot útifrá, ið tó varð bjargað.
spælarameting
Úrtøkan er hin sama Síðstu og
higartil einastu ferð, at NSÍ hevur
vunnið føroyameistaraheitið var í 2007.
Hetta árið høvdu runavíkingar, júst
sum í ár, 32 stig aftaná 15 umfør.
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
HB - NSÍ 1-1 (0-0)
0-1: Magnus H. Olsen 54.
1-1: Arnbjørn Hansen 77.
Dómari: Páll Augustinussen
HB: Teitur Matras Getsson – Jógvan Rói Davidsen,
Jóhan Troest Davidsen ■■■, Bartal Wardum, Alex José dos Santos
– Teit Jacobsen (Adrian Justinussen, 46.), Fróði Benjaminsen,
René S. Joensen, Levi Hanssen – Andrew av Fløtum,
Arnbjørn Hansen (Poul Ingason, 83.)
NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard,
Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv ■ – Magnus H. Olsen
(Hákun Edmundsson, 70.), Pól Jóhannus Justinussen ■
– Jonleif Højgaard (Jónhard Frederiksberg, 46.), Árni Frederiksberg
(Andras Frederiksberg, 61.), Jann Martin Mortensen – Klæmint A. Olsen
Allan Enghamar
hb
Nú sær svart út, men vit mugu
bara kempa víðari.
fjepparin