Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Leygardagin ljóðaði start­ skotið fyri 2015 kapp­róðrar­ árinum. Viðhvørt hoyrist, at kappróðurin er komin á gravar­bakkan. Tað kann vera, at luttøkan onkuntíð hevur verið størri, enn hon var leygar­dagin. Men tað kann ikki sigast, at talan um støðu, sum minnir um fram ímóti síðsta andadrátti, tá ið havt verður í huga, at tað leygar­dagin vóru 383 kapp­ rógv­arar á vánni í Klaksvík! Aftur í ár kappast tey í barnaróðrinum á 500 metr­ um, meðan allir hinir róðr­ar­ nir eru á túsund metrum. Tað gekk við ein glans á vánni í Klaksvík, har líkindini at kapp­rógva vóru góð. Ættin var undan, og vindstyrkin var so mikið passalig, at talan í fleiri førum var um heilt góðar tíðir. Tað er so stutt fráliðið, síðani longru teinarnir – 1500 og 2000 metrar – vórðu strik­aðir. Tí eru tað so fá ár at sammeta við hjá manning­ unum í størru bátunum, tí í Klaksvík var vanligt at rógva 1500 metrar. Men tað var merkisvert, hvussu nógv betri tíðirnar vóru leygardagin, enn tær hava verið á norðoyastevnu undan­farnu árini. Í spennandi kappingini mill­um 10-mannaførini var vinnaratíðin hjá Drekanum Reyða leygardagin 04.09.23. Í fjør vann Drekin Reyði á norð­oya­stevnu. Tá var vinn­ ara­tíðin hjá honum 04.46.16 ella 33 sekund lakari tíð enn hesaferð! Í kappingini millum 8-manna­førini var vinnara­ tíðin hjá Kvívíkingi á norð­ oya­stevnu í fjør 04.42.07. Leygar­dagin var vinnaratíðin hjá Heiða­bátinum 04.34.16. Har­við skar Heiðabáturin átta sekund av eitt ára gomlu vinnara­tíðini. Í kappingini millum 6-manna­førini við monnum var vinn­ara­tíðin hjá Páll Fanga leygar­dagin 04.44.18. Sølmundur átti gamla metið, sum varð sett í 2013. Tá var vinn­ara­tíðin 05.02.20. Tískil karvaði Páll Fangi leygar­ dagin átjan sekund av gamla metinum á túsund metrum á norðoyastevnu! Eisini í kappingini millum 5-mannafør við gentum varð nýtt met sett leygardagin. Firvaldur av Tvøroyri vann við tíðini 04.59.20. Gamla met­ið var tíggju ára gamalt. Tað setti Drekin í 2005, tá ið vinn­ara­tíðin var 05.26.13. Har­við kutaði Firvaldur 27 sekund av gamla metinum! Leygardagin verður FM kappróður á Sundalags­ stevnu í Kollafirði. Tá fæst at vita, um manningarnar eru væl betri fyri í ár, enn tær hava verið undanfarnu árini, ella um tað fyri tað mesta var undanvindurin og góðu róðrar­líkindini annars í Klaksvík leygardagin, sum vóru orsøk til góðu tíðirnar. Fleiri eru um boðið Drekin Reyði vann FM í fjør í kappingini millum 10-manna­førini. Tá varð onkun­tíð róð framundir, at talan var um eitt so­vorðið millumár, tí eitt nú Klaks­ víkingur ikki luttók í øðr­um kappingum enn á norðoya­ stevnu, tá ið Drekin Reyði var eitt sekund frammanfyri Klaksvíking. Allar hinar seks róðrarnar vann Drekin Reyði sera sannførandi. Leygardagin var so fyrsta próvtøkan hjá FM vinnaranum 2014 ímóti sigurs­vandu klaks­víking­ unum, sum bjóðaðu seg fram í spildur­nýggjum báti. Ta kappingina vann nýggi stoltleikin hjá Argja Róðrar­ felag. Kappingin var leingi tøtt, og tað var merkisvert, at umframt Drekan Reyða og Klaksvíking so bjóðaði Havnar­báturin seg fram. Tað var meiri tyngd í hjá Havnar­ bátinum, enn tað hevur verið í fleiri ár. Havnarbáturin hevur ongan róður vunnið síðani á ólav­søku í 2008. Avrikið leygar­dagin kundi bent á, at Havnarbáturin aftur er við, har tað er hugaligt at kappast. Klaksvíkingur var fremst­ ur eftir startspurtin. Ofta hevur tað so eydnast klaks­ víkingum at stýra róðrinum, men soleiðis var tað ikki leygar­dagin. Drekin Reyði legði seg framum hinar av­ bjóð­ararnar, áðrenn málið var hálv­rógvið, og fjar­støð­ an øktist skjótt til meiri enn eina báts­longd. So royndu bæði Klaksvíkingur og Havnar­báturin at svara aftur, men knoturnar vóru fleiri umborð á Drekanum Reyða. Nýggjar manningar bjóða seg fram Í Kappróðrarfelagnum NSÍ hevur tað onkuntíð gingið betri á mannfólkasíðuni, enn tað hevur gjørt seinastu ár­ ini, tá ið Eysturoyingur ikki hevur tikið lut, og tá ið eisini Heiða­báturin hevur staðið í skugganum av fleiri øðrum. Tað tekur rúma tíð at byggja upp, og tað kann vera so skjótt, at tað dettur nið­ ur fyri aftur. Nú eru teir á Glyvrum um at fáa um endan aftur. Tað vístu úrslitini leygar­dagin. 8-mannafarið Heiða­báturin vann tepran sigur á Argjabátinum, sum bara var skutin aftanfyri, og ein upp­aftur yngri manning av Glyvrum vann eisini. Í kappingini millum 5-manna­førini við dreingj­ um var Tjaldrið fyrst á mál. Hetta var fyrsti sigurin hjá Tjaldrinum við dreingja­ manning síðani 2009. Tá vann Tjaldrið FM og allar róðrarnar uttan á ólavsøku. Kappingin í ár er stór, tí leygar­dagin skiftust Frúgvin úr Miðvági og Tjaldrið um at vera fremst, og á málinum var munurin teirra millum mest sum eingin. Meðan tað var vónbrot hjá teimum umborð á nýggja 10-mannafarinum hjá klaks­ víkingum, at tað ikki eydn­ aðist at syfta Drekan Reyða, so gekk tað betri hjá heima­ monn­unum í kappingini millum 6-mannaførini. Páll Fangi var tað mesta av einari báts­longd undan Tvøra­bát­ inum. Tað vóru ikki færri enn fimm bátar, sum vóru við í stríðnum um fremsta plássið. Umframt Páll Fanga, Tvørabátin og Rádna úr Fugla­firði vóru tað Jarn­ bard­ur hjá Knørra­felag­num Seks ymisk feløg áttu vinnarar í ársins fyrsta kappróðri, tá ið tað var stak spennandi í fleiri róðrum, har fleiri bjóðaðu av í stríðnum um oddasessin lagt upp til rimmar kapping kappróður