mánadagur 8. juni 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
9
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
Skráin fyri sundalagsstevnu, sum um
vikuskiftið verður hildin í Kollafirði,
byrjar longu mikukvøldið við tiltaki á
bókasavninum, har Ása Hátún, hand
arbeiðslærari og listakvinna, fer at
hugleiða um føroysku ullina, og hvat
kann fáast burtur úr henni. Við høvi
luttekur eisini kórið hjá Lailu av Reyni.
At spæla sjavs er vorðin ein dilla í
Kollafirði, og mikukvøldið verður eisini
sjavskapping í niðara sali í Bygdar hús
inum.
Bæði mikudagin og hósdagin – og
eisini hinar allar dagarnar á Fjarða
stevnu – verður Cafe Chill í Kollafirði
opið.
Hóskvøldið letur stevnutombola
upp í ítróttarhøllini, og steypadystur
verður millum bestu mansliðini hjá
KÍF og VÍF.
Fríggjadagin verða eisini ymisk
tiltøk á skránni í Kollafirði, og tá letur
kampingøkið upp í stóra skúla garð
inum, umframt at ponyríðing verður í
skúlagarðinum.
Hetta kvøldið verður eisini stevnu
quiss í Cafe Chill, og seinni um kvøldið
verður livandi tónleikur við Signari í
Homrum og John Johansen.
Setan og kappróður
Stutt fyri middag leygardagin verður
skrúðgonga frá Bygdahúsinum, sum
endar á økinum við ítróttarhøllina, har
borgarstjórin í Tórshavnar kommunu,
Heðin Mortensen, setir Fjarðastevnu
um middagsleitið.
Eftir setanina lata eitt nú loppu
marknaður og fiskibrunnur upp, og
tá verður eisini ponyríðing, kaffisøla,
fiski brunnur og ymiskt annað áhuga
vert á skránni.
Tá barnaróðurin byrjar klokkan
13, verður eisini søla av pylsum og
øðr um á kappróðrarøkinum, eins og
tivoli tíðliga seinnapartin letur upp
við ítróttarhøllina.
Millum barnaróðurin, og til FM
róðurin byrjar, letur upp sølubingja
við candyfloss, poppkorni og øðrum á
parkeringsøkinum við skótahúsið.
Sjálvur FMróðurin, sum vit fara
at venda aftur til í aðrari grein, byrjar
klokkan 15, og tá róðurin nærkast
end anum um 17tíðina, verður eisini
høvi at fara í heitar pottar og sauna
við báta hylin.
Ymiskt annað
Nógv ymiskt verður á skránni seinna
partin leygardagin og leygarkvøldið,
og eitt nú verður midnáttarbál, har
Ben Arabo fer at halda røðu, eins
og her eisini verður felagssangur og
føroyskur dansur við Missiónshúsið.
Stórdansur verður eisini í Kollafirði
leygarkvøldið og til langt út á náttina
við Sigari í Homrum og Rox, og her
fara teir at leggja seg eftir at spæla
tónleik til allar aldursbólkar.
Nógv ymiskt er á skránni fyri
sunda lagsstevnu og skráin, sum
verður prentað í Vikublaðnum í dag,
fevnir eisini um sunnudagin og partvís
mána dagin.
Sundalagsstevna verður
í Kollafirði um vikuskiftið
FM-kappróður verður í Kollafirði leygardagin. Tað verður Heðin
Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta stevnuna, og við
midnáttarbálið leygarkvøldið fer Ben Arabo at halda røðu
Sundalagsstevna
Kollafjørður verður karmur um sundalagsstevnu um vikuskiftið, og leygardagin verður FM-róður á skránni
TEMA
150,-
ATGONGUMERKI
Lesarakapping:
Petur Ove
vann ferðina
Nýggjheit
tel 31 35 35
Úr einans 229.990,-
lættur, hugaligur og kunnandi vikulesnaður ...ókeypis frá miðlahúsinum til hvørt húsarhald í føroyum
Elding er størsti elektronikkhandil í Føroyum
við handlum í Havn og KlaKsvíK
Hoyvíksvegur 65
100 Tórshavn
Tel +298 529 000
elding@elding.fo
Stangavegur 8
700 Klaksvík
Tel. +298 350 800
elding@olivant.fo
Elding er limur í størstu el-ketuni í norðurlondum, El-Giganten, sum so aftur er
partur av bretsku risaketuni Dixons, sum er ein tann størsta el-ketan í heiminum.
www.elding.fo
www.lm.fo - lm@lm.fo - tel 35 12 20
EL-motorar
GATES REIMAR
Bonfiglioli GEAR
vika 24 • 8. juni 2015
Ókeypis lýsingarblað
Vitja litfagurt
heim á Signabø
Gera hugskot
sjónlig
Deko-deildin
TEMA Sundalagsstevna
Eiðismaðurin Petur Ove Vesturtún gjørdist triði
vinnarin av eini vikuskiftisferð fyri tvey til Reykjavíkar.
Sí eisini hvør vann gávukortini hesa vikuna...
Vikukvissin
seinasta
umfar