mánadagur 8. juni 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
V
innumálaráðið legði á vári
2014 fram lógaruppskot, sum
álegði føroysku televeitarunum
at gera tað møguligt at varðveita sítt
upprunaliga telefonnummar, tá man
skifti veitara. Nú eitt ár seinni, er lógin
komin í gildið og tí kunnu kundar nú
skifta televeitara uttan at skifta tele
fonnummar.
Johan Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum vísti á, at endamálið við
skipanini var, at skapa betri fortreytir
fyri kapping á fjarskiftismarknaðinum:
– Við tað at forðingarnar fyri
mobilitetinum á fjarskiftismarknað
inum nú eru burtur, eru sannlíkindini
fyri kapping batnaði og eigur hetta í
síðsta enda at koma øllum fjarskiftis
kundum til gagns. Eg fegnist stórliga
um, at vit nú eru komin á mál við
nummarportabiliteti í Føroyum, segði
Johan Dahl í tíðindaskrivi um dagarnar.
Hjá Vodafone fegnast tey eisini um
øktu kappingina. Gudny Langgaard,
stjori í Vodafone sigur, at tey hava ar
beitt fram ímóti hesum í fleiri ár:
– Øll kapping er til fyrimuns fyri
brúkaran, og hetta hevur verið ein
av høvuðssetningunum fyri alt okk
ara arbeiði á Vodafone, og ein av or
søkunum, at vit eru til. Vit vóru skapt
fyri at bróta monopolið, og síðan tá
er tænastustøðið betra, tøknin vorðin
tíðarhóskandi og prísirnir lækkaðir.
– Nú fólk ikki longur eru bundin til
ein veitara, er kappingin nógv meira
frí, og tað síggja vit sum ein stóran
fyrimun fyri okkum, sum tann minna
og meira fleksibla veitaran, sigur
Gudny Langgaard.
Vøksturin er í datanýtsluni
Týsdagin í farnu viku var ein stórur
dagur í føroyskari telesøgu, tá lat
Vodafone upp fyri Føroya fyrsta 4G
netið, ið gevur kundunum fleirfaldaða
ferð á fartelefonini. Gudny Langgaard
fegnast um góðu móttøkuna, ið 4G
netið hevur fingið.
– Vit hava í longri tíð arbeitt við
hesum. Vit hava dagført okkara 3G
støðir og gjørt tær klárar til 4G. Vit
hava nú tendra tær fyrstu støðirnar, ið
eru í Havn, í Klaksvík og á Skálafjørð
inum, og fara komandi tíðina at víðka
4G netið, greiður Gudny Langgaard
frá.
Tað er eingin loyna, at tað er innan
fyri datanýtslu á fartelefonum, at
nógv størsti vøksturin er. Tí er tað
ein stórur kappingarfyrimunur hjá
Vodafone, at tey dagført sítt net,
meðan kappingarneytin í síðstu viku
segði við Kringvarpið, at tey enn vóru
í samráðingum við veitarar av nýggju
tøknini, men væntaðu at taka eina av
gerð um veitara seinni í hesum mán
aðinum.
Vodafone hevur í sambandi við
nýggja 4G netið varð tikið í nýtslu
eisini fleirifalda datapakkarnar á øll
um RED haldum, so fólk veruliga
kunnu njóta gott av øktu ferðini.
Fyrst og best við data
Gudny Langgaard dylir heldur ikki fyri,
at tey á Vodafone eru errin av, at vera
fyrst við 4G tøknini í Føroyum:
– Vit vóru fyrst við 3G, og seinasta
árið hava vit verið fyrst at dagføra 3G
netið, so vit nú kunnu bjóða upp til
15 Mbit flestu støð í Føroyum. Tað
er munandi hægri ferð enn kapp
ingarneytin. Nú vóru vit so eisini fyrst
við 4G, tað er alt í trá við okkara visjón
um at geva kundum okkara góðar
upplivingar, sigur hon.
Til ber hjá øllum Vodafone kundum
at fáa atgongd til 4G, hjá teimum
flestu riggar hetta automatiskt. Um
tú ikki fært samband við 4G netið,
kann orsøkin vera, at títt simkort er
ov gamalt, tá ber til at seta seg í sam
band við Vodafone og fáa eitt ókeypis
simkort sendandi.
Tað verður áhugavert at fylgja við,
hvussu leikur fer, tí eingin ivi er um, at
nýggja frælsið at flyta televeitara er
ein stór avbjóðing fyri bæði feløgini,
og kappingin um kundar er nú størri
enn nakrantíð.
Í
vetur hava føroyingar fylgt væl við
avrikunum hjá fulgfirðinginum Jógv
ani Joensen, sum var við í donsku X
Factor kappingini.
Tað gekk sera væl hjá Jógvani,
sum ferð eftir ferð hevði sannførandi
framførslur í beinleiðis sjónvarpi.
Jógvan vann seg allan vegin fram í
finaluna, har hann endaði sum numm
ar 2.
Jógvan fekk nógv rós frá dómar
unum í sendingini fyri at verða musi
kalskur og duga væl at tulka teir ymsu
sangirnar, ið hann skuldi framføra.
Jógvan var sera tryggur á pallinum,
og framførslan av sanginum My
Josephine var kanska besta avrikið
yvirhøvur í ársins X Factor kapping.
Spentur
Nú er greitt, at Jógvan Joensen verður
við á Summar Festivalinum. Tað boð
aðu fyrireikararnir frá í gjár.
Jógvan skal spæla á stóra pallinum
á Vágsbøi, sum eisini er landsins
størsti tónleikapallur, og tann møgu
leikan tekur Jógvan fegin ímóti.
– Eg eri sera fegin um, at eg eri
biðin um at spæla á Summar Festi
valinum. Eg havi mannað ein framúr
góðan bólk, og eg kann lova øll festi
valgestunum eitt brak av einari kon
sert, sigur Jógvan Joensen.
Jógvan hevur onkrar aðrar fram
førslur í Føroyum í summar, men á
Summar Festivalinum skal hann á
pallin við væl mannaðum bólki, ið fer
at spæla saman við honum.
Summar Festivalurin verður hildin í
døgunum frá 6. til 8. august.
Jógvan
lovar brak
á Vágsbøi
X Factor stjørnan Jógvan Joensen framførir
á Summar Festivalinum í august
Tøkni: Skift telefelag uttan
at skifta telefonnummar
Fyri nógv er eitt telefonnummar nakað persónligt, ið tú ikki bara skiftur. Tí hevur tað ofta verið ein forðing
fyri at skifta telefonveitara, at tú ikki hevur kunnað tikið títt gamla nummar við tær. Hetta er nú broytt
Gudny Langgaard,
stjóri í Vodafone
Altjóða
stórverk
nú á før
oyskum
Skaldsøga hjá Gabriel
Garcia Marquez
er nú komin út á
føroyskum máli
Skaldsøgan »Hundrað ára ein
semi«, sum kolumbiski rithøvudin
Gabriel García Márquez skrivaði, er
nú komin á føroyskum máli.
Marianna Hoydal hevur týtt
skaldsøguna, sum verður roknað
sum ein av teimum heilt stóru í
heimsbókmentunum. Skaldsøgan
er týdd til flest øll mál, og milliónir
av eintøkum eru seld kring heimin.
»Hundrað ára einsemi« er søg
an um Buendía-ættina og um
tann íspunna býin Macondo, ið
verður grundaður og fer til grundar
saman við ættini. Søgan er um
kríggj og kærleika, um longsul og
einsemi. Hon er á tremur við ræð
andi veruleika og vónleysum hug
flogi, alla tíðina á markinum mill
um søgu og søgn.
Forlagið Sprotin stendur fyri
útgávuni. Edward Fuglø hevur
gjørt kápumyndina.