mánadagur 8. juni 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
9
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
Skráin fyri sundalagsstevnu, sum um
vikuskiftið verður hildin í Kollafirði,
byrjar longu mikukvøldið við tiltaki á
bókasavninum, har Ása Hátún, hand
arbeiðslærari og listakvinna, fer at
hugleiða um føroysku ullina, og hvat
kann fáast burtur úr henni. Við høvi
luttekur eisini kórið hjá Lailu av Reyni.
At spæla sjavs er vorðin ein dilla í
Kollafirði, og mikukvøldið verður eisini
sjavskapping í niðara sali í Bygdarhús
inum.
Bæði mikudagin og hósdagin – og
eisini hinar allar dagarnar á Fjarða
stevnu – verður Cafe Chill í Kollafirði
opið.
Hóskvøldið letur stevnutombola
upp í ítróttarhøllini, og steypadystur
verður millum bestu mansliðini hjá
KÍF og VÍF.
Fríggjadagin verða eisini ymisk
tiltøk á skránni í Kollafirði, og tá letur
kampingøkið upp í stóra skúlagarð
inum, umframt at ponyríðing verður í
skúlagarðinum.
Hetta kvøldið verður eisini stevnu
quiss í Cafe Chill, og seinni um kvøldið
verður livandi tónleikur við Signari í
Homrum og John Johansen.
Setan og kappróður
Stutt fyri middag leygardagin verður
skrúðgonga frá Bygdahúsinum, sum
endar á økinum við ítróttarhøllina, har
borgarstjórin í Tórshavnar kommunu,
Heðin Mortensen, setir Fjarðastevnu
um middagsleitið.
Eftir setanina lata eitt nú loppu
marknaður og fiskibrunnur upp, og
tá verður eisini ponyríðing, kaffisøla,
fiskibrunnur og ymiskt annað áhuga
vert á skránni.
Tá barnaróðurin byrjar klokkan
13, verður eisini søla av pylsum og
øðrum á kappróðrarøkinum, eins og
tivoli tíðliga seinnapartin letur upp
við ítróttarhøllina.
Millum barnaróðurin, og til FM-
róðurin byrjar, letur upp sølubingja
við candyfloss, poppkorni og øðrum á
parkeringsøkinum við skótahúsið.
Sjálvur FM-róðurin, sum vit fara
at venda aftur til í aðrari grein, byrjar
klokkan 15, og tá róðurin nærkast
endanum um 17-tíðina, verður eisini
høvi at fara í heitar pottar og sauna
við bátahylin.
Ymiskt annað
Nógv ymiskt verður á skránni seinna
partin leygardagin og leygarkvøldið,
og eitt nú verður midnáttarbál, har
Ben Arabo fer at halda røðu, eins
og her eisini verður felagssangur og
føroyskur dansur við Missiónshúsið.
Stórdansur verður eisini í Kollafirði
leygarkvøldið og til langt út á náttina
við Sigari í Homrum og Rox, og her
fara teir at leggja seg eftir at spæla
tónleik til allar aldursbólkar.
Nógv ymiskt er á skránni fyri
sundalagsstevnu og skráin, sum
verður prentað í Vikublaðnum í dag,
fevnir eisini um sunnudagin og partvís
mánadagin.
Sundalagsstevna verður
í Kollafirði um vikuskiftið
FM-kappróður verður í Kollafirði leygardagin. Tað verður Heðin
Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta stevnuna, og við
midnáttarbálið leygarkvøldið fer Ben Arabo at halda røðu
Sundalagsstevna
Kollafjørður verður karmur um sundalagsstevnu um vikuskiftið, og leygardagin verður FM-róður á skránni
TEMA
150,-
ATGONGUMERKI