Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sundalagsstevna S erliga mentanarliga hava stevnur framvegis stóran týdning. Stevnurnar savna eisini íbúgv­ar til ítrótt og felags átøk. Bygdin skal taka seg væl út og gestablídnið er øgiligt, tá bygdin hesar dagarnar gerst vertur fyri hugna­ ligari summarstevnu við nógvum gestum.   Tað hevur stóran týdning at varðveita verandi summarstevnur, hóast tær í dag hava sera nógv at kappast við, t.d. eitt ótal av festivalum, báta­ stevnum og øðrum. Henda kappingin er kanska bara til tað betra, tí støðið hækkar, tá fleiri kapp­ast um at hava bestu átøkini. Í øllum førum tykjast stevnurnar at elva til gott samanhald í lokalu ítróttarfeløgunum, millum skótarnar og innan frítíðarvirksemi annars.   Tosað verður so mangan um at fjálga um út­ jaðaran. Vit í Tórshavnar kommunu hava okkara egna útjaðara, og vit vilja helst ikki, at munur verður gjørdur á nøkrum borgara í kommununi.  Øll skulu so vítt gjørligt hava atgongd til somu tænastur. Men vit fegnast kortini um fjølbroytnið innan kommunumark, tí smærru plássini kunnu ikki altíð bjóða tað sama sum høvuðsstaðurin kann – men tess størri má uppfinnsemi vera og tess fjølbroyttari gerast tilboðini.   Tórshavnar kommuna er bæði heimkommuna hjá sínum borgarum og høvuðsstaður í landinum við teimum møguleikum og skyldum, sum hetta hevur við sær. Ólavsøkan er landsins høvuðs­ stevna og okkara hugmynd av tign, samanhaldi og felagsskapi. Aðrar stevnur fáa størri týdning, tónleikastevnurnar á sumri ikki minst. Stevnur og tiltøk sum landsdystir í ítrótti draga fólk til sín, útlendsk ferðafólk koma til býin, sambond skapast, sum bera vøkstur við sær.   Kommunan hevur stuðlað og stuðlar fram­ vegis nógvum ymiskum felagsskapum og mentanar­ligum tiltøkum. Felags fyri nógvar felagsskapir er tann stóra orkan, ið fer til at halda virkseminum uppi við innsavningum, bingo, køkutombola og øðrum, og mangan verður arbeiðið eitt støðugt stríð at skipa fyri inntøkugevandi tiltøkum.   Kommunan stuðlar við eitt nú eftir førimuni at útvega hóskandi høli til virksemi. Trot er javnt og samt á hallum, bygningum og vøllum. Komm­unan roynir av øllum alvi at skapa røttu karm­arnar.   Meðan Norðoyastevna er fyrsta stevna á árin­ um, so verður Sundalagsstevnan hildin á hvørj­ um sumri sum tann næsta í røðini av summar­ stevnum, oftast um miðjan juni mánað. Tað eru tær tríggjar bygdirnar, Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík, sum skiftast um at hava stevnuna.   Á Sundalagsstevnuni er fjølbroytt innihald, ið líkist tí, sum aðrar summarstevnur hava at bjóða, bæði innan ítrótt, mentan og ymiskt undirhald. Sundalagsstevnan í ár verður hildin í Kollafirði. Hetta er sostatt ársins fyrsta stevna í Tórshavnar kommunu – tann størsta er ólavsøkan, og tann seinasta plagar at vera Ovastevnan.   Tað eru Kollafjarðar Ítróttarfelag og skótarnir, sum skipa fyri tiltøkunum og leggja skránna. Hond­bóltur og FM-róður eru fastir tættir á Sunda­lagsstevnuni.   Eg fari at takka tykkum fyrireikarum fyri enn einaferð at hava megnað at seta eina spennandi skrá saman, takk til ítróttarfólk, skótar og til bygdarfólkið. Eg fari at ynskja tykkum øllum eina góða sundalagsstevnu.   Heðin Mortensen borgarstjóri Vælkomin á sunda­lags­stevnu 2015 FM-kappróður verður í Kollafirði leygardagin. Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta stevnuna, og við midnáttarbálið leygarkvøldið fer Ben Arabo at halda røðu