Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 34 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Á almennum hátíðarhaldi á 50 ára degnum hjá Fróðskaparsetri Føroya herfyri tilnevndi stovn­ urin tríggjar heiðursdoktarar, Hanus Kamban, Petur Jacob Sigvardsen og Jens-Kjeld Jensen. Hetta var fyrsta tilnevning av heiðurs­dokt­ ar­um á Fróðskaparsetrinum síðan í 1990, tá Jó­hannes av Skarði og Robert Joensen vórðu til­ nevndir heiðursdoktarar á 25 ára-haldinum hjá stovninum. Í leiðreglunum fyri tilnevning av heiðurs­ dokt­arum er ásett, at faklig metingarnevnd skal meta um førleikar og avrik hjá tí, sum er í upp­ skoti til heiðursdoktaraheiti. Jens-Kjeld Jensen fekk heitið fyri umfatandi innsavningararbeiði, gransking og útgávu um fjøltáttað evni í lívfrøði í Føroyum. Petur Jacob Sigvardsen fekk heitið fyri rit­ verk­ini Torvið í Føroyum, Gjáar søga og Hin heim­urin. Hanus Kamban fekk heitið fyri sítt umfatandi ritverk við serligum denti á verkið um J.H.O Djur­ huus. Umgyrdur við gávum Vikublaðið fer til stuttleikar at endurgeva úr tí, sum Marita Gulklett skrivaði um kenda fugla­ mannin í Nólsoy eftir tilnevningina sum heiðurs­ doktari. – Her situr hann umgyrdur við gávum frá vinum og kenningum. Flottum og fittum glas­ lunda frá Føroya Fuglafrøðifelag, vakrari drunn­ hvíta­tekning frá Astrid Andreassen, mega flott­ ari kurv frá Náttúrugripasavninum, spennandi plantu frá Marjuni Simonsen, umframt veldugari bukett og heiðursbrævi frá Fróðskaparsetrinum, sum hevur givið honum fína tittulin: philosophia doctor/doctrix honoris causa (ph.d.h.c.) At enda skrivar Marita Gulklett, at Jens-Kjeld má vera besta dømi um, at einum ikki nýtist at hava slitið gólvini á hægri lærustovnum fyri at koma fram í verðini. – Til tess krevst evni, áræði og ikki minst áhugi fyri tí, tú tekst við, leggur hon aftrat. Sleit ikki gólvini á hægri lærustovni Jens-Kjeld Jensen er eitt dømi um, at tær ikki nýtist at hava slitið gólvini á hægri lærustovni fyri at koma fram í verðini Jens-Kjeld Jensen, heiðursdoktari, umgyrdur við blómum og gávum. Myndina eigur Marita Gulklett Tlf. 612098 Toystovan Tvøroyri · tel 37 16 12 Vit eru á