Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 57

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 33 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vága kommuna skipaði fríggjadagin 29. mai fyri móttøku í býráðssalinum í Sandavági, nú Dagfinn Petersen er givin sum sløkkiliðsleiðari og arbeiðsformaður hjá kommununi. Við hátíðarløtuna vórðu røður hildnar og gávur handaðar, og Signar í Homrum sang og spældi nøkur løg. Sløkkiliðsfólk úr Vágum og aðrastaðni nýttu eisini høvi at heilsa nú fyrrverandi sløkki­liðs­leið­ aranum og arbeiðsformanninum. Vegna Vága kommunu handaði Rósa Sam­ uel­sen, borgarstjóri, Dagfinni Petersen eina gávu frá kommununi. Fleiri myndir frá hátíðarløtuni í býráðssalinum í Sandavági eru at síggja á heimasíðuni www. vaga.fo Rósa Samuelsen, borgarstjóri, handar Dagfinni Petersen gávu frá Vága kommunu fyri trúgva tænastu Gávur og heilsanir til Dagfinn Petersen Dagfinn Petersen er nú givin sum sløkkiliðsleiðari og arbeiðsformaður hjá Vága kommunu Tað er ein vika í dag, síðan teir byrjaðu at leggja graslíki á nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum á Eiði. Væntandi verður arbeiðið liðugt umleið 20. juni. Graslíkið er av slagnum Domo Varioslide S Pro, sum Idé Møblar umboðar, og tað er eitt týskt áleggingarfirma, sum ger arbeiðið á Eiði. Hetta er sama fyritøka, sum hevur lagt á vøllirnar á Tvøroyri, Sandi, Sandavági, Gøtu og Leirvík. Áleggingararbeiðið á Eiði hevur gingið væl, og longu fáar dagar eftir byrjan, sást dagamunur. Sigast kann av røttum, at økið í Hólmanum á Eiði longu er vorðið rættiliga grønt og vakurt á at líta. vilmund@sosialurin.fo Nýggi fótbóltsvøllurin í Hólmanum á Eiði tekur seg væl út Grør um gangandi fót Áleggingararbeiðið á nýggja fótbóltsvøllinum í Hólmanum á Eiði verður ætlandi liðugt 20. juni