Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 32 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Erik Fabricius er miðskeiðis í fimmtiárunum. Tá hann kemur heim úr arbeiði, er hann troyttur, plágaður av pínu og hevur ørilsi í høvdinum. Tískil orkar hann ikki í biografin ella til ein døg­ urða saman við vinum. Soleiðis hevur Erik havt tað í meira enn 11 ár. Hann takkar nei, tá hann verður bjóðaður út og setir seg heldur einsamallur heima við hús. Tá Erik sigur frá sínari pínu, er tað týðiligt, at hann veit, hvat hann tosar um. Í staðin fyri at tosa um »brennandi«, »dukandi« ella »sting­ andi« pínu, tosar hann professionelt um pínu í beinagrindini og um nervapínu. Á einum »skala« frá 1 til 10 sigur Erik, at pínan hjá sær vanliga liggur millum 4 og 6. Hetta svarar til vanligt krím, men Erik hevur hesa pín hvønn dag – og alt árið. Haraftrat eru dagar, har hann hevur tað rættiliga vánaligt. – Tey akuttu herðindini koma, sjálvt um eg taki heilivágin móti pínu hvønn dag. Herðindini eru so ógvuslig, at eg bara liggi, meðan tey eru. Tá herðindini eru, liggur pínan millum 8 og 9 á skalanum. Eg kann eisini erta pínuna fram við at arbeiða hart, men pínan kann eisini koma við vikum ella mánaðum ímillum - uttan, at eg kenni orsøkina. Slitgikt í nakka Erik er hart raktur av artrosu – slitgikt – í nakk­ an­um. Tí er hann ein av teimum fáu, sum hevur fingið pláss á viðgerðar-og venjingarstøðini Sano i Skælskør í Danmark. Her hjálpa tey sjálvt teimum mest truplu og vánaligu sjúklingunum. Uppihaldið er fýra vikur, og tá danska blaðið – Helse – skifti orð við Erik, hevði hann verið har í eina góða viku. – Tað gongur ógvuliga væl. Hetta er fyrstu ferð, eg møti fólki sum skilja, hvat mín sjúku­ grein­ing merkir. Tá Erik varð innlagdur til viðgerðar, hevði hann eina samrøðu við ein ergoterapeut. Saman hava teir sett trý mál út í kortið, sum hann skal arbeiða við á Sano. Her snýr tað seg ikki so nógv um beinleiðis pínu­linnan, men um at læra at fungera og liva við pínuni. Lillian Garby er leiðari á Sano í Skælskør. Hon sigur, at tá tú ikki flytir teg, minkar vøddastyrkin, tú fært ein verri kropsburð, og hetta gevur eina størri tyngd í liðirnar, sum aftur merkir meira pínu. – Tað er so týdningarmikið at røra seg, so­ leiðis at lívið verður livað hóast pínuna. Á henda hátt verður fokus eisini flutt frá pínu til aktivitetir, soleiðis at pínan ikki kennist so ógvus­lig. Lillan Garby sigur, at nógvir giktasjúklingar hava trupult við at finna seg í teimum avmark­ ingum, sum sjúkan hevur við sær. – Tað er trupult fyri mong at viðurkenna, at tey eru sjúk. Vanlig ting, eitt nú at lata seg í og persónligt reinføri, kunnu vera trupul, tá tú eitt nú hevur pínu í rygginum. Neyðugt er at læra at liva við teirri pínu og teimum avmarkingum, sum sjúkan hevur, samstundis sum roynt verður at bøta um heilsuna og at fokusera á ítøkilig mál, sigur Lillian Garby, leiðari á Sano í Skælskør. Heilivágur, venjing og skurðviðgerðir kunnu hjálpa mongum við gikt, men nøkur eru so hart rakt, at tey hava trupult við at fáa gerandisdagin at fungera Fakta um Sano Sano hevur deild í Skælskør, Middelfart og í Århuus. Sjúklingar kunnu visiterast til Sano, har uppihaldið verður goldið, men tað er ein fíggjarlig ramma sum ger av, hvussu nógvir sjúklingar kunnu fáa uppihaldið goldið. Tað eru eisini nøkur sum fáa uppihaldið goldið um eina heilsutrygging, ella tey fáa eitt legat – og at enda eru tað nøkur, sum gjalda uppihaldið sjálvi. Eftir eitt fýra vikur langt uppihald kann Sano skjalprógva, at sjúklingar hava: 79% færri kropsligar avmarkingar 49% meira orku 30% minni pínu í kroppinum Kelda: www.helse.dk Erik Fabricius er miðskeiðis í fimmtiárunum og giktsjúkur Gikt: Tey harðast raktu fáa eisini hjálp AltíÐ av klæÐum og skóm! stórt og gott úrval TOYSTOVAN VÁGUR · TLF 373542 SJÓGØTA 165 • TVØROYRI • TLF. 371296 • B-TEKNIK@OLIVANT.FO