Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 136 - 20. juli 2004 Nr. 136 - 20. juli 2004 23 Stórur spenningur um Cambobrunn: Bora nú næsta brunnin við markið Mong av altjóða olju- feløgunum bíða nú í spenningi eftir at vita, hvussu hevur gingist við Cambobrunnin- um, sum júst er liðugt boraður skamt frá føroyska markinum. Er hann eitt veruligt fund kann tað seta gongd í aftur leiting- ina á Atlantsmótinum og harvið eisini við Føroyar OLJULEITING Jan Müller Eitt av heimsins best út- gjørdu boriskipum West Navigator er nú liðugt við at bora avmarkingar- og kanningarbrunn fyri Am- erda Hess samtakið í bretskum øki, skamt frá føroyska markinum. Talan er um Cambofeltið, ið varð funnið herfyri og sum verð- ur mett at goyma olju og gass í lønandi mongdum. Men hesin brunnurin skuldi so staðfesta, um talan er um eitt veruligt fund. Tað er ómøguligt at fáa nakað at vita um brunnin. Feløgini halda allar upplýsingar sera tætt inn at sær. Hvørki í Havn ella í Aberdeen vilja tey siga nakað. "Tight hole" er einasta svarið. Og hóast brunnurin hevur fyrsta pri- oritet hjá øllum oljufeløg- um, sum ætla sær at gera íløgur í leiting á Atlants- mótinum næstu árini, so ber ikki til at fáa nakað at vita. Hetta er annars brunn- urin, sum hevur verið nógv umrøddur í oljuverðini, tí er hann eitt veruligt lønandi fund, kann hann fáa gongd á aftur leitingina sum heild á Atlantsmótinum. Um- framt Amerada Hess eru eisini Dong og Chevr- onTexaco og OMV við í hesum brunninum. Nú er boriskipið so farið nakar longur norðureftir, har tað skal bora Rosebank prospektið. Her er tað ChevronTexaco, sum er fyristøðufelag. Eisini eru Statoil og aftur Dong við í tí boringini. Sosialurin skil- ur, at hol varð sett á fyrst í hesi vikuni. Hetta er annars tann brunnurin, sum ein av stjórunum í Chevron Tex- aco úttalaði seg um í Sosi- alinum á oljuráðstevnuni í Havn herfyri. Hon segði, at hetta er ein brunnur, sum feløgini hava stórt álit á. Hon segði eisini, at møgu- leikin at gera eitt lønandi fund her var sera stórur, eitt til trý. Tað er greitt, at úrslitið av báðum hesum brunnunum, kann fáa stóran týdning fyri áhugan fyri at vera við í 2. útbjóðing á føroyska land- grunninum. Tað kann so ganga báðar vegir. Í august er so ætlanin at fara undir at bora triðja brunnin við markið. Tað er BG, sum stendur fyri tí brunninum, ið ber heiti Bedlington. Hann liggur nakað væl longur syðri, men framvegis tætt upp at føroyska markinum. Í tí boringini er eisini føroyska oljufelagið Atlantic Petrole- um umframt onnur feløg. Uppaftur ein áhugaverd boring hevur verið vestan fyri Hetland í ár, sum eisini kann hava týdning fyri okk- ara øki. Tað er avmarking- arbrunnurin í Laggangas- sfeltinum. Eisini hann hev- ur "tight hole" status. Har er tað Total, sum er operatørur. Eitt gott úrslit her kann fáa týdning fyri 22. útbjóðing- ina í bretskum øki, har tað nettupp verður lagdur stórur dentur á at bjóða út øki í nánd av gassfundum. Vón- irnar eru so, at tá man hevur funnið so mikið mong smærri og størri gassfelt, at man kann fara undir at byggja ein infrastruktur og síðani at seta í gongd fram- leiðlsu av gassi. Um somu tíð sum alt hetta hendir nærkast dagur- in fyri upplatingini av 2. rundu á føroyska økinum. Tað verður tann 17. august. Annars fara vit skjótt at frætta um hvørji oljufeløg hava fingið tillutað hvørji øki í bretsku 22. runduni og norsku 18. runduni. Hetta er alt ein útviklingur, sum so ella so kann hava áhuga og týdning fyri okkara egnu vónir til framhaldandi leit- ing á landgrunninum. MARKNAÐARRÁK Farna vika gjørdist friðarlig á virðisbrævamarknaðun- um hóast lánsbrævarentur og partabrævaprísirnir fullu eitt sindur. Týdningarmestu tíðindini bórust um kjarnu- prísvøksturin í USA, sum vísti eitt fall í farna mánað uppá 0,1% í mun til 0,2% sum væntað. Hetta fekk renturnar at falla. Danska 10- ára rentan fall soleiðis 0,06%-stig fríggjardagin og liggur nú á 4,35%, sum er tað lægsta síðan fyrst í mai mánað. Somuleiðis vóru roknskapir kunngjørdir samstundis sum prísurin á olju náddi sítt hægsta í seks vikur og fekk hetta parta- brøvini at falla. Kjarnuprísvøksturin hev- ur serligan áhuga, tí hesin íroknar ikki olju og mat- vørur sum órógva myndina, vegna teirra stóra prís- sveiggj. Kjarnuprísvøkst- urin gevur eina neyvari ábending, um tað er eitt vaksandi prístrýst í bú- skapinum. Um kjarnuprís- vøksturin sveiggjar millum 0,1% og 0,2% um mánaðin, svarar tað til ein árligan prísvøkstur undir 2%, sum hóskar væl til hóvliga rentupolitikkinum hjá am- erikanska tjóðbankanum. Miðbankin í Evropa (ECB) hevur ongar ætlanir um at hækka rentuna, hóast árligi prísvøksturin sum væntað gjørdist 2,4% og er tí yvir loftinum sum ECB hevur sett til 2%. Hetta tí prísvøksturin einamest stavar frá hækkandi olju- og rávøruprísum og vaks- andi útflutningi, og ikki frá øktari nýtslu í Evropa. KT-fyritøkurnar DELL, IBM og Intel kunngjørdu góðar roknskapir. Men Int- el boðaði frá, at fyritøkan væntaði minkandi margin- alar framyvir og fekk hetta, saman við boðum frá amer- ikanska orkuráðnum um fallandi oljugoymslur, láns- brævarenturnar og parta- brøvini at falla, so amerik- anska Nasdaq vísitalið kom í nánd av tí lægsta í ár. Nógv fólk er farið í summarfrí og tí verður komandi vika helst friðarlig um einki óvæntað verður. Týdningamesta hendingin hesa vikuna, sum kann ávirka virðisbrøvini, verður tá amerikanski tjóðbanka- stjórin Greenspann fer at halda røðu fyri kongress- uni. Væntandi fer hann at halda fast um hóvligu rentuhækkingina og fer kanska at boða kongressina frá, at vánaligu nýtslu-og arbeiðsloysistølini fyri juni einans vóru sveiggj, sum ikki ávirka heildarmyndina av einum annars tryggum búskaparvøkstri Prísvøksturin varð lægri enn væntaður Vika 30, 2004 www.kaupthing.fo Arbeiðseftirlitið Occupational Safety and Health Adminstration Summarfrí Frá og við mánadegnum 26. juli og til og við fríggjadagin 6. august er Arbeiðseftirlitið stongt vegna summarfrí. Falkavegur 6 P.O. Box 1134 FO-110 Tórshavn Faroe Island Tlf. +298 357811 Fax + 348 357810 www.arb.fo arb@arb.fo Summarfrí Sagt verður frá, at Mentamálaráðið er stongt vegna summarfrí frá mánadegnum 26. juli til fríggjadagin 6. august 2004, báðir dagar írokn- aðir. Mentamálaráðið MENTAMÁLARÁÐIÐ Tjaldurs Apotek Søkt verður eftir ídnaðarlaboranti til starvsstovu okkara til setan 1. oktober 2004 ella eftir nærri avtalu. Starvið er eitt fulltíðaravloysarastarv. Starvið umfatar m.a. rávørueftirlit, eftirlit av lidn- ari vøru og framleiðslu av reagensum. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafe- lagið og Føroya Landsstýri. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyð- hild Christiansen ella Jonnu Hansen á tlf. 341100. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og møgulig- um viðmælum skal vera Apotekinum í hendi áðrenn 1. september 2004. Tjaldurs Apotek Postsmoga 3010 110 Tórshavn Tømrere & snedkere søges til opbygning af lejl. i København City. Bolig kan evt. anvises. Ring +45 20 48 20 40 Kim Hansen, Rytterhuset Útbjóðing Vegagerð í Viðareiðis Kommunu Fyri Viðareiðis Kommunu verður arbeiðið at gera 150 m av vegi boðið út alment. Arbeiðið verður boðið út sum ein arbeiðstøka: Jørð-, regnvatns- og kloakkarbeiði Arbeiðið fevnir í stórum um at grava fyri, spreingja og gera 8,0 m breiðan veg og gongu- breyt, at leggja regnvatns- og kloakkleiðingar, harumframt at fyrireika vatnleiðing til nýggja út- stykking. Útbjóðingartilfarið fæst frá fríggjadegnum 23. juli við at gjalda kr. 3.000,- í veð á konto 4132607 í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi mikudagin tann 21. juli og venda sær til Sp/f Fuglø Arkitektar við váttan um, at upphæddin er goldin. Lisitatiónin verður mikudagin 18. august í ár kl. 14.00 á skrivstovuni hjá Viðareiðis Kommunu. Boðini verða tá latin upp, og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. F U G L Ø A R K I T E K T A R Gerðagøta 12, Postsmoga 1, FO-700 Klaksvík Tlf. 45 78 87 - Fax 45 78 97 fuglark@fuglark.fo Summarfrí Skrivstovan er stongd í viku 31, frá 24. juli til 2. august 2004. Føroya Arbeiðarafelag Ferielukning Kontoret er lukket p.g.a.ferie fra 12.juli til og med 4. august. Vi kan dog kontaktes på tlf. (0045) 4036 4465. Her kan også sendes en SMS-besked. Grannskoðaravirkið Højmose, FRR v. Børge Christiansen, Cand.merc.aud. Reg. Revisor Í Heiðum 370 Miðvágur Tlf 333498, telefax 333490 E-mail: hoejmose@post.olivant.fo Http.// www.rev-hoejmose.dk Frisørsalongin á Høgabóli Er stongd vegna summarfrí frá 28.juli til 23.august. Jógvan Hansen Runavík Tlf. 447575 Motorsúkkla til sølu Honda Revera NTV 600, árg. 91, í góðum standi til hægst bjóðandi. Prísuppskot uml. 35.000 kr. Tlf. 456413 Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir einum fyrikomandi,ágrýtnum og álítandi fólki at arbeiða 1/2 tíð (fyrrapart). Starvið umfatar í høvuðsheitum vanligt skrivara- arbeiði so sum umsiting av sølu-/keypsavtalum og øðrum avtalum, nakað av bókhaldi og annars fyrifallandi arbeiðsuppgávur frá leiðsluni. Tann, ið settur verður, má kunna arbeiða sjálv- støðugt, og tað er ein treyt, at viðkomandi hevur skrivstovu- ella líknandi útbúgving og hevur arbeiðsroyndir. Lønin verður ásett sambært avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður at senda til P/f Poul Michelsen, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 26. juli. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tørvar tær meira kunning um starvið, ber til at ringja til P/f Poul Michelsen á tlf 31 46 50 og tosa við Niels Juel Arge, fíggjarstjóra. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. P/F Poul Michelsen C M Y K 23 22