mánadagur 8. juni 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 24 • 8. juni 2015
44
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Tað finnast nógv sløg av fólkum.
Eitt slag er tað skapandi, praktiska
menniskja, sum í eini handavending
kann gera nakrar tankar og nøkur
hugskot til veruleika. Í kjallaranum á
Sendistovuni í Jóannes Patursonar
gøtu í Havn situr ein bólkur av slíkum
fólkum. Tey manna sonevndu Deko-
deildina.
Frá hugskoti til
endaligt úrslit
Á Deko-deildini, sum er tann meiri
praktiski parturin av Sendistovuni,
gera tey nógvar ymiskar uppgávur.
Í høvuðsheitinum kann man siga, at
talan er um tann praktiska partin av
heildarloysnum umframt aðrar smærri
uppgávur.
Meðan tey sum sita í ovaru
hæddini á Sendistovuni ráðgeva fyri
tøkur, koma við hugskot og sniðgeva
ymiskar grafiskar loysnir, so er tað í
kjallaranum, at hesar loysnir verða
framdar í verki.
– Her starvast fimm fólk til dagligt,
og man kann í stuttum siga, at hetta
eru fólk, sum øll hava drúgvar royndir
í vinnuni, og sum hava rættiliga fjøl
broyttar førleikar. Vit hava bæði
grafikarar, arkitekt og praktiskar
hondverkarar, og tað ger, at vit hava
møguleika fyri at loysa øgiliga ymiskar
uppgávur, siga tey á Deko-deildini.
Smátt og stórt
At talan er um ymiskar uppgávur, sum
Deko-deildin loysir, er einki at taka
seg aftur í. Til dømis er ein uppgáva,
sum tey mangan loysa, at tóna rútar
á privatbilum.
– Tað eru nógvar ymiskar fyritøkur
og onnur privatfólk, sum vilja hava
tónaðar rútar. Tað gera vit so í garasj
uni hjá okkum. Vit eru helst einasta
Í kjallaranum á Sendistovuni sita nøkur skapandi fólk.
Tað er tann sonevnda Deko-deildin, sum ger hugskot til
veruleika. Hóast tey sjálvi eru lutfalsliga ókend, so hava
allir føroyingar ivaleyst bæði sæð og brúkt teirra arbeiði
Vit hava bæði grafikarar, arkitekt og praktiskar
hondverkarar, og tað ger, at vit hava møguleika
fyri at loysa øgiliga ymiskar uppgávur
Virkisvitjan
Gera
hugskot
sjónlig