Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 69
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 69

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 24 • 8. juni 2015 45 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað fyri­tøka í landinum, sum fær veitt hesa tænastu, siga tey á Deko- deildini. Júst tað at at gera ymiskt við bilar er eisini eitt øki, sum tey arbeiða nógv við. Millum annað gera tey nýggjar sjúkra­bilar klárar og koyra ymisku frá­ merkini upp á bilarnar, tá ið teir koma til landið. Men so eru sanniliga eisini nógvar stórar uppgávur, sum tey loysa fyri kundar kring alt landið. – Vit kunnu til dømis gera heildar­ loysnir av ymsum slag. Eitt dømi er flogvøllurin í Vágum. Har gjørdu vit alt, sum eitur skelting, í sambandi við at nýggi terminalurin lat upp. Vit snið­ góvu skeltini, framleiddu tey og settu tey upp, greiða tey á Deko-deildini frá. Tað sama var galdandi, tá ið Bank­ Nordik skifti til nýggja samleikan frá Føroya Banka. Tá tók Sendistovan sær av øllum skiftinum, og Deko-deildin tók sær av øllum tí, sum eitur skeltir, fasadur og líknandi. Eisini hava tey til dømis tikið sær av skelting á onkrum nýggjum skúlum, og tá verður tað gjørt eitt sindur meiri kreativt og kveikjandi, enn man er vanur við at síggja tað á einum van­ lig­um skúla. – Vit royna at gera tingini eitt sind­ ur meiri livandi og hugaligari fyri tey, sum brúka tað til dagligt. Serligt fólkaslag Hendan dagin, ið vit vitjaðu á Deko- deildini á Sendistovuni, vóru tey júst í ferð við at framleiða nøkur búmerkir fyri bryggjaríið Okkara á Velbastað, sum skulu brúkast til kranar, har skonkt verður við Okkara kring landið. Hetta vóru nøkur merkir, sum tey á Sendistovuni hava sniðgivið, og Deko-deildin hevur síðani riggað tey til, prentað tey, og tey fara eisini út at seta merkini á kranarnar. – Vit eru ein serlig samanseting av fólki, sum hava ymiskar førleikar. Tað er eisini ótrúliga stuttligt at vera partur av einum arbeiðsplássi ella fyri­tøku, har vit kunnu gera alt líka frá at ráð­geva, sniðgeva og útføra úrslitið reint praktiskt, siga tey. Arbeiðstíðirnar á einum slíkum ar­beiðs­plássi eru ofta ógvuliga skift­ andi, og mangan er stórt trýst á, so at fólk noyðast at taka eitt eyka tørn. – Tað ger so eisini, at tað er eitt heilt serligt fólkaslag, sum arbeiðir á einum slíkum stað. Man hevur eitt ómeta­liga tætt samstarv, og øll vita, at hetta ikki er eitt vanligt 8 til 4 arbeiðs­pláss. Alt ber til Á Deko-deildini siga tey, at alt ber til. Tey vilja vera við, at tey hava bestu fólkini, bestu tólini, og at tey tí hava stað­ið fyri nøkrum av prýðiligastu dekora­tiónum í Føroyum, og at tey hava snikkað óteljandi lutir til kam­ panjur hjá fyritøkum, stovnum, feløg­ um og einstaklingum. Tak til dømis uttandura bannara­ skipanir, heildekorering av bilum, rullu­ skelti, glas- og rútaprýði, klistirmerkir, whiteboard-veggir, kalendarar, básar, fram­sýningar, lýsingaskeltir, plakatir, innrættingar, klædnaprent, sólfilm á bil- og handilsrútum. Allar hugsandi upp­gávur loysa tey, og alt verður gjørt við alski fyri handverki og detaljum. Vit kunnu til dømis gera heildarloysnir av ymsum slag. Eitt dømi er flogvøllurin í Vágum. Har gjørdu vit alt, sum eitur skelting, í sambandi við at nýggi terminalurin lat upp Myndir: Álvur Haraldsen