Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 46 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ »Tað skuldi ikki verið loyvt at sóla sær toppleys á strondini. Tað var sera órógvandi fyri mannin hjá mær, sum bara vildi slappa av.« »Í Spania høvdu vit trupulleikar við hýruvogns­førarunum, tí teir vóru allir spanskir.« »Tað var alt ov nógvur sandur á strondini. Vit máttu reinsa alt, tá ið vit komu aftur á okkara rúm.« »Sandurin á strondini var ikki, sum hann var í faldaranum. Tykkara faldari vísti hvítan sand, men sandurin var meira gulur í tí.» »Handlarnir í Puerto Vallartato stongdu part av seinnapartinum. Eg hevði ofta brúk fyri at keypa ymiskt, tá siesta var – hetta skuldi verið bannað.« »Eingin segði okkum, at tað fór at verða fiskur í havinum. Børnini vóru bangin.« »Hóast faldarin segði, at øll neyðug útgerð var í køkinum, var eingin eggjaskerari í skuffunum.» »Vegirnir vóru so vánaligir og óslættir, at vit fingu ikki lisið í okkara ferðabók, meðan vit koyrdu í bussinum til hotellið. Orsaka av hesum vóru vit ikki varug við ymiskt, sum hevði gjørt okkara ferð stuttligari.« »Tað tók okkum 9 tímar at flúgva úr Jamaica og heim til Onglands. Amerikanararnir høvdu bert 3 tímar um at koma heim. Hetta virkar órættvíst.« »Í Spania vóru alt ov nógvir spaniólar. Í móttøkuni tosaðu tey spanskt, og maturin var spanskur. Eingin hevði sagt okkum, at tað fór at vera só nógvir útlendingar har.« »Tað er tykkara uppgáva sum ferðaskrivstova at boða okkum frá um órógvandi gestir, áðrenn vit fara avstað.« »Vit máttu standa úti og bíða eftir ferjuni, og har var eingin air-condition.« »Unnustan hjá mær bað um tvær sengur á okkara rúmi, men vit fingu í staðin eina stóra song. Nú mugu tit taka ábyrgdina av, at hon er blivin við barn. Hetta hevði ikki hent, um tit høvdu givið okkum tað rúmið, sum vit høvdu biðið um.» Tey kæra sína neyð Enska ferðaskrivstovan Thomas Cook hevur savnað brot úr kærum hjá sínum viðskiftafólkum– og tað er ikki smávegis, sum tey kæra. Her kanst tú lesa nøkur brot úr veruligum kærum Spania er besta landið at ferðast í Ein umfatandi kanning kemur til ta niðurstøðu, at Spania er besta ferðamannalandið í heiminum W orld Economic Forum hevur gjørt eina stóra kanning av, hvussu lond kring heimin eru at ferðast í. Heimasíðan hjá FDM hevur kagað í frágreiðingina, sum hevur Spania ovast á listanum yvir bestu lond at ferðast í. 141 lond eru við í kanningini. World Economic Forum hevur hugt eftir 14 økjum – millum annað ment­ an, ferðamál, reinføri, tøkni, infra­ struktur og tænastu. Spania fær besta skoðsmálið, tá ið tað kemur til mentan og mentanararv, og Spania fær eisini gott skoðsmál fyri undirhald, matstovur, náttarlív og ferða­mál. Samanumtikið fær Spania besta skoðsmál og er frammanfyri Frak­land, Týskland, USA og Ongland á listanum. Tað gongur eisini strúkandi hjá ferða­vinnuni í Spania. Sambært frá­ greið­ingini er Spania triðmest vitjaða landið í heiminum, og í fjør varð nýtt met fyri vitjandi sett, tá ið 65 milliónir útlendingar komu til Spania á vitjan. Mest vitjaða land í heiminum er Frak­ land, har meira enn 84 milliónir fólk vitjaðu í fjør. Europa liggur sum heild sera væl á listanum, og serliga tá ið tað kemur til infrastruktur, reinføri og smidleiki at ferðast um landamørk.