týsdagur 9. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Mortan Østerø
Eftir sjey ár í útlegd vendi
havnarmaðurin, Árni Gilli
Olsen, aftur til Føroya. Í
mun til aðrar føroyingar,
hevði hann leitað eftir ein
ari øðrvísi lestrartíð, har
hann
einsamallur
kundi
byggja upp nýggj netverk
í fremmandum umhvørvi.
At vera einsamallur føroy
ingur í sínum nærumhvørvi
merkti eisini, at føroyski
tjóðskapurin onkursvegna
gjørdist
eitt
høvuðseyð
kenni millum nýggj fólk,
hóast hann var langt burtur
frá teimum fjarskotnu 18
oyggjunum á 62 breiddar
stigum í norðuratlantshav
inum. Nú fær hann javnan
myndir sendandi frá altjóða
vinfólki, sum eru í ferð við at
keypa føroyskan laks á út
lendskum matstovum. Tað er
Árni sjálvur, sum hevur verið
stigtakari
til
marknaðar
førsluna av tjóðskapinum
hjá laksinum.
– Eg kom ikki heim til
nakað starv í Føroyum –
heldur kom eg heim við ein
ari verkætlan í huganum,
sigur Árni G. Olsen, sum
tá júst var liðugur við sína
masterútbúgving
innan
marglætis marknaðarførslu í
ríkmannastatinum, Monaco í
Suðurfraklandi.
– Tá var eg rættiliga upp
tikin av hvussu dygdargott
vín varð marknaðarført á
heimspallinum. Ein brúgv
kann byggjast millum brúk
ara og vøru, og við víni tykist
tjóðskapur at vera eitt vinn
arahugskot. Kundin hevur
lættari við at fyrihalda seg
til eina marglætisvøru, um
seljarin fær bygt eina brúgv
millum góðsku og landspart.
Verður ein brúkari nøgdur
við vín úr ávísum londum
– sum eitt nú Chile og
Argentina – kann víni eisini
marknaðarførast
sum
»vín úr Chile« ella »vín úr
Argentina«, sigur hann.
Fekk fótin
innum alivinnuna
Komin til Føroya var tað
við einari greiðari ætlan.
Hann ætlaði, at Føroyar
skuldu stremba meiri eftir at
marknaðarføra sínar vørur
sum føroyskar.
– Føroyski laksurin er ein
framúr góð matvøra, men
varð ikki marknaðarførdur
sum
»føroyskur
laksur«
burturav. Eg var sannførdur
um, at ein stórur møguleiki
lá í at marknaðarføra laksin
upp á sama máta sum vín –
knýttur at einum landsparti,
sigur hann.
Hóast hann hvørki hevði
stóra vitan innan aling ella
laks, fór hann ósmæðin und
ir at seta seg í samband við
føroyskar alarar, men tað
tók honum fleiri mánaðar at
sannføra partarnar um verk
ætlanina.
– Tað var kanska ein ávís
naiv og blind trúgv upp á
verkætlanina, sum gjørdi at
eg ikki misti móti at halda
áfram við henni. At enda
fekk eg høvi, formliga at fara
undir verkætlanina »Salmon
from the Faroe Islands« í
samstarvi við Havbúnaðar
felagið, sum heldur til á
Vinnuhúsinum , sigur hann.
Uttan at geva sær far
um tað, var hann í holt við
at stykkja saman ta somu
serstøku frásøgnina, sum
hann hevði endurtikið upp í
saman fyri sínum vinfólkum
uttanlands: hvat Føroyar eru
fyri ein eind. Laksurin skuldi
vera eins sjáldsamur sum
ein føroyingur var at hitta
í Hawaii – ein hugbindandi
vøra, sum fekk fólk at steðga
á.
Hóast laksurin finst í
stórari nøgd eftir føroyskum
mátum, er hann einans ein
brøkur av samlaða heims
marknaðinum. Ein avmarkað
nøgd til ein stóran marknað
kann vendast til eina styrki,
verður áhugin fyri vøruni
størri enn nøgdin. Frásøgnin
um tann serstaka, sjáldsama
og dygdargóða laksin bar
á mál, og nú eru væl fleiri
keyparar enn tøkur laksur, ið
somuleiðis førir við sær væl
betri prís.
– Allar fortreytirnar vóru
til staðar, fyri at verkætlanin
skuldi eydnast, og eg var
nóg heppin at vera rætti
maðurin á rætta stað við tí
rætta hugskotinum. Eftir
trý ár við verkætlanini setti
Bakkafrost meg í starv sum
marknaðarleiðari – eitt starv,
sum ikki varð til í teirra fyri
tøku áðrenn. Í dag eri eg
ógvuliga
eyðmjúkur
um
álitið frá alivinnuni, og ivist
í hvørt eg hevði havt dirvið
at loypa út í verkætlanina á
sama hátt sum 32 ára gamal,
sigur Árni G. Olsen.
Útlandi lærir
um heimlandi
Dirvi og brot við vanahugsan
er nakað sum hevur merkt
lívsleiðina hjá Árna og helst
lagt lunnar undir tað sjálvs
álitið og framfýsni, sum hann
hevði við sær til Føroya. Eftir
lokið studentsprógv ætlaði
hann sær langt burtur í heim
at lesa, og fjarskotnu oyggj
arnar í Hawaii lógu fremst í
huganum. Til tess at sleppa
hagar varð neyðugt at skava
saman pening, og Árni fekk
kjans við línubáti undir
Føroyum og rækjutrolara í
Eysturgrønlandi, har hann
sigldi í sløk tvey ár
Undan einum tvey-ára
lestrarskeiði innan handil
og
marknaðarføring
í
Hawaii, fór hann á málskúla
í Málaga. Síðani varð enn
eitt lestraruppihald innan
spanskt í Meksiko á skránni,
áðrenn hann flutti til Barce
lona at gera bachelorlesnaðin
innan handilsskap lidnan.
Svertan á bachelorpróvnum
varð nóg illa tornað, áðrenn
næsti býurin stóð fyri skot
um. Hesiferð gekk leiðin til
forkunnuga
sjálvstýrandi
landspartin í Suðurfraklandi,
Monaco, har Árni G. Olsen
fór undir masterlesnaðin
innan marknaðarførslu av
marglætisvørum. Reyði tráð
urin í lestrarárunum
hjá
Árna
var
tann,
at
hann aftur
og
aftur
hevur staðið
á berum, og
við høvinum at
byggja seg sjálvan
og eitt sosialt netverk
upp av nýggjum.
– Tá ið eg fór út at ferðast
og útbúgva meg, lá tað altíð
frammarlaga í huganum, at
eg skuldi royna okkurt heilt
øðrvísi. Ein mennist so ótrú
liga nógv í aldrinum frá 18-27
ár, og tá er upplagt at royna
seg í ókendum umhvørvi,
uttan fólk sum kenna seg
frammanundan. At eg eri
farin
einsamallur
avstað
hevur ment meg øðiliga nógv
sum persón. Ferð eftir ferð
skuldi byrja av nýggjum og
byggja upp nýggj sosial net
verk, sigur hann.
Sambært Árna fekk hann
onkursvegna eitt frírúm at
stykkja seg saman uttan
norðurlendskar
ella
før
oyskar normar, sum kanska
høvdu verið settir honum,
varð hann verandi í einum
kendum umhvørvi.
– Eg vildi gera nakað øðr
vísi, og vónaði somuleiðis,
at tað fór at vera við til at
menna meg á mín egna hátt,
sigur hann.
At royna seg sjálvan av í nýggjum umstøðum – púra einsamallur – hevur verið ein afturvendandi táttur í lívsleiðini
hjá 32 ára gamla Árna G. Olsen, sum í næstum tekur við starvi sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi
Øðrvísi
royndir geva
íblástur
– At samfelagið hevur gjørt eina íløgu í meg hevur
altíð fylgt mær. Meiri enn fegin, vildi eg tískil gera
mítt til at løna samfelagnum aftur
Árni G. Olsen: