Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 meldurin Sosialurin Marknaðarførsla gjørdist yrkisleið Hóast ein yrkisleið innan marknaðarførslu neyvan varð skotin honum í barna­ skógv­arnar, hevur Árni G. Olsen altíð verið ein út­ vendur persónur og hevur havt lætt við at knýta nýggj sam­bond har hann hevur verið – ein lyklaeginleiki inn­ an handils­heimin. – Londini, sum eg havi búð í, hava verið ógvuliga merkt av ferðavinnuni, og tað hev­ur kanska latið sinni upp fyri marknaðarførslu, við­gong­ur hann. – At ferðast og at búgva kring heimin hevur givið mær eitt gott innlit í teir møgu­leikarnar, sum eru komnir við altjóðagerðini. Eyguni verða vend úteftir og brádliga eru landamørk ikki ítøkilig mørk fyri hvussu ein kann virka. Við uttan­lands­ uppihaldum í við­før­inum, er man væl fyri at sam­skifta við fremmand fólk á fremm­and­ um máli. Starvs­roynd­irnar úr útlandinum hava eisini gjørt meg tryggari at royna nýggj ting, tí eg veit, at tað ber til at royna verkætlanir aðra­staðni, skuldu tær ikki borið til í Føroyum, sigur Árni. At ein altjóðagjørdur mað­ur, sum stóran part av sínum vaksna lívið hevur bú­leik­ast í øllum heimsins horn­um og áhaldandi brotið upp úr nýggjum, gjørdi av at flyta aftur til tær lítlu før­oysku oyggjarnar kann vekja undran, men í huga­ heim­inum hjá Árna var tað ongan­tíð nakar ivi um at hann á onkran hátt vildi vera við til at menna føroyska sam­felagið. – Føroyingar hava ótrúliga góðar stuðulsmøguleikar fyri lesnaði uttanlands, og ein kensla av, at samfelagið hev­ur gjørt eina íløgu í meg hev­ur altíð fylgt mær. Meiri enn fegin, vildi eg tískil gera mítt til at løna samfelagnum aftur fyri íløguna, og nú trívist eg ógvuliga væl í Føroy­um við familjuni hjá mær, sigur Árni, sum eigur ein tvey ára gamlan son og eina tveir mánaða gamla dóttir saman við unnustuni. Spennandi avbjóðing bíðar Tó at Árni G. Olsen nú hevur búð í sama landi í nógv ár, og ikki hevur skrykt teppið undan sær á sama hátt sum so ofta í 20unum, fer hann enn einaferð at royna okkurt nýtt. Hesiferð skal hann selja flog­setur, tá ið hann tekur við starvinum sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlants­flogi 1. juli í ár. – Nú eg havi arbeitt í seks ár við at marknaðarføra laks, og tíðin var búgvin til nýggj­ ar avbjóðingar. Kanska eg eri eg enn einaferð lopin í eitt nýtt umhvørvi, har eg skal byrja av nýggjum, sigur ein flennandi Árni. Ferðavinnan hevur staðið í stórum vøkstri sein­astu ár­ ini, har júst marknaðar­førsla hevur átt ein virknan leiklut í arbeiðinum at lata føroysku dyrnar upp fyri ferðafólkum. – Hóast tað kann ljóða løgið, so minnir marknaðar­ førslan av Føroyum sum ferða­manna­land nakað um markn­aðar­førsluna av før­ oyska laksinum. Tað snýr seg ikki um at fáa so nógv sum møguligt, men at raka rætta kunda­skaran. Tað verður millum annað gjørt við at byggja brýr millum »ta ser­støku upplivingina« og kundan, sum ynskir eina ser­ staka uppliving, sigur hann spentur á málinum. – Longu nú merki eg nógv til fólksliga áhugan fyri før­oysku ferðavinnuni og Atlants­flogi. Tað er ein stór av­bjóð­ing at verða við til at menna føroyska flogsambandi út í heim, sigur Árni G. Olsen, sum gleðir seg at hitta komandi starvsfelagarnar hjá sær. mortan@sosialurin.fo – Ein mennist so ótrúliga nógv í aldrinum frá 18-27 ár, og tá er upplagt at royna seg í ókendum umhvørvi, uttan fólk sum kenna seg framman­undan. At eg eri farin einsa­mallur avstað hevur ment meg øðiliga nógv sum persón Árni G. Olsen – Eg kom ikki heim til nakað starv í Føroyum – heldur kom eg heim við einari verkætlan í huganum, sigur Árni G. Olsen