Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 10 Sosialurin Eirikur Lindenskov Sambært feskari veljara­ kann­ing, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið, vinna Sam­bands­flokkurin og Javnaðar­flokkurin greiðan sigur – í øllum førum um val var í dag. Sambandsflokkurin hevði aftur verið størstu flokk­ur til fólkatingsvalið við 26,1 pro­ sent. Tað er ein aftur­gongd upp á 4,6 prosent­stig í mun til seinasta fólka­tings­val, tá flokkurin fekk 30,8 prosent. Javnaðarflokkurin hevði verið næststørsti flokk­ur og soleiðis vunnið hin fólka­ting­ sess­in. Javnaðar­flokk­urin hevði fingið 24,6 prosent, sum er ein framgongd upp á 3,6 pro­sentstig. Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Javn­ aðarflokkurin hava lagt sjógv ímillum seg og Tjóðveldi og serliga Fólkaflokkin. Tjóðveldi fær í kanningini 20,6 prosent. Tað er ein fram­ gongd upp á 1,3 pro­sent­stig í mun til seinasta fólka­tings­ val. Fólkaflokkurin fær 15,3 prosent, sum er ein aftur­ gongd upp á 3,7 prosent­stig í mun til seinasta fólka­tings­ val. Javnaðarflokkurin má víkja Á seinasta fólkatingsvali hevði Sam­bandsflokkurin stóra fram­gongd. Flokkurin gekk 7,3 pro­sent­stig fram. Hesaferð missi flokkurin ein part av hesi fram­gongd aftur, 4,6 prosent­stig, men kortini tykist vera greitt, at Sam­bands­flokkurin vinn­ur fólkatingsvalið triða valið á rað. Hetta er fyrsta kann­ ing, síðani november í 2012, at Sam­bands­flokkurin í eini velj­ara­kanning verður størsti flokkur í Føroyum. Kanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin 20. og 21. apríl í ár gav eisini Sam­ bands­flokkinum góða undirtøku. Hann fekk 26,9 prosent, sum er eitt sindur meira, enn hann fekk hesaferð. Men í somu kanning varð spurt um løg­ tings­valið, og tá fekk Sam­ bands­flokkurin bara 19,7 pro­sent. Tað vísir okkum, at fólk velja ikki tað sama til løg­tings- og fólkatingsval. Hendan kanningin hevur tikið momentumið frá Javn­ aðar­flokkinum at vera størsti flokkur. Javnaðar­ flokk­urin hevur verið størsti flokkur í teimum seinastu sjey veljarakanningum, sum eru gjørdar síðani september 2013. Hann var eisini størstu í veljarakanningini til fólka­ tings­valið í apríl. Men hesa støðu hevur flokkurin mist í hesari kanningini. Nú er tað Sambandsflokkurin, sum sambært kanningini verður størsti flokkur. Tjóðveldi trupult við framgognd Tjóðveldi hevði stóra aftur­ gongd á seinasta fólka­tings­ vali, tá flokkurin eisini misti fólkatingsumboðanina, sum flokkurin hevði havt seinastu 10 árini. Afturgongdin var 6 prosenststig. Hesa aftur­ gongd hevur flokkurin, sam­ bært kanningini, ikki vunnið aftur. Tí framgongdin er bara 1,3 prosentstig, og tað er ikki nóg mikið at vinna annan fólkatingssessin. Fólkaflokkurin fær sam­ bært kanningini bara 15,3 pro­sent. Tað er ein aftur­ gongd upp á 3,7 proesent­stig. Framsókn størstur av teimum smáu Sjálvstýrisflokkurin fær sam­bært kanningini 3,1 pro­ sent­stig. Tað er ein fram­ gongd í mun til seinasta fólka­tingsval upp á 0,8 pro­ sent­stig. Miðflokkurin fær 4,9 pro­ sent­stig, sum er ein fram­ gongd upp á 0,7 prosentstig. Framsókn fær 5,0 prosent. Tað er ein framgongd upp á 1,6 prosentstig í mun til undir­tøkuna, sum Poul Michelsen fekk á uttan­ flokka­lista til seinasta fólka­ tings­val. Uttanflokkalistin hjá Zakairas Wang fekk 0,3 prosent. eirikur@sosialurin.fo Sambandsflokkurin størsti flokkur Nýggj veljarakanning til fólkatingsvalið vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna sessirnar Fólkatingsval 2015 Fólkaflokkurin 19,0 15,3 -3,7 0 0 Sambandsflokkurin 30,8 26,1 -4,6 1 1 Javnaðarflokkurin 21,0 24,6 3,6 1 1 Sjálvstýrisflokkurin 2,3 3,1 0,8 0 0 Tjóðveldisflokkurin 19,3 20,6 1,3 0 0 Miðflokkurin 4,2 4,9 0,7 0 0 Framsókn 3,3 5,0 1,6 0 0 Uttanflokkalisti 0,0 0,3 0,3 - 0 Tingmannatal í kanning Tingmannabýti seinasta val Í mun til seinasta val Kanning mai 2015 Fólkatingsval september 2011 Flokkur 464 veljarar svaraðu í kanningini, gjørd mánakvøldið 8. mai Viðmerking: Óvissa +/- 2-3 % Spurd um val av flokki, svaraðu tey: • at tey ætlaðu at svara blankt ella ikki at velja 13,0% • at tey høvdu ikki tikið støðu til hetta 10,4% Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vinna valið, sambært kanningini. Vit kunnu gita, at nøvnini eru Edmund Joensen og Sjúrður Skaale Savnsmynd