týsdagur 9. juni 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
Fólkatingsval 2015
Árni Gregersen
Føroyum er tryggjað tvey
umboð av teimum 179, sum
manna danska tjóðartingið.
Tí er tað ómetaliga torført
hjá teimum, sum velja at
stilla upp til valið 18.juni at
svara, táið tey verða spurd
um, hvat tey ítøkiliga fara at
arbeiða við.
Úrslitið eru útsagnir, sum
ofta ikki hava nakað veruligt
hald í veruleikanum, tí tað
tey kunnu gera, er at virka,
so gott tey kunnu, innanfyri
donsku politisku skipanina.
At
virka
innan
fyri
skipanina vil siga, at tey
mugu royna at tosa við aðrar
fólkatingslimir
og
greiða
teimum frá, hvussu viður
skiftini í veruleikanum eru
millum Føroyar og Danmark.
Onkrir av føroysku flokk
unum hava betri samband
við onkran danskan flokk og
tað kann gera møguleikarnar
betri at sleppa framat.
Vit hava fleiri dømi um,
at føroysk fólkatingsumboð
hava fingið góðar nevndar
sessir, men í flestu førum er
talan um, at umboðini hava
havt sæti í Føroya-nevndini
hjá Fólkatinginum.
Aðrir møguleikar
Sjálvt um tað er avmarkað,
hvussu nóg føroysku umboð
ini kunnu gera formliga, so
er fólkatingsessurin gjøgn
um árini brúktur til mangt
annað.
Tað verður hann fram
vegis, men hyggja vit longur
aftur í tíðina, so hava hava
føroysku umboðini hjálpt
mongum føroyingi, sum er
fluttur til Danmarkar.
Serliga eru tað skatta- og
sosialviðurskifti, sum før
oyingar, sum flyta til Dan
markar ofta ikki megnaðu
at loysa sjálvir, sum fólka
tingsumboðini longur afturi
í tíðini hava hjálpt til at loyst.
Støðan er ikki broytt ser
liga nógv á hesum øki.
– Stuttligt tú spyrt, tí
mánadagin í hesi vikuni
brúkti eg so at siga allan til
at hjálpa onkrum, sum var
komin illa fyri í skipanini
í Danmark, sigur Sjúrður
Skaale, fólkatingsmaður fyri
Javnaðarflokkin.
Hann leggur afturat, at
hann í setuni, sum nú er end
að, kanska hevur brúkt ov
nógva orku til slík mál.
– Nú ansi eg eitt sindur
betur eftir. Hava málini
fingið eina málsgongd, sum
fylgir reglunum, so geri eg
vanliga onki við. Hinvegin
royni eg at hjálpa, um tað
vísir seg, at feilur hevur verið
í málsgongdini, sigur Sjúrður
Skaale.
Eisini hin fólkatingslim
urin, sum umboðar Sam
bandsflokkin,
Edmund
Joensen, váttar, at tað fram
vegis eru nógv mál, sum onki
hava við politikk at gera, sum
hann fær á sítt borð.
– Tað er ikki bara mál av
sosialum slag ella um skatt,
men mál av øllum handa
slag, sigur Edmund Joensen.
Hann sigur, at tað ofta
hendir, at føroyingar koma
í klemmu í donsku skipan
unum.
– Slík mál enda ofta á
borðinum hjá okkum og vit
royna sjálvandi at hjálpa so
væl sum tilber, sigur hann.
Hann nevnir eisini, at í
summum førum eru lógir
samtytkar, sum ótilætlað
raka føroyingar og grønlend
ingar.
– Tá ið slíkt hendir, so fara
vit eftir myndugleikunum
og vit hava fleiri dømir um,
at tað er eydnast okkum at
fáa viðurskiftini uppá pláss
aftur. Eitt dømi er um, at før
oyskar stakar mammur ikki
fingu barnapengar. Hetta
fingu vit uppá pláss – og eg
fekk eisini gjørt tað so, at tær
sum ikki fingu pengar í ein
um millumári, at enda fingu
sínar pengar, sigur hann.
Í mun til í gomlum døgum,
so hava fólaktingslimirnir
eisini munandi betri um
støður enn tá ið Jóhan
Nielsen sat á Fólkatingi. Tá
hevði hann hægst ein hálvan
skrivara, meðan tinglimir í
dag hava fleiri fólk at hjálpa
sær.
Pengar til
onnur endamál
Báðir fólkatingsmennirnir,
sum hava sitið hetta seinasta
valskeiðið, hava víst á, at teir
hava fingið pengar til ymisk
ar verkætlanir í Føroyum.
Hesir pengarnir koma
ikki tí Folkatingið í flestu
førum hevur játtað teir,
men heldur tí, at Edmund
Joensen og Sjúrður Skaale
hava viðmælt umsóknumtil
grunnar og annað.
– Eg haldi ikki, tað er
skeivt at brúka ta ávirkan
vit hava, eisini til at søkja
grunnar um pengar til góðar
verkætlanir í Føroyum sigur
Edmund Joensen.
Seinast hevur hann fingið
pengar saman við øðrum til
eina viðarlund. Pengarnir
koma úr stóra grunninum
Aage V. Andersens Fond.
Sjúrður Skaale hevur eisini
fingið pengar til vega til eitt
savn í Porkeri.
– Hetta eru pengar, sum
vit halda gagna føroyska
samfelagnum – og tað haldi
eg vit eiga at viðvirka til, tá
ið vit nú hava møguleikan,
sigur Edmund Joensen.
Samstarv við
danskar flokkar
Báðir tinglimirnir, sum hava
sitið seinasta valskeið, eru í
samstarvið við stórar dansk
ar flokkar. Edmund Joensen
við Vinstra og Sjúrður Skaale
við Socialdemokratiet.
Teir hava eisini avtalur
við flokkarnar um, at eru mál
av teirra áhuga, so fáa teir
altíð pláss á nevndarfundum,
tí so fer onkur annar av
fundinum.
Edmund Joensen hevur
eisini fastan sess í Udenrigs
politisk Nævn.
– Hetta vildi eg hava, tí vit
hava so ofta hoyrt í Føroy
um, at hetta vistu vit onki
um, tá ið okkurt hendi. Í júst
hesi nevndini fái eg so at siga
alt at vita, sum hevur við
uttanríkispolitikk at gera,
sigur Edmund Joensen.
Bæði Edmund Joensen
og Sjúrður Skaale stilla upp
aftur til valið 18. juni.
post@sosialurin.fo
Beinleiðis politiskt arbeiði bert ein
partur av fólkatingsarbeiðnum
Grundlógin tryggjar okkum
ikki annað enn rætt til tvey
umboð í danska tjóðartinginum
– ongar aðrar serligar sømdir
Høgni Hoydal
Nógv spyrja: Er tað
ikki ein andsøgn –
eitt paradoks – at
Tjóðveldi stillar upp
til Fólkatingsvalið?
Jú, víst er tað so.
Men andsøgnin og
paradoksið liggur innbygt í teirri
skipan og teirri støðu, vit eru í.
Vit hava ikki fult fólkaræði í
Føroyum. Danmark tekur fram
vegis allar avgerðir um okkara
støðu og viðurskifti sum fólk í
heiminum. Og um nógv av okkara
rættindum sum einstaklingar og
fyri okkara vinnulív, peningaviður
skifti, løgreglu og mangt annað.
Vit stranda í
heimastýri og spjaðast
Í hesi støðu stranda vit støðugt sum
tjóð, sum persónar, sum vinnulív,
sum búskapur og sum mentan. Vit
fáa stongdar havnir. Vit fáa stongd
portur til teir felagsskapir og tað
samstarv, sum vit ynskja at taka lut
í heiminum. Vit fáa strongd viður
skifti sum menniskju, tí vit drukna
í fløktum skipanum fyri okkum og
okkara børn, tá ið vit flyta millum
lond. Og vit steingja teir ómetaligu
búskaparligu møguleikarnar, vit
eiga sjálv í Føroyum – og fara ístað
in at biðja um pening og hjálp úr
Danmark.
Og okkara politiska skipan álast
sundur í eina óvirðiliga og órætt
vísa framferð. Har vit ikki gera
loysnirnar í Føroyum og standa til
svars fyri teimum. Har vit geva øðr
um skyldina og siga, at onkur annar
skal »orðna tingini«. Og hvør má so
sæta sær, heldur enn at arbeiða fyri
somu rættindum og møguleikum
hjá øllum fólkinum í Føroyum.
Reisa okkum úr
hesi óvirðiligu støðu
Tað er hesa støðu og hesa skipan,
vit vilja broyta og reisa okkum úr.
Fullveldi og Tjóðveldi merkir, at
vit gerast myndug. At tað eru vit,
fólkið í Føroyum, sum sjálv taka
avgerðirnar og standa til svars fyri
teimum. Júst sum, tá ið vit gerast
myndug sum persónar. Og tað er tá,
vit kunnu mennast, byggja upp og
samstarva við onnur.
Alt tað, sum vit eru best við og
sum vit eru errin av í dag, er bygt
upp, tá ið vit hava reist okkum og
sagt, at hetta megna vit sjálv. Tað
er ikki eitt stríð ímóti Danmark
ella øðrum. Tað er eitt stríð fyri
Føroyum og javnstøðu millum fólk
og lond.
Okkara vinnulív, okkara ment
anarlív, okkara ítróttarfólk og okk
ara fólk sum heild prógva tað aftur
og aftur, at tað ber væl til. Bert okk
ara politiska skipan hongur føst
í fortíðini og setur forðingar upp,
heldur enn at lyfta okkum upp.
Hvørjar Føroyar
vilja vit byggja?
Fólkatingsvalið er tí eisini eitt val
um, hvørjar Føroyar, vit vilja byggja
og hvønn veg vit skulu fara. Tað er
eitt val um hugsjónir og framtíðar
mál.
Fólkatingssessirnir verða antin
brúktir til at binda okkum niður og
halda okkum fast í verandi støðu.
Teir verða brúktir til at biðja um
pengar. Teir verða brúktir til at
vevja okkum inn í ES og danskar
loysnir ígjøgnum bakdyrnar. Og
teir verða brúktir til at bøna um, at
Danmark skal loysa okkara trupul
leikar í Føroyum.
Ella teir kunnu brúkast til at
lyfta okkum upp. Teir kunnu brúk
ast til at tryggja, at ongar bindingar
og forðingar verða gjørdar fyri
okkum í Føroyum. Og teir kunnu
brúkast til støðugt at vísa á, at vit
skulu úr hesi ríkisfløkju og gerast
eitt sjálvstøðugt fólk undir egnum
flaggi í heiminum.
Tí stillar Tjóðveldisflokkurin
upp – við 12 fjølbroyttum og ídnum
fólkum úr øllum landinum. Vit
stilla upp, tí vit vilja úr andsøgnini
og paradoksinum.
Fólkatingsvalið kann brúkast til
at savnast um tjóðskaparmál og at
senda tann greiða boðskap út:
Spyr ikki, hvat Danmark kann
gera fyri teg. Spyr, hvat vit megna
saman í Føroyum!
Spyr ikki, hvat Danmark kann gera fyri teg
– spyr, hvat vit megna saman í Føroyum!
Fólkatingsval 2015 Valgreinar
Fólkatingsvalið er ein andsøgn fyri tjóðskaparmál í Føroyum. Men tað er ein gyltur møguleiki at
savnast um, at vit vilja reisa okkum sum fólk og taka forðingarnar burtur