týsdagur 9. juni 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
14
Sosialurin
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin
til fólkatingsvalið
Búskaparráðið áv ar-
ar harð liga um, at
vit í Før oyum hava
álvarsamar av bjóð -
ing ar á tí fíggj ar liga
økinum. Fram rokn-
ingar vísa nevniliga,
at um vit ikki gera okkurt munagott
nú, so renna vit okkum í ein stóran
trupul leika um heilt stutta tíð.
Ein av orsøkunum til henda
trupul leikan er, at í Føroyum búgva
ov fá ung í mun til vaksandi talið
av gomlum. Skulu vit varðveita
tær dýru almennu tænasturnar í
samfelagnum, so má landskassin
innan stutta tíð hava nýggjar inn-
tøkur, sigur Búskaparráðið. Ja í
veruleikanum eru vit longu ov sein
á sjóvarfallinum, men tað er ikki
bara sum at siga tað at finna hesar
inntøkurnar, tí talan er um sera
stórar upphæddir.
Uppskot hava verið frammi um
at leggja risastór gjøld á vinnuna,
um pensjónsuppsparing, um at
hækka pensjónsaldurin og onkur
er farin so langt sum at nevna
bann lýsta orðið ”ognarskatt”. Alt
hetta munar sjálvsagt væl í lands-
kassanum, men ivasamt er, um
hesi tiltøk høvdu fingið politiska
undirtøku, og tað er heldur ikki
vist, at tey einsamøll høvdu klár-
að at fylt tað stóra trotið í lands-
kassanum.
Og mitt í øllum hesum næstan
vónleysa stríðinum fyri at finna
nýggjar inntøkur, hava flestu polit-
isku flokkar í Føroyum sett sær
sum mál, at Føroyar skulu verða eitt
fullveldisríki, og í tí sambandinum,
skulu verandi inntøkur úr danska
ríkiskassanum minka við eini
heilari milliard á hvørjum ári. Hesir
pengarnir mugu finnast AFTURAT
øllum hinum, sum vit ganga við
lykt og leita eftir, og hava so ilt við
at finna. Enn hevur eingin klárað
at víst á, hvaðani hesir pengarnir
skulu koma.
Spurningurin er tí, um flokk-
arnir á loysingarveinginum ætla
at leggja eitt uppaftur hægri gjald
á vinnuna? Skal pensjónsaldurin
hækka uppaftur meira? Ella verð-
ur talan um uppaftur hægri ognar-
skatt? Tað kundi verið áhugavert at
fingið at vita frá hesum flokkunum.
Leita eftir nýggjum inntøkum, men tveita
samtíðis verandi inntøkur burtur
FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar
Høgni Reistrup
Framsókn
Vit hava tveir vegir
í at velja. Vit kunnu
lata upp ella aftur.
Í mínum verð er
eingin ivi um, hvat
vit skulu gera. Vit
skulu lata upp. At
byrgja seg inni er ikki ein gongd
leið í 21. øld.
Tað er í veruleikanum hetta,
fólka tingsvalið snýr seg um.
Tí tá ið samanum kemur, er
tað samstarv við onnur lond, sum
hevur og fer at skapa okkum fram-
burð. Tað er, tá ið vit samskifta,
handla og samstarva við onnur, at
vit vaksa og taka okkum fram.
Men hví fara á val, tá ið før oysk-
ur politikkur verður evnaður til
á Vaglinum og ikki í einum parla-
menti, sum liggur 1311 kilometrar
burtur frá okkara egna?
Fyri Framsókn eru samskiftið
og samstarvið á Christiansborg
uttanríkispolitisk mál. Tí undir
verandi skipan viðger Fólkatingið
regluliga viðurskifti, sum hava
beinleiðis ávirkan á Føroyar. Hesa
støðu skulu vit fyrihalda okkum
til og arbeiða eftir. Tí vit skulu
gera okkara ávirkan galdandi, har
avgerðirnar verða tiknar.
Seinastu árini hava vit eisini
sæð, at uttanríkispolitikkur hevur
ovurstóran týdning fyri okkum.
Í stuttum kunnu vit siga, at tess
meira ræðisrætt, politikararnir á
Christiansborg mugu lata ES, tess
meira kemur evropeiska samveldið
at stjórna føroyskum politikki. Eg
loyvi mær at ivast í, at hetta er
ynskið hjá vanliga føroyinginum.
Eg leggi tí stóran dent á, at vit
føroyingar umboða okkum sjálvar
á støðum, haðani hendan ávirkanin
kemur. Vit skulu hava ein miðvísan
uttanríkispolitikk,
sum
styrkir
okk ara sjálvsfatan og virðing, gev-
ur okkum vitan og perspektiv
og mennir okkara vinnu, sølu og
búskap. Hava vit ein sjálvstøðugan
uttanríkispolitikk, byrgja vit okk-
um ikki inni. Vit lata upp.
Tí er tað so umráðandi, at vit
sjálvi skipa og stýra okkum sjálvi.
Vit merkja longu ta góðu ávirk -
an, sum ein sjálvstøðugari uttan-
ríkispolitikkur hevur. Vit síggja tað
í Havn, í Vágum, á Skálafjørðinum
og alla aðrastaðni í landinum.
Fólk umvæla húsini, skifta bilin
út og keypa fleiri tænastur og
vørur. Hetta er úrslitið av einum
virknum uttanríkispolitikki. Tað
gongur sjón fyri søgn, at Føroyar
eru vorðnar munandi ríkari, síðani
vit av røttum ásettu okkum størri
uppsjóvarkvotur. Frammanundan
vóru vit við skerdan lut.
At vit tryggja landinum størri
virði og ikki hokna, tá ið ES og øll
limalondini biðja Føroyar leggja seg
niður, vísir greitt, at tað lønar seg at
stríðast fyri egnum rættindum. Á
henda hátt kunnu vit geva børnum
okkara eitt enn betri lív enn tað, vit
hava havt.
Við einum virknum uttanríkis-
politikki, sum enn ikki er á okkara
hondum, fáa vit komandi árini
meira ávirkan. Tí er tað umráðandi
fyri hvønn einstakan føroying, at
Føroyar hava røttu umboðanina á
øllum støðum, har vit kunnu ávirka
og mynda okkara framtíð og órædd
ganga leiðina fram móti nýggjum
sigrum.
Útheimurin skal til Føroya,
og Føroyar skulu út í heim. Hetta
er umráðandi fyri Framsókn, og
partur av hesari stremban verður
undir verandi heimastýrisskipan
rokkin á Christiansborg. Til tessa
at røkka málinum um støðuga
framgongd og uttanríkispolitiskt
sjálvræði biðja vit um undirtøku
frá Føroya fólki at standa á odda
fyri at leiða okkum trygt og gott
inn í framtíðina.
Útheimin til Føroya og Føroyar út í heim
Fólk umvæla húsini, skifta bilin út og keypa fleiri tænastur og vørur.
Hetta er úrslitið av einum virknum uttanríkispolitikki
Kristina Háfoss
Valevni til Fólkatingið og løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
Føroyingar
røkja best
føroysk
áhugamál
Sjálvandi røkja før-
oyingar best áhuga-
mál føroyinga. Hó-
ast hetta so lata føroyingar í dag
stóran part av lóggávu Føroya til
danska Fólkatingið at taka støðu
til. Uttanríkismál, verjumál, út-
lendingamál, dómstólar og løgregla
eru millum málini, ið enn eru á
donskum hondum. Vit gera tað vit
kunnu fyri at fáa avgerðarrættin
fult og heilt úr Fólkatinginum og
heim til Løgtingið og føroyingar.
Avgerðin um hetta skal tó sjálvandi
takast á Løgtingi, men á Fólkatingi
skal fólkatingsumboðið støðugt
vera
á
varðhaldi
fyri,
at
avgerðarrætturin hjá føroyingum
ikki minkar, og at øll mál, ið hava
týdning fyri Føroyar verða avgjørd
av Løgtinginum.
Ikki slúsast inn í ES
umvegis danska bakdyr
Danmark flytir alsamt størri part
av avgerðarrætti sínum til ES, og
fer eisini komandi árini at flyta
alsamt meira vald og fleiri avgerðir
til ES innan øki, ið hava týdning
fyri okkum. Tí verða eisini vit í
alsamt størri mun innslúsað í ES
umvegis danska bakdyr. Hetta
skal steðgast. Vit skulu sjálvandi
tryggja, at ongin lóggáva, ES-regla
ella uttanríkispolitisk avgerð verð-
ur sett í gildi í Føroyum uttan at
føroyingar hava samtykt hetta.
Føroyar eru ikki til sølu
Føroyar eru millum ríkastu lond
í heiminum. Pr. íbúgva helst tað
ríkasta – um vit bert gagnnýttu
okkara tilfeingi til fulnar. Fólka-
tingssessurin skal ikki nýtast til,
at fáa so nógvar danskar kekkar
sum møguligt heim til Føroya,
ella til hækking av blokkinum.
Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og
setir Føroyar í ringt ljós. Vit skulu
sjálvandi heldur virka fyri, at vit
í Føroyum til fulnar gagnnýta alt
okkara stóra tilfeingi, og fremja
ein fíggjar- og búskaparpolitikk, ið
skapar ein sjálvbjargnan føroyskan
búskap.
Fullan limaskap í
altjóða samfelagnum
Ómetaliga stórir ótroyttir møgu-
leikar liggja og bíða eftir okkum –
eitt nú við føroyskum limaskapi í
EFTA (fríhandilssáttmálar við 35
lond og fría atgongd til ES-
marknaðin), WTO, Arktiska Ráð -
num, ST, Olympiska felagsskapi-
num IOC, Eurovision o.s.fr. Alt
hetta eru møguleikar og dyr, ið
latast upp, tá vit fáa fullan og
sjálvstøðugan limaskap í altjóða
samfelagnum.
Til
hetta
gerst
veruleiki, skulu vit gera alt fyri, at
vinna Føroyum so stór rættindi og
so nógvar møguleikar í altjóða
samfelagnum, sum møguligt - bæði
í Føroyum og á Fólkatingi.
Tjóðskaparrødd – ikki
sambands-ES-røddir
Í dag eru føroyingar umboðaðir
av tveimum umboðum, ið bæði
eru ímóti at skipa Føroyar sum
sjálvstøðugt land, og bæði eru
fyri
føroyskum
ES-limaskapi.
Hetta umboðar ikki føroyingar
sum heild, og er ikki til gagns fyri
Føroyar. Neyðugt er við føroyskari
tjóðskaparrødd á Fólkatingi.
Men skal hetta eydnast er
neyðugt við tínum stuðli.
Kom tú og E á Fólkating – til
fyrimuns fyri føroyingar, føroyskt
vinnulív og allar Føroyar.
Tú og E á Fólkatingi...
Tú kanst avgera, hvørji umboð skulu røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Hvør einasta atkvøða
er avgerandi. Bjóði meg fram at umboða teg á Fólkatingi vegna Tjóðveldi (listi E).
Við okkum veitst tú hvat tú fært. Hesi eru míni og okkara lyfti, um tú og E fara á Fólkating:
NGSVAL 2015
l
Fólkatingsval 2015