týsdagur 9. juni 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
Sosialurin
Fólkatingsval 2015
føroyar sjálvar
heldur enn hálvar
framsokn.fo
framsókn liberali tjóðskaparflokkurin
Ein týðandi partur av okkara framtíð verður evnaður til uttan fyri land-
oddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin.
Framsókn leggur tí stóran dent á, at vit føroyingar skulu umboða
okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu
hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og
virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara búskap.
Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið við Danmark uttanríkis-
politisk mál. Vit mugu tó staðfesta, at undir verandi heimastýrisskipan
viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á
Føroyar, og tekur avgerðir um tey. Tess meira av sínum ræðisrætti,
Danmark má lata ES, tess meira kemur europeiska samveldið at
stjórna føroyska samfelagnum.
Vit eiga tí sum skjótast ásanna, at Føroyar og Danmark, í sera grund-
leggjandi, ríkisrættarligum spurningum, ikki hava samanfallandi
áhugamál, og at ein uppgerð okkara millum tí er alneyðug.
Ríkisfelagsskapurin, sum í botn og grund er grundaður á ójavna, verður
tá henda uppgerð er liðug, ikki til longur. Ivaleyst fara Føroyar og
Danmark at samstarva í framtíðini. Líka mikið hvat slag av samstarvi
ella hvønn vit samstarva við, so verður hetta grundað á, at Føroyar
luttaka sum sjálvstøðug tjóð og við fullari ábyrgd fyri sær sjálvum og
teimum vit samstarva við.
Á Fólkatingi ætla vit at fáa vent føroyska avrikshugburðinum eins og
teirri miðvísu ES-tilgongdini, sum verandi fólkatingsumboð stríðast fyri
í beinleiðis andsøgn til ein stóran meiriluta av Føroya fólki.
Sum støðan er, er tað tí ein partur av okkara uttanríkispolitisku kós at
vera við á Fólkatingsvalinum. Undir yvirskriftini ‘Føroyar sjálvar – heldur
enn hálvar!’ bjóða vit okkum fram, tríggjar kvinnur og tríggir menn.
Hesi eru, Hanna Jensen, Høgni Reistrup, Karlot Hergeirsson, Poul
Michelsen, Ruth Vang og Sunneva Háberg Eysturstein.
Á Fólkatingi:
• Gera okkara ávirkan galdandi, har avgerðirnar verða tiknar
• Brúka politisku skipanina til fulnar
• Ikki ein spurningur um reytt ella blátt
• Venda verandi avrikshugburði
Í teirri sannføring at Framsókn kann gera munin, biðja vit um undirtøku
frá Føroya fólki.