Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 18 Sosialurin Danjal av Rana Fríggjadagin verður árliga ment­ anarnáttin í Tórshavnar kommunu, og nógv ymisk tiltøk eru á skránni. Málningaframsýningar, gongu­ túr­ar, tónleikatiltøk, vitjanir og mangt annað er millum tilboðini til teirra, ið leita sær til Havnar mentanarnáttina. – Eg haldi tað vera sera gleðiligt, at kunna vísa býin fram á hendan hátt. Tað er gott, at vit kunnu skipa fyri einum slíkum mentanarligum tiltakið her í høvuðsstaðnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann greiðir frá, at náttin er íblást av menningarnáttini, ið er í Reykjavík á hvørjum ári. Ment­ anar­náttin í Havn hevur fingið stóra undirtøku og tað er mong ymisk í lata dyrnar upp hesar dagarnar, líka frá Mariukirkjuni og Kringvarpi Føroya til Ríkisumboðið og Landssjúkrahúsið. – Eitt av eyðkennunum av ment­ anarnáttini er vorðið júst hetta, at stovnar og onnur lata dyrnar upp til støð, sum borgarin vanliga ikki vitjar, at borgarin fær høvi at støkka inn á gólv í hugnaligum og róligum umstøðum, sigur Heðin Mortensen. – Menningarnáttin vísir ein part av tí, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða, í nógv meiri avslappaðum og róligum umstøðum enn eitt nú ólavsøkan ger, hóast skráin kanska minnir nógv um tjóðarhátíðina, greiðir Heðin Mortensen frá. Sum nevnt er mentanarnáttin íblást av menningarnáttini í Reykja­vík, og Heðin Mortensen sig­ur, at samstarvið við íslendska høvuðs­staðin hevur hildið á og er enn gott. – Sluppin Jóhanna hevur júst vitjað í Reykjavík og við sær aftur til Føroya hevur hon ein part av íslendskari mentan. Tveir sangarar eru við umborð, sum fara at syngja fyri okkum bæði leygardagin og sunnudagin, og ímynda teir á ein hátt tað sambandið, sum er millum býirnar báðar, sigur hann. – Tiltøkini í Havnini og Reykja­ vík líkjast eisini á tann hátt, at tað er júst hetta vikuskiftið, at skipað verður fyri marathon í høv­ uðsstaðunum báðum. Hetta merkir eisini, at nógvir útlendingar eru í býnum í løtuni, so vit fáa veruliga víst okkum fram fyri teimum, sigur Heðin Mortensen, og sipar til, at knapt 90 útlendskir rennarar hava teknað seg til Tórshavn Marathon, sum verður leygardagin. Hetta vikuskifti er ment­an­ar­ náttin tó ikki tað ein­asta ment­anar­ tiltakið í komm­un­uni. Triðja hvørt ár er Sunda­lags­stevn­an í Kollafirði og í ár fellur hon so júst sama viku­skifti sum mentanarnáttin. Har­umframt er eisini landsdystur leygardagin, tá Føroyar taka ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. – Tað er eingin ivi um, at tey verða nógv, ið vitja Tórshavnar kommunu hetta vikuskiftið og eg gleðist um, at vit hava eina skrá, sum er næstan líka stór sum tann á ólavsøku, at bjóða teimum, sigur Heðin Mortensen. Sjálvur ætlar hann sær, saman við frúuni, Hjørdis, at vitja so nógv støð, tey megna. – Vit hava nøkur føst støð, vit plaga at vitja, og annars royna vit at fáa so nógv við sum møguligt. Sum borgarstjóri, so skal eg vera sjónligur ein slíkan dag sum hendan, men undir liðini á Hjørdis eri eg í góðum hondum, sigur Heðin Mortensen at enda. Vilja vísa býin fram Heðin Mortensen gleðist um, at á mentanarnáttini letur býurin dyrnar upp til støð, borgarin vanliga ikki hevur møguleika at vitja Á Býarbókasavninum í Niels Fin­ sensgøtu í Havn, sum verður opið frá klokkan 10 til 21, verður framsýning við barnatekningum, sum komu inn til teknikappingina í umhvørvisvikuni. Her verður eisini skattaveiða við bókstavum og orðum á Barnabókasavninum. Klokkan 16 fríggjadagin letur upp forvitnislig listaframsýning við myndum frá Steinprent, har Tórshavnar kommuna er evni, og á framsýningini eru ymisk listafólk við. Fyrilesturin »Kom syngjandi til vitan« hjá Erlu Olsen, ad­junkti í lívfrøði, verður eisini á Býar­bóka­ savninum frá klokkan 19-19.20, og løtuna frá klokkan 20-20.45 fer Rakul Helmsdal at skipa fyri kunn­andi »happening« um nýggja Listaskúla Føroya og komandi virksemi skúlans. vilmund@sosialurin.fo Ymisk á Býar­ bóka­savninum Fleiri tiltøk verða á Býarbókasavninum á mentanarnáttini Rakel Helmsdal fer at kunna um nýggja Listaskúla Føroya og komandi virksemi skúlans