týsdagur 9. juni 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
08.00-23.00 mariukirkjan Varðagøta Mariu kirkjan er opin. Føroya Klarinett-
orkestur spælir klassiska konsert klokkan 21.00. Solistar eru: Kristina Thede
Johansen, saxofon, og Lena Jacobsen, klarinett
09.00-22.00 Steinprent Skálatrøð Opið hús. Framsýning við Ian McKeever
10.00-20.00 tjóðSavn Brekkutún “Mentan og Náttúra”, serframsýning um
sólarmyrking - ókeypis atgongd
10.00-20.00 GróðurStøðin í Hoydølum Plantusølan er opin allan dagin.
12.00-19.00 Træeyðkennis-kapping fyri børnum í øllum aldri. Eisini verður
hugni við báli og sneisabreyði.
15.00 og 17.00 Frágreiðing um framleiðsluna og royndarvirksemið á Gróðurstøðini
10.00-21.00 BýarBókaSavnið n. FinSenSgøta “Barnatekningar”, framsýning
við tekningunum, ið komu inn til teknikappingina í Umhvørvisvikuni.
09.00-21.00 Skattaveiða við bókstavum og orðum á barnabókasavninum
16.00 Forvitnislig listaframsýning letur upp við myndum frá Steinprent, har
Tórshavnar kommuna er evni - ymisk listafólk eru umboðað
19.00-19.20 “Kom syngjandi til vitan”, fyrilestur við Erlu Olsen, adjunkti í
lívfrøði
20.00-20.45 “Listaskúli Føroya”, Rakel Helmsdal skipar fyri kunnandi
“happening” um nýggja Listaskúla Føroya og komandi virksemi skúlans
11.00-20.00 LiStaSavn Føroya oman Viðarlund Framsýning við bretska
listamanninum Ian McKeever
11.00-00.00 perLan tórSgøta Forvitnislig søluframsýning, sum Ásla Rannvá
Svensson, Kirstin Hammer og Edith Mørkøre hava tikið stig til. Umframt
sølu av málningum, akvarellum, grafikkmyndum, plakatum, hondgjørdum
smúkkum og bundnum vørum, verður kaffisøla og afturvið frá Gómagótt
12.00-22.00 norðurLandahúSið norðari ringVegur Í sambandi við, at
árliga Summarframsýningin letur upp, bjóða vit til eitt heilt serstakt tiltak
frá klokkan 16.00. Stigtakari til framsýningina, The Weather Diaries, er
verkætlanin The Nordic Fashion Biennale, sum er samstarv millum Ísland,
Grønland og Føroyar.
16.00 Sif Gunnarsdóttir, stjóri, bjóðar vælkomin
16.05 Heðin Mortensen, borgarstjóri
16.15 Kórið Kata framførir
16.20 Sarah Cooper og Nina Gorfer greiða frá The Weather Diaries
16.40 Kórið Kata framførir
16.50 Barbara í Gongini letur framsýningina upp
Høvi verður at fáa sær ein lættan bita. Øll eru vælkomin
14.00-00.00 pannukøkuBúðin gongugøtan Pannukøkubúðin selur á
gongugøtuni
15.00-19.00 GaLerie FocuS lamBagerði Framsýning við verkum hjá Amariel
Norðoy
16.00-23.00 Smiðjan í LítLuvík Skálatrøð/Bøgøta Finleif Mortensen letur
upp málningaframsýning. Rani Nolsøe hugleiðir og spælir tónleik klokkan
17.00. Øll eru vælkomin
16.00-23.00 enniway VágSBotnur Enniway bjóðar styttri túrar við seglbátinum
16.30
GamLi kirkjuGarður dr. JakoBSenS gøta Óli Jacobsen vísir
runt og greiðir frá
16.30-22.00 arktiSk kommando, Færøerne tingHúSVegur 64
Opið hús. Møguleiki verður at vitja Arktisk Kommando Føroyar, MRCC og
Brunaeftirlitið. Somuleiðis verður opið skip umborð á vaktarskipinum Triton, ið
liggur við Eystaru bryggju
16.30-22.00 mrcc tingHúSVegur 64 Opið hús. Møguleiki verður at vitja MRCC,
Arktisk Kommando Føroyar og Brunaeftirlitið. Somuleiðis verður opið skip
umborð á vaktarskipinum Triton, ið liggur við Eystaru bryggju
16.30-22.00 BrunaeFtirLitið tingHúSVegur 64 Opið hús. Møguleiki verður at
vitja Brunaeftirlitið, Arktisk Kommando Føroyar og MRCC. Somuleiðis verður
opið skip umborð á vaktarskipinum Triton, ið liggur við Eystaru bryggju
16.30-22.00 krinGvarp Føroya norðari ringVegur “Mórugøta, konsertir,
SavnsGull og Gekkurin” - Kringvarpið bjóðar fólki at vitja Mentanarnáttina.
16.30 Mórugøta. Jákup Weyhe leikar brot úr Mórugøtu
17.00 Fyrsta rundvísingin. Rundvísing verður hvønn hálvan tíma
18.00 Tíðindasending í ÚV
18.00 SavnsGull. Talgilding og brot úr savninum
18.20 Konsert við Konni Kass, sum vann Sement-kappingina
19.00 Dagur og Vika
19.30 Guðrið Hansdóttir syngur og spælir
19.45 Gekkurin
20.15 Morgunkórið syngur
21.30 Konsert við Sakaris
Vælkomin á Mentanarnátt
Theresa Turidardóttir Kreutzmann
Stjóri í Visit Tórshavn
Mahatma Gandhi segði, at mentanin hjá eini tjóð býr í hjørtunum og sálunum hjá fólkinum.
Á Mentanarnáttini í Havn gongur eisini sjón fyri søgn, at her býr eitt fólk við mentanini í bæði
hjarta og sál.
mentan í hjarta
oG SáL
17.00-20.00 takS Skálatrøð 20 Opið hús. Vit bjóða øllum vælkomnum at síggja
nýggju skrivstovuhøli okkara.
18.00 Ari Danielsen spælir og syngur
19.30 Havnarkórið syngur nakrar sangir
Høvið verður sjálvsagt eisini at royna teir landskendu møblarnar
17.00-21.00
Føroya SjóSavn rættargøta 1, argir Framsýningin er opin.
Hálvt atgongugjald, vaksin 20 kr. og børn 10 kr.
17.00-23.00 øStrøm Skálatrøð Søluframsýningin “12 føroyskar sofur” letur upp
í ovaru høll í Østrøm. Framsýningin er sermerkt við, at tað eru 12 føroyskir
handverkssniðgevar, ið hava sniðgivið og gjørt sína egnu sofu. Umframt at
talan er um samstarv við Tekniska skúla í Havn, ið hava bygt sjálvt stellið til
sofuna.
17.00 Sniðgevarnir greiða frá hugskotinum aftanfyri teirra sofu, um tilfar og
annað, sum gestirnir meta vera áhugavert
17.00-22.00 B36 nielS FinSenSgøta Teknikvøllur og borðfótbóltur uttanfyri Th.
Dam Intersport
19.00-20.00 Jonglerikapping uttanfyri Th. Dam Intersport
20.00-20.30 Leikarar úr EFFO-deildini hjá B36 vitja uttanfyri Th. Dam
Intersport
17.00-22.00 tórShavnar kvøLdSkúLi J.H.ScHrøterSgøta Opin verkstaður
við “horn, bein, silvur og føroyskum steini”, “tøva”, “gera bond” og “glaslist”.
20.00 Útlendingar knýttir at Kvøldskúlanum bjóða forkunnugar smakkiroyndir
20.00 Harmonikutónleikur
17.00-22.00 tórShavnar kvøLdSkúLi PæSaStoVa Opin verkstaður við
“tunesiskari hekling”, “binda”, “karða og spinna” og annað.
19.00 Guðrun Sólja syngur og spælir
20.00 Harmonikutónleikur
21.00 Guðrun Sólja syngur og spælir
17.00-22.00 LiStaStovan áarStoVa Sirikit Jacobsen hevur málningaframsýning í
Listastovuni
17.00-22.00 ríkiSumBoðið laðaBrekka Umframt, at prýðiligi Amtmansgarðurin
er opin, verður boðið innar í stovurnar/móttøkustovurnar hjá Ríkisumboðnum.
Tórshavnar Brass Ensemble spælir í garðinum kl. 21.00
17.00-22.00 amy & eydna n. FinSenSgøta 18 “Grind í Karry”, myndaframsýning
og mentanarligt ríkidømi
17.00-22.00 LiStaGLuGGin dr. JakoBSenS gøta 15
Søluframsýning við verkum eftir Torbjørn Olsen, Bárður Jákupsson, Eyðun av
Reyni, Zacharias Heinesen, Kára Svensson, Astri Luihn o.ø.
17.00-23.00 BojSenSGarður Gamli urtagarðurin aftanfyri H.N. Jacobsens
Bókahandil er opin. Havnarkórið syngur summarið inn klokkan 21.00
18.00
mentanarnáttin verður Sett gamli kommunuSkúlagarður
Jonhard Mikkelsen heldur sentanarrøðuna og Havnar Hornorkestur spælir
20.00
h.n.jacoBSenS BókahandiL Vaglið Hugnaløta í stovuni í Gl.
Bókahandli. Rithøvundarnir Simona Midjord, Sólrun Michelsen og Sámal Soll
lesa upp úr egnum verkum. Tónleikur við Fróða Hansen og Boga á Borg. Vit
bjóða kaffi og køkur
18.30 og
LandSSjúkrahúSið J.c. SVaBoSgøta Rundvísing og frágreiðing
19.00
um virksemið á Landssjúkrahúsinum. Komið við starvsfólkunum á LS og
hoyrið áhugaverdar søgur frá stovninum. Byrjað verður í reyða bygninginum
á Eirargarði 16 og ferðin endar í forhøllini. Vit ganga gjøgnum psykiatriska
økið. Vit vitja vaskaríið og verða leidd gjøgnum tunnilsskipanina oman á LS. Í
forhøllini er framsýning av nýggja H-bygninginum og greitt verður frá hesum.
LS bjóðar gómagott í forhøllini
18.00-20.00 tórShavnar kommuna Vaglið Býráðssalurin er opin
18.00-20.00 tórShavnar móttøkuhúS oG myndaSavn tróndargøta
Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu
18.00-21.00 norrøna FeLaGið lützenStrøð 4 Skipað verður fyri móttøku við
mati og undirhaldi
18.00-23.00 íSpakkhúSið tórSgøta Hvussu nógv skal menniskjan gera av lagnuna
hjá øðrum? Myndirnar “Fram um alt eri eg” eru 21 søgur um fólk við Down
syndrome. Hetta eru søgur um fjølbroytni, søgur um menniskju og tøkniliga
menning. Myndirnar hjá íslendsku myndakvinnuni, Siggu Ellu, hava fingið
nógva altjóða umrøðu. Framsýningin er í Íspakkhúsinum aftan fyri Reinsaríið
18.00-23.00 tórShavnar SLøkkiLið BurSatangi Tórshavnar Sløkkilið er á
Bursatanga við ymiskum at síggja og at gera
18.00-23.00 reScue-Lív BurSatangi Bjargingarbáturin Rescue-LÍV verður á
Bursatanga. Høvi verður at koma umborð at síggja bátin og bjargingarútgerð
18.00-23.00 riB62 VágSBotnur Rib62 bjóðar vælumtóktu 10 min. túrarnar við
dundrandi musikki og fullari ferð
18.00-23.00 amneSty internationaL gongugøtan “Veitst tú, hvat ein hálv
neyðtøka er?” Kom framvið og fá ókeypis kaffi og eitt prát um revsilógina,
neyðtøkur og hvussu Amnesty meinar, at revsilógin skal dagførast
18.00-23.00 GaLLerí 14 áarVegur Listaframsýning við Nicolinu Højgaard o.ø
18.00-23.00 norðLýSið VágSBotnur Opið skip og søla av mati úr sjónum
18.30
kuunnGuaq Vaglið Grønlendska kórið Kuunnguaq syngur
18.30
FeLaGið tórShavn gonguBólkurin Frá Havnar Skansa,
tað “yndiga” stað eftir gomlum gøtum út á Skansan. Farið verður av
Tinghúsvegnum
18.30
Føroya kLarinettorkeStur PoStHúSkJallarin Konsert við
vælumtóktum tónum úr m.a. filmum og sangleikum
19.00
Føroya FerðaLeiðaraFeLaG Vaglið Gongutúrur við ferðaleiðara:
Reynið og Tinganes. Byrjað verður við VisitTórshavn
19.00-22.00 Føroya rættur c. PløyenSgøta
19.00 Opið á Dómaraskrivstovuni
20.00 Pallsettur rættarfundur
21.15 Pallsettur rættarfundur
22.00 Húsið letur aftur
19.00-22.00 tryGGinGarFeLaG Føroya kongaBrúgVin “Allir vegir
føra til Kongabrúnna” - Torgið á Kongabrúnni verður umskapað til eina
lítla miðalhavsbygd, har vitjandi fáa møguleika at kenna seg aftur sum
ferðafólk sunnanfyri. Torgið rýkur av suðurlendskum stemningi við tapas
smakkiroyndum, miðalhavstónleiki og gávulutum. Harumframt eru umboð fyri
ymiskar ferðaskrivstovur á staðnum og bjóða serliga ferðatilboð, ið einans eru
galdandi hetta kvøldið
18.45-22.30 FróðSkaparSetur Føroya BókBindargøta 8 Kunning um
útbúgvingarmøguleikar og upptøku á Setrinum 2015. Setrið bjóðar gestunum
vaflur við róma og súltitøj og kaffi, te og vatn. Øll eru hjartaliga vælkomin
19.00 Almenn kunning um upptøku á Setrinum 2015
19.30 Tónleikur
20.00 Framløga frá lesandi á Námsvísindadeildini
20.30 Framløga frá lesandi á Føroyamálsdeildini
21.00 Framløga frá lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini
21.30 Framløga frá lesandi á Sjúkrarøktafrøðideildini
22.00 Framløga frá lesandi á Náttúruvísindadeildini
20.00-00.00 tutL glade HJørn
20.00 Lív Næs og Tróndur Enni
21.00 Føroyskur dansur við Havnar Dansifelag
23.00 200
19.00-23.00 odd FeLLow grønlandSVegur 56
Loge F1-Ambolturin hevur opið hús
19.00-23.00 FreLSunar herurin gongugøtan Rúsfríur dagur 2015
20.00 og
LandSStýrið tinganeS Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi.
21.00
Í ár verður vitjað í Reynagarði/Egholmshúsi, og farið verður síðani í
Bakkapakkhúsið, Leigubúðina og endað verður í Pakkhúsinum hjá Skibsted.
Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað atgongd
21.30
Simme muSikkhúS l. deBeSargøta Livandi tónleikur við Lenu og
Niclas
21.00-22.00 eBenezer nielS FinSenSgøta Sangløta í Ebenezer. Kórsangur við
blandaðum kóri og manskórinum eru á skránni
21.00
reinSaríið tórSgøta Summartónar - Marius Ziska
21.00
hvonn tórSgøta Livandi tónleikur
21.00-23.00 marGarinFaBrikkin tórSgøta Úikonsert við Sissal, Iron Lungs,
Ranchus, Konni og Figment Dwells
19.00-21.00 SáLarFrøðiStovan tórSgøta 17 Opið hús. Kunning og orðaskifti.
Sálarfrøðingar greiða frá sínum yrki og svara spurningum. Kaffi, te og køkur.
Komið inn á gólvið
22.00
tveir íSLendSkir SanGarar undir tingHúSinum Davíð
Ólafsson og Stefán Helgi Stefánnsson syngja kendar sangir undir Tinghúsinum
Fleiri tiltøk verða afturat hesum, m.a. verður tónleikur ymsastaðni í býnum. Handlar í býnum
hava opið til kl. 23.00 og allar matstovur hava eisini opið. Keypssamtøkan hevur opið til kl. 22.00
VISITTORSHAVN.FO OG FACEBOOK.COM/MENTANARNATTIN
NæRRI KUNNING Á